- Forsíða
- /
- Bústaður og bygging
- /
- Búpláss við umsorgan og røkt
Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss
Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans átta eldrabústovnar. Talan er um røktarheim, ellisheim og eldrasambýli. Á flestu heimunum eru bæði røktardeildir og demensdeildir. Undantøkini eru Heimið við Vallalíð og Eldrasambýlið oman Mattalág, ið eru heim fyri borgarar við demenssjúku burturav.
Búpláss til borgarar við røktartørvi eru á røktarheimunum, Ellisheiminum og eldrasambýlunum.
Tú kanst lesa um ymsu sløgini av búplássum á okkara síðu um »eldrabúpláss«.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um búpláss á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um búpláss" í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Upptøkunevndini fyri Búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað eitt búpláss og á hvørjum heimi. Tillutan av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.
Fyri at søkja búpláss skalt tú útfylla eitt talgilt umsóknarskjal á Vanganum, sum tú finnur við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Hevur tú trupult við at nýta talgildar skipanir, kanst tú ringja ella skriva til Heilsu- og umsorganartænastuna og fáa hjálp. Tú kanst eisini venda tær til móttøkuna í Heilsuhúsinum í Brekkutúni í Hoyvík.
Heilsuhúsið
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30
Fríggjadag kl. 8 – 15
Tá tú hevur søkt um eitt búpláss, skráseta vit umsóknina og senda tær eina móttøkukvittan. Síðani setur ein visitator frá Heilsu- og umsorganartænastuni seg í samband við teg fyri at avtala eina heimavitjan.
Á heimavitjanini ger visitator eina førleikametan av tínum tørvi á búplássi. Vit viðmæla, at onkur úr familjuni, ella onkur tú kennir, er hjástaddur, meðan vitjanin fer fram.
Við støði í samrøðuni, umsóknini og øðrum viðkomandi upplýsingum, viðger Upptøkunevndin fyri Búpláss tína umsókn um búpláss. Tá ein nevndin hevur tikið eina avgerð, fært tú bræv frá Heilsu- og umsorganartænastuni. Nýggjar umsóknir verða viðgjørdar á fyrstkomandi upptøkufundi. Upptøkufundur er eina ferð um mánaðin.
Tá tú fært bjóðað búpláss, boðar eindarleiðarin tær frá, hvar tú hevur fingið tillutað eitt pláss. Í samrøðuni kunna vit teg um, at tú hevur tríggjar dagar at umráða teg í, áðrenn tú takkar ja ella nei til plássið. Vit senda tær eisini eina skrivliga váttan um, at tú hevur fingið búpláss.
Takkar tú ja til búplássið, ger deildarleiðarin á bústovninum avtalu við teg um, nær tú flytur inn.
Tú kanst kunna teg nærri um, hvussu innflytingin fer fram, og hvat tú skalt minnast til at gera í samband við flytingina, á síðuni hjá tí heiminum, tú hevur fingið pláss á. Tú kanst finna títt heim her:
Tú kanst eisini takka nei til búplássið. Vit kunnu tó ikki veita tær trygd fyri, nær eitt annað búpláss verður tøkt til tín.
Tú kanst kæra avgerðina hjá Upptøkunevndini fyri Búpláss. Hetta skalt tú gera innan fýra vikur frá tí degi, tú hevur móttikið avgerðina. Tórshavnar kommuna skal hava móttikið kæruna, áðrenn freistina.
Kæran skal sendast í brævi ella telduposti til Heilsuhúsið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni:
Heilsuhúsið
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Postboks 3099
Tel. 30 20 00
Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30
Fríggjadag kl. 8 – 15