Lurta

Burturkast


Tryggja tær, at ruskið verður heintað

Vilt tú tryggja tær, at vit heinta tín ruskposa og grøna ílatið, mást tú syrgja fyri, at viðurskiftini eru í lagi á tínum bústaði, soleiðis at ruskinnsavningin sleppur framat.

Les meira um treytirnar fyri ruskinnsavningina á síðu okkara um ruskinnsavning og í reglugerðini um burturbeining av húsarhaldsburturkasti.

Ruskinnsavningin

Reglugerð um burturbeining av húsarhaldsburturkasti

Tíni hús og títt stykki

Vilt tú vita, hvørjar dagar vit koma eftir ruskinum, kanst tú kanna tað á síðuni »tíni hús og tín grund«. Har kanst tú skjótt og ómakaleyst finna útav, hvat er galdandi á tínum matrikkli.

Í grøna kalendaranum sært tú, hvørjar dagar Endurnýtslan er stongd ella hevur avmarkaðar upplatingartíðir.

Tíni hús og títt stykki

Grøni kalendarin

Gev okkum eitt prei um rusk

Varnast tú rusk á kommunalum øki, so gev okkum vinaliga eitt prei. Tað kanst tú gera í fráboðanarskipan okkara, sum tú finnur her:

Preia kommununa

Ósvart – orkuráðstevna fyri øll
Umhvørvi
Ósvart – orkuráðstevna fyri øll

Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina og framtíðina? Kom við á orkuráðstevnuna Ósvart 3. og 4. november í Norðurlandahúsinum og fá tær nyttuga vitan til tíni egnu orkuval og hoyr nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart, sum gjørligt.

Umhvørvisvikan 2022
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2022

30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Ruddingardagar 2022
Umhvørvi
Ruddingardagar 2022

Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5, 188 Hoyvík

Les um Brennistøðina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag (bara privat burturkast)10-17