Lurta

Ruskinnsavningin

Øll skulu brúka skipanina hjá kommununi fyri at fáa heintað húsarhaldsburturkast. Hetta er galdandi fyri bæði privathúski, fyritøkur og stovnar.

Fyri at fáa ruskposar skal húskið vera skrásett í kommunala fólkayvirlitinum. Er títt húski ikki skrásett, kanst tú skráseta tað í Snarskivuni. Tú kanst eisini ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Vilt tú vita, nær vit tøma ruskposan, kanst tú finna útav tí við at tøppa tín bústað og títt húsanummar inn í leititeigin niðanfyri ella finna títt øki á kortinum niðanfyri og trýsta á tað.

Kort í fullari stødd



Hent at vita um ruskinnsavningina
Grái posin

Í apríl og oktober fáa øll húski í Tórshavnar kommunu eina rullu við 30 gráum ruskposum. Hvør rulla skal røkka til eitt hálvt ár. Húski við fimm fólkum ella fleiri fáa tvær rullur.

Gráa posan skalt tú brúka til burturkast, sum ikki er vandamikið, og sum ikki kann endurnýtast. Hetta er til dømis matleivdir, blæur, skitið papp og tílíkt. Posin verður heintaður hvørja viku.

Reglur

Vilt tú tryggja tær, at vit taka títt burturkast við, mást tú syrgja fyri, at hesi viðurskifti eru í lagi:

  • Hvørt húski skal hava eitt ruskstativ til hvønn posa
  • Posin skal í mesta lagið viga 20 kilo. Meta vit, at posin vigar meira enn tað, verður posin ikki tikin við
  • Posin skal í mesta lagið vera 20 metrar frá alfaravegi
  • Posin er at rokna sum fullur, tá ið 20 sentimetrar eru eftir upp til posakantin
  • Hvassir, skerandi, rívandi ella spískir lutir skulu vera innpakkaðir, soleiðis at posin og ruskinnsavnarin ikki fáa skaða
  • Tað er bara loyvt at koyra húsarhaldsburturkast í ruskposan. Burturkastið skal ikki koyrast leyst í posan, men skal vera innballað ella í einum plastposa
  • Eru fleiri húski í einum húsi, hava húskini skyldu til at hava felags støðupláss
  • Er støðuplássið innandura, til dømis í bilhúsi, hjalli ella tílíkum hølum, skal rúmið ikki vera stongt, og skelti skal setast upp, sum týðiliga vísir, hvar støðuplássið er
Grøna ílatið

Øll húski í kommununi fáa eitt ókeypis grønt ílat til papp og pappír. Vit tøma grøna ílatið sættu hvørja viku. Tú sært í kalendaranum niðanfyri, nær vit tøma títt ílat.

Gev gætur, at grøna ílatið skal standa saman við ruskílatinum.

Tú skalt nýta grøna ílatið til reint pappír, sum kann endurnýtast. Blankar lýsingar, litrík vikubløð og rútabrævbjálvar, maisflykrupakkar og annað grátt papp kann endurnýtast. Lýsingabløð, sum eru pakkað inn í plastikk, skalt tú kortini taka úr plastikkinum, áðrenn tú koyrir tey í grøna ílatið.

Pappír og papp, sum hevur nortið við mat ella sápu, kann ikki endurnýtast. Hetta skalt tú tískil tveita burtur saman við vanliga burturkastinum. Tað kann til dømis vera margarinpappír, papptallerkar, sápupakkar, út við pitsa- og burgaraeskjur og tílíkt. Djúspakkar, mjólkapakkar og eggjabakkar mugu ei heldur fara í grøna ílatið.

Fyrisitingin á Hjalla (Google Street View)

Grøni kalendarin 

Posin til vandamikið burturkast

Saman við gráu posarullunum fær títt húski eisini tveir klárar posar til vandamikið burturkast. Tú kanst eisini nýta ein kláran plastposa, til dømis ein frystiposa. Vandamikið burturkast fevnir um lutir og evni sum battarí, lágorkuperur, blýggjleivdir, eiturevni, máling, fullar og tómar spreydósir, olju, sýrur og lútir. Tú kanst harumframt koyra elektroniskar lutir í posan, so sum gamlar fartelefonir, løðarar, slættijørn, káplar og tílíkt.

Minst til, at koyra battarí og perur í hvør sín posa.

Posin til vandamikla burturkastið er merktur "VANDAMIKIÐ BURTURKAST". Tá tú ynskir, at vit skulu heinta posan, skalt tú seta hann við síðuna av vanliga ruskposanum. So heinta vit hann saman við gráa posanum.

Tað er týdningarmikið at minnast til, at tú ikki mást koyra vandamikið burturkast í gráa posan. Verður vandamikla burturkastið blandað við vanliga burturkastið, kunnu fólk og náttúra fáa álvarsligan skaða.

Eisini kanst tú ókeypis lata endurnýtslunum í kommununi vandamikið burturkast. Fyri at verja tey, sum taka móti burturkastinum, skalt tú ansa eftir at merkja vandamikla burturkastið og lata íløt væl aftur, áðrenn tú letur burturkastið til burturbeiningar.

Vitja endurnýtsluna

Yvirlit yvir endurnýtsluplássið á Hjalla - hvat skal hvar?

Nær heintar kommunan mítt burturkast?

Vit heinta títt húsarhaldsburturkast eina ferð um vikuna. Tú kanst kanna, hvørjar dagar vit koma eftir tínum burturkasti við at skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.

Eg havi tørv á fleiri ruskposum

Hevur tú tørv á fleiri ruskposum, ella er títt húski ikki skrásett í kommununi, kanst tú keypa serligar kommunalar ruskposar í handlunum. Hesir posarnir eru merktir »VINNUBURTURKAST« við bláari áskrift.

Bæði heintan og burturbeining av posunum er íroknað keypsprísinum fyri vinnuposarnar.

Hvussu við avroð og upptøku eftir slakti og veiðu?

Avroð, slakt og fiskaslógv skalt tú lata inn í bingjuna »Lívrunnið«, sum tó bara stendur frammi eftir árstíð. Er hendan bingjan ikki frammi, skalt tú lata avroð og upptøku inn í bingjurnar »Restburturkast«.

Tú kanst tó grava fiskaslógv niður á egnari grund við teirri treyt, at hetta ikki er til ampa ella heilsuvanda fyri grannarnar og umhvørvið.

Vitja endurnýtsluna

Treytir

Vilt tú tryggja tær, at vit heinta tín ruskposa og grøna ílatið, skalt tú syrgja fyri, at hesi viðurskifti eru í lagi á tínum bústaði:

  • ruskposin skal standa í ruskílati
  • rundan um ruskílatið skal vera ljóst og reint
  • ruskílatið skal í mesta lagi standa 20 metrar frá alfaravegi
  • alt burturkast skal vera í plastposa, áðrenn tú koyrir tað í gráa posan
  • blæur, reinførisbind og tílíkt skalt tú koyra í afturlatnan plastposa
  • hvassir lutir skulu ballast væl inn, soleiðis at ruskinnsavnararnir ikki fáa skaða
  • tá 20 sentimetrar eru upp til posakjaftin, ella posin vigar 20 kilo, skalt tú ikki koyra meira í posan
  • grøna ílatið skal vera lætt atkomuligt og standa við síðuna av vanliga ruskílatinum. Ílatið kann standa í garasju ella í kjallara, men í hesum føri mást tú seta ílatið útum, tá tað skal tømast. Ílatið kann festast, so tað ikki fýkur í vindinum

REGLUGERÐ UM HÚSARHALDSBURTURKAST

Sum borgari í Tórshavnar kommunu hevur tú bæði rættindi og skyldur í mun til skiljing, goymslu og burturbeining av burturkasti. Tú finnur allar reglurnar í reglugerðini um burturbeining av húsarhaldsburturkasti.

Reglugerð um burturbeining av húsarhaldsburturkasti í Tórshavnar kommunu (PDF)

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag10-17