Øll skulu brúka skipanina hjá kommununi fyri at fáa heintað húsarhaldsburturkast. Hetta er galdandi fyri bæði privathúski, fyritøkur og stovnar.
Fyri at fáa ruskposar skulu húski vera skrásett í fólkayvirlitinum í kommununi. Er títt húski ikki skrásett, kanst tú gera hetta í Snarskivuni.
Tú kanst eisini ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Soleiðis heinta vit ruskið um jólini
Alt ruskið í Tórshavnar kommunu verður heintað um jólini, men nakrar broytingar eru, sum merkja, at alt ruskið verður innsavnað tríggjar teir fyrstu dagarnar í viku 52 og viku 53.
Soleiðis verður ruskið heintað fyri jól og millum jóla og nýggjárs:
- Í viku 52 verður alt ruskið heintað 21., 22. og 23. desember
- Í viku 53 verður alt ruskið heintað 28., 29. og 30. desember
- Síðan verður ruskið heintað sum vanligt í viku 1 í 2021
Endurnýtslan hevur opið sum vanligt frá 21. til 23. desember og 28. til 30. desember. Gev gætur, at upplatingartíðirnar, sum tær standa í grøna álmanakkanum, eru skeivar hesar dagarnar.