Lurta

Útvega tær ruskstativ og grøna ílatið

Sum húsaeigari skalt tú sjálv syrgja fyri at útvega tær eitt góðkent ruskstativ til húsarhaldið.

Býrt tú í kommununi, ella ert tú nýggjur borgari í kommununi, fært tú grøna ílatið ókeypis frá kommununi, um tú heintar tað sjálv. Hevur tú ongantíð fingið tær eitt grønt ílat, ella er ílatið brotnað av vindi ella tílíkum, mást tú tó sjálv útvega tær eitt nýtt ílat.



Ruskstativ til ruskinnsavningina
Ruskstativ til ruskinnsavningina

Ruskstativið skal vera av góðkendum slag. Góðkendu sløgini eru:

  • fríttstandandi sekkjastativ við neti og loki
  • fríttstandandi sekkjastativ við træklædningi og loki
Grøna ílatið
Grøna ílatið

Øll húski í kommununi fáa eitt ókeypis grønt ílat til papp og pappír. Hevur tú einki ílat fingið, ella ert tú nýggjur borgari í kommununi, skalt tú útvega tær eina váttan frá Snarskivuni í Havn, sum váttar, at tú ert nýggjur borgari í Tórshavnar kommunu. Hesa váttanina skal Kommunala Brennistøðin hava, áðrenn vit fáa útflýggjað tær grøna ílatið.

Tá tú hevur fingið váttanina, kanst tú heinta ílatið á Hjalla 5 í Hoyvík, har fyrisitingin hjá Endurnýtsluni heldur til.

Hevur tú ongantíð fingið tær eitt grønt ílat, ella er ílatið brotnað av vindi ella tílíkum, mást tú tó sjálv útvega tær eitt nýtt ílat.

Á síðuni um ruskinnsavning kanst tú kunna teg nærri um, hvussu grøna ílatið skal brúkast, og hvar tað skal standa.

Fyrisitingin á Hjalla (Google Street View)

Ruskinnsavningin

Grøni kalendarin

Reglur fyri støðupláss til ruskstativ
Reglur fyri støðupláss til ruskstativ

Fyri at tryggja tær, at vit heinta gráa ruskposan, skal støðuplássið eisini vera í lagi. Krøvini eru hesi:

  • Flutningsvegurin skal vera tryggur; tað vil siga slættur og fastur uttan at vera hálur. Flisar, betong, asfalt og grús hóska væl sum undirlag
  • Flutningsøkið skal eisini vera ljóst, reint og ruddiligt, ruddað fyri kava og avísað
  • Flutningsvegurin má í mesta lagi vera 20 metrar langur
Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag10-17