Vitja Endurnýtsluna
Á endurnýtslunum í Havn, Kollafirði, Nólsoy og á kommunalu tyrvingarplássunum sleppur tú av við meginpartin av tínum burturkasti.
Tó er Endurnýtslan á Hjalla tann einasta, sum tekur ímóti vinnuligum burturkasti.
Ert tú privatborgari, og vilt tú vita, hvussu tú skilir títt burturkast rætt heima við hús, og hvussu tú beinir burturkast rætt burtur á móttøkuplássum, kanst tú kunna teg nærri á síðu okkara um at skilja burturkast.
Soleiðis skilir tú títt burturkast
Endurnýtslurnar í Tórshavnar kommunu
Kortið vísir tey fimm endurnýtsluplássini í kommununi. Tú kanst eisini vitja tey á Google Street View.
Vitja Endurnýtsluna á Hjalla (Google Street View)
Vitja endurnýtsluna í Kollafirði (Google Street View)
Vitja endurnýtsluna í Nólsoy (Google Street View)
Vitja endurnýtsluna í Hesti (Google Street View)
Vitja tyrvingarplássið í Húsahaga (Google Street View)
ENDURNÝTSLAN Á HJALLA
Á Hjalla 3
188 Hoyvík
Tel. 30 20 40
Upplatingartíðir
Mánadag til hósdag kl. 8 - 17
Fríggjadag kl. 10 - 17
Leygardag kl. 10 - 17
BRENNISTØÐIN Á HJALLA (SILOHØLLIN)
Á Hjalla 3
188 Hoyvík
Tel. 30 20 40
Upplatingartíðir
Mánadag til hósdag kl. 8 – 16
Fríggjadag kl. 10 - 16
ENDURNÝTSLAN Í KOLLAFIRÐI
Við Sjógv 46
410 Kollafjørður
Tel. 21 12 38
Upplatingartíðir
Mikudag kl. 17 – 20
Leygardag kl. 13 – 17
ENDURNÝTSLAN Í NÓLSOY
Malarendavegur 22
270 Nólsoy
Tel. 21 12 38
Upplatingartíðir
Mikudag kl. 17 – 20
Leygardag kl. 14 – 17
ENDURNÝTLSAN Í HESTI
Kvíggjarvegur
280 Hestur
Tel. 21 12 38
Upplatingartíðir
Endurnýtslan er opin alt samdøgrið
JARNPLÁSSIÐ Á HJALLA
Á Hjalla 5
188 Hoyvík
Tel. 30 20 40
Upplatingartíðir
Mánadag til hósdag kl .8 – 16
Fríggjadag kl. 10 - 16
TYRVINGARPLÁSSIÐ Í HÚSAHAGA
Tel. 30 20 40
Upplatingartíðir
Mánadag til hósdag kl. 8 – 16
Fríggjadag kl. 10 - 16
TINGHÚSIÐ Á HJALLA
Á Hjalla 5
188 Hoyvík
Tel. 35 00 70
Móttøkutíðir í Endurnýtsluni
Mikudag kl. 13 – 17
Leygardag kl. 13 – 17
Upplatingartíðir í handlinum
Mánadag til fríggjadag kl. 13 – 17
Leygardag (síðsta leygardag í mánaðinum) kl. 10 – 14
Ynskir tín fyritøka at sleppa av við burturkast, kanst tú avhenda burturkastið á Endurnýtsluni á Hjalla, í silohøllini á Brennistøðini, á jarnplássinum á Hjalla ella á tyrvingarplássinum í Húsahaga.
Burturkast, sum ikki stavar frá privatum húsarhaldum, er vinnuburturkast og er gjaldskyldugt.
Endurnýtslan á Hjalla tekur ikki móti vinnuburturkasti leygardagar.
Tú kanst síggja, hvussu tú skilir títt burturkast, og hvussu tú letur burturkast inn til Endurnýtsluna, á síðu okkara »Soleiðis skilir tú títt burturkast«.
Tað er ókeypis at avhenda burturkast frá smærri umvælingum á Endurnýtsluni. Treytin er, at burturkastið kemur frá egnum bústaði, og at tú letur burturkastið inn við vanligum bili við lítlum viðfestivogni. Smærri umvælingar vil siga, at nøgdin av burturkasti fyllir minni enn tveir rúmmetrar. Samlaða vektin fyri bil við viðfestivogni má í mesta lagi vera 3500 kg.
Letur tú burturkast inn á móttøkupláss við akfari og viðfestivogni yvir 3500 kg, rokna vit altíð burturkastið sum gjaldskyldugt vinnuburturkast. Burturkast frá nýbygging og frá størri umbyggingum og umvælingum av privatum og vinnuligum bygningum rokna vit somuleiðis sum vinnuligt burturkast.
Mold í lítlum nøgdum kann latast ókeypis til Endurnýtsluna á Hjalla, har urtagarðsburturkast verður burturbeint. Mold í stórum nøgdum, tað vil siga meira enn ein viðfestivognur, er vinnuburturkast og eigur at fara beinleiðis í moldgoymsluna í Húsahaga.
Tú kanst lata urtagarðsburturkast ókeypis inn á Endurnýtsluni. Er skøra uppií urtagarðsburturkastinum, skalt tú tó minnast til at beina tað í bingjuna »Restburturkast«. Hetta fyri at fyribyrgja, at skøran spjaðir seg.
Mold í lítlum nøgdum kann fara á Endurnýtsluna á Hjalla, har urtagarðsburturkast verður burturbeint, meðan mold í stórum nøgdum (t.e. meira enn ein viðfestisvognur) er vinnuburturkast, sum eigur at fara beinleiðis í moldgoymsluna í Húsahaga.
Sumt burturkast má ikki brennast og skal heldur tyrvast. Hetta kann til dømis vera gips, bjálving (glas- og steinull), tilfar við PVC-innihaldi, asbest, eternitt og tílíkt.
Tyrvingarøkið í Húsahaga tekur fyrst og fremst móti tilfari frá vinnuni. Ert tú privatborgari, kanst tú lata tilfar til tyrving í bingjurnar hjá Endurnýtsluni.
ASBESTburturkast
Privatborgarar við akførum niðanfyri 3500 kg skulu koyra jarnburturkast í jarnbingjurnar á Endurnýtsluni. Kunna teg nærri á síðu okkara »Soleiðis skilir tú títt burturkast«.
Soleiðis skilir tú títt burturkast
Vinnuligt jarnburturkast
Skrottjarnið skal vigast á vektini hjá Endurnýtsluni við innkoyringina til rusksiloina. Nøgdir upp í 200 kg kunnu vigast á plattavekt. Skrottið verður vigað á veg inn, áðrenn avskiping, og á veg út aftan á avskiping. Ivast tú í onkrum, kanst tú gera vart við teg á Endurnýtsluni ella ringja á tel. 30 20 40.
Jarnburturkast frá vinnuni skal latast inn á jarnplássinum, til dømis stórir jarnlutir so sum bingjur, gravimaskinur og flakalinjur. Jarnplássið tekur eisini móti bingjum við blandaðum jarnburturkasti, sum billutir og tílíkt.
Endurnýtslan letur pening fyri gamalt jarn og onnur sløg av metallum, millum annað kopar og aluminium. Skrottjarn skal viga í minsta lagi 200 kg, fyri at tú kanst fáa pening afturfyri. Aluminium og kopar kunnu kortini viga minni (í minsta lagi 40 kg). Hetta skal vigast á plattavekt.
Fyri at skrottið kann bólkast í ávísan vørubólk, skal skrottið alt vera sama slag. Eru fleiri sløg blandað saman, til dømis jarn og aluminium, verður alt skrottið bólkað í vørubólkin við minsta gjaldinum.
Bilvrak skulu altíð latast inn á jarnplássinum uttan mun til, um tey eru privat ella vinnulig.
Avroð, slakt og fiskaslógv skalt tú lata inn í bingjuna »Lívrunnið«, sum tó bara stendur frammi eftir árstíð. Er hendan bingjan ikki frammi, skalt tú lata avroð og upptøku inn í bingjurnar »Restburturkast«.
Tú kanst tó grava fiskaslógv niður á egnari grund við teirri treyt, at hetta ikki er til ampa ella heilsuvanda fyri grannarnar og umhvørvið.
Hevur tú gamlan húsbúnað, lampur ella annað innbúgv, sum tú vilt sleppa av við, men sum er ov gott at tveita burtur, kanst tú lata hetta í bingjuna hjá Dugna á Endurnýtsluni á Hjalla. Við hesum stuðlar tú arbeiðinum hjá Dugna, tú hugsar um umhvørvið og minkar um dálking. Dugni eftirkannar og vaskar allar lutir, áðrenn teir fara út í handilin.
Peningurin frá søluni í Tinghúsinum hjá Dugna fer til at førleikamenna vinnutarnaðar borgarar.
Bingjan hjá Dugna er opin somu tíðir sum Endurnýtslan á Hjalla.