Eg vil byggja hús ella íbúð um
Ætlar tú tær at byggja húsini um, skalt tú hava fleiri viðurskifti í huga. Hesi viðurskifti kunnu hava týdning fyri, hvussu tú skalt bera teg at.
Í sambandi við umbygging er týdningarmikið at tú gert tær greitt, at ein umbygging ikki økir um víddina á ymsu hæddunum. Økir tú um víddina, er ikki talan um umbygging, men um eina afturatbygging. Í tílíkum føri skalt tú søkja um byggiloyvi. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um loyvi á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í Mín Boks.
Søk um loyvi til umbygging á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um umbygging« í evnisteigin.
Ætlar tú at tær at byggja um, kann vera, at tær tørvar byggiloyvi. Tað veldst tó um, hvat umbyggingin inniber. Byrja tískil við at kanna, um byggingin krevur byggiloyvi. Tú kanst kanna um byggingin krevur loyvi her:
Bygging, sum ikki krevur byggiloyvi
Byggimálsdeildin ger av, hvat krevst fyri at fáa loyvi. Set teg í samband við Byggimálsdeildina fyri at fáa greiðu á, hvørji skjøl, tekningar og útrokningar eru kravdar.
Í sambandi við umbygging skulu tekningarnar lýsa verandi og komandi støðu. Í umsóknini um byggiloyvi skalt tú somuleiðis upplýsa um verandi nýtslu.
Kanna um húsini eru friðað, varðveitingarverd ella um serstaka byggisamtyktin setur mørk fyri, hvussu húsini kunnu broytast. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at finna galdandi byggisamtyktina og varðveitingarvirðið á húsunum.
Skalt tú søkja um byggiloyvi uttan sjálv at eiga sethúsið ella íbúðina, skalt tú minnast til at leggja fulltrú frá eigaranum við umsóknini.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um loyvi á Vanganum.
Søk um loyvi til umbygging á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um umbygging« í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.