Lurta

Eg vil byggja nýggj hús

Ætlar tú tær at byggja nýggj hús, noyðist tú at hava fleiri viðurskifti í huga. Tí viðurskiftini kunnu hava týdning fyri tínar ætlanir og tínar møguleikar. 

Søk um byggiloyvi á Vanganum

Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Søkir tú umvegis Vangan, kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Áðrenn tú byggir
Kunna teg um byggireglugerðina

Kunna teg um lógir og reglur. Tað er umráðandi, at tú kunnar teg um ásetingarnar í bygningskunngerðini, eisini rópt BK17, áðrenn tú fert undir at byggja.

Bygningskunngerðin (landsverk.fo) 

Leita fram almennu og serstøku byggisamtyktirnar

Títt grannaøki er skipað sambært einari almennari byggisamtykt og møguliga eisini einari serstakari byggisamtykt. Samtyktirnar kunnu seta onnur mørk fyri tína bygging, enn tær avmarkingar, tú sært í bygningskunngerðini. Almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktirnar, ið eru galdandi fyri títt grundstykki, kanst tú leita fram við at tøppa tín bústað inn í leitiskipanina niðanfyri.

Tørvar tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu, sært tú tær allar á síðu okkara »Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu«.

Byggisamtyktin og bygningskunngerðin áseta, hvussu nógv tú sleppur at byggja á tínum grundstykki. Hetta verður roknað sambært serligum útrokningarreglum, sum eru lýstar í bygningskunngerðini. Kunna teg nærri um útrokningarreglurnar við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Gev gætur, at tín ogn kann vera fevnd av aðrari lóggávu. Tú kanst kanna, hvat er galdandi fyri títt grundstykki á síðuni »Hvat er galdandi á tínum grundstykki«. Ivast tú, kanst tú seta teg í samband við Byggimálsdeildina. Sambandsupplýsingarnar finnur tú niðast á hesari síðuni.

Tøppa inn bústað


Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Útrokningarreglur (landsverk.fo)

Hvat er galdandi á tínum grundstykki 

Kanna um stykkið er fevnt av byggi- og friðingarlinjum

Skalt tú byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, ið kunnu seta mørk fyri tína bygging.

Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varar av. Byggilinjur kunnu tó eisini finnast í skeytinum ella standa skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg, og í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.

Títt grundstykki kann harumframt vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Talan kann tá vera um:

  • Bygging uttangarðs
  • Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
  • Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðarlundum, ið Føroya Viðarlundanevnd hevur um hendi,
  • Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 hektar
  • Bygging enn 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggimálsdeildina í Tórshavnar kommunu.

Løgtingslóg um náttúrufriðing (logir.fo)

Leita fram møguligar tinglisnar byrður

Títt grundstykki kann vera fevnt av tinglisnum byrðum. Á summum grundstykkjum eru byrður galdandi, ið kunnu bera við sær aðrar og neyvari avmarkingar enn tær, sum byggisamtyktin og bygningskunngerðin áseta. Til dømis kunnu byggilinjur, byggifelt og annað vera tinglisið og áseta, hvar tú kanst byggja á tínum stykki.

Avrit av skeyti og tinglisnum byrðum skal leggjast við umsóknini um byggiloyvi. Tú kanst sjálv útvega tær avrit í tinglýsingarskipanini hjá Tinglýsingini. Tinglýsingarskipanin hevur egna heimasíðu, og har finnur tú eina leiðbeining, ið greiðir frá, hvussu tú ritar inn í skipanina. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing«, sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)

Forfundur

Áðrenn tú fert í gongd við byggiætlanina, kanst tú sum eigari ella umboð fyri eigaran fáa eina innleiðandi samrøðu við Byggimálsdeildina.

Í innleiðandi samrøðuni fáa vit greiðu á karmarnar fyri verkætlanina og gera millum annað avtalur um tíðarætlanir.

Forfundur

Finn skikkaðan byggiráðgeva

Sum eigari er tað tín ábyrgd at syrgja fyri, at byggingin fer fram í samsvari við bygningskunngerðina, byggisamtyktina og aðrar galdandi reglur, sum títt grundstykki er fevnt av. Vit mæla tí til, at tú finnur tær ein skikkaðan byggiráðgeva.

Minst til grannalagið

Tosa við grannarnar um tína ætlan. Tað styrkir grannalagið og fyribyrgir ósemjur seinni í verkætlanini. Minst til, at títt byggivirksemi ávirkar grannalagið, bæði meðan tú byggir, og tá byggingin er av.

Serliga mást tú minnast til altíð at virða markini móti grannaøkjum. Tað er hvørki loyvt at fylla inn á grannastykkið ella grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Sostatt er bara loyvt at arbeiða út til mark. Fert tú av onkrari orsøk inn um grannastykkið, skalt tú sum skjótast boða viðkomandi granna frá.

Hevur tú fyri neyðini at koma grannaognini so nær, at hon verður ávirkað, er skilabest, at tú tosar við grannan frammanundan.

Grannahoyring

Loyva vit fráviki í mun til ásetingarnar í bygningskunngerðini ella byggisamtyktini, senda vit tínum grannum eitt skrivligt hoyringsskriv, soleiðis at tínir grannar hava møguleika fyri at gera viðmerkingar til frávikið. Grannar skulu hava høvi at kanna umsóknina í tvær vikur eftir at teir hava fingið skrivligu boðini.

Hevur ein byggiverkætlan serliga neiliga ávirkan á grannalagið, kunnu vit sum kommunalur byggimyndugleiki gera av, at málið skal til grannahoyring, áðrenn vit taka støðu til málið – eisini hóast eingi frávik eru í mun til kunngerðina og samtyktirnar.

Tú kanst lesa meira um hoyringar í sambandi við órógv ella ampa av bygging á síðu okkara »granni at bygging«.

Granni at bygging

Send fullfíggjaða umsókn longu fyrstu ferð

Tín umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa arbeiðið, sum skal gerast. Allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina, skulu harumframt leggjast við umsóknini. Tekningar skulu vera mátfastar og støddarlutføllini tilskilast, soleiðis at vit sum byggimyndugleiki lættliga kunnu meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

Tín umsókn um byggiloyvi skal millum annað innihalda:

  • Avrit av skeyti við ásetingum og tinglýstum byrðum
  • Tekningar:
    • Støðumynd
    • Flatmynd
    • Síðumyndir við lendisviðurskiftum
    • Tvørskurðir við lendisviðurskiftum og tilfarslýsing
    • Kloakktekningar
    • Um neyðugt brunatekningar, sertekningar, skurðir sum vísa lendisviðurskiftini mótvegis grannum og tílíkt
    • Útrokningar av byggi- og nýtslustigi
  • Tekningar skulu hava øll neyðug mát og í minsta lagi høvuðsmát
  • Á øllum tekningum skal vera tekningshøvd við dagfesting, matrikkulnummari á ognini og kunning um, hvør hevur teknað
  • Har orkukarmur er ásettur, skal útrokningin av orkukarminum vera tøk og gjørd av góðkendum ráðgeva. Orkutørvurin skal vera roknaður við forritinum Be 10, sum er partur av »Sbi-anvisning 213, Bygningers energibehov«
  • Tú skalt upplýsa, um tín verkætlan er í stríð við ásetingarnar í byggilógini, bygningskunngerðini, byggisamtyktum, tinglisnum byrðum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Er verkætlanin í stríð við ásetingarnar, skal tín umsókn fevna um grundaða umbøn um loyvi til at víkja frá ásetingunum

Tú kanst kunna teg nærri um krøvini í faldara okkara »Sethúsabygging«, í kap. 1 § 3 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og í bygningskunngerðini, kap. 1.3.1.

Faldarin »Sethúsabygging«

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn.

Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um byggiloyvi« í evnisteigin.

Umsókn um byggiloyvi

Meðan byggingin fer fram
Fráboðan um arbeiðsbyrjan

Minst til, at tú skalt boða byggimyndugleikanum frá, áðrenn tú fert í gongd við at byggja. Tú boðar byggimyndugleikanum frá arbeiðsbyrjan við at senda teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Broytingar

Broytir tú verkætlanina aftaná byggiloyvið er útskrivað, skalt tú boða kommunala byggimyndugleikanum frá. Er talan um munandi broytingar, krevur hetta, at verkætlanartilfarið verður dagført og møguliga at nýtt byggiloyvi skal útskrivast. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um tørvur er á fleiri upplýsingum ella um tú noyðist at søkja av nýggjum.

Grevur tú í veg, gongubreyt ella annað kommunalt øki, tørvar tær serstakt loyvi.

Grevstrarloyvi

Minst til grannarnar

Minst til at taka atlit til grannarnar, meðan byggingin fer fram. Syrg fyri framhaldandi at kunna tínar grannar, so teir kenna tínar byggiætlanir, og so teir vita, hvat gongur fyri seg á byggiplássinum. Hugsa um, hvat tú kanst gera fyri, at títt byggivirksemi verður til so lítlan ampa sum gjørligt.

Broytist tín byggiætlan, soleiðis at hon ávirkar grannalagið, til dømis við at leingja munandi um byggitíðina, er skilabest eisini at kunna grannarnar um broytingina.

Granni at bygging

Tá byggingin er av
Byggiváttan

Tá byggiarbeiðið er liðugt, skalt tú boða Byggimálsdeildini frá í góðari tíð. Tað gert tú við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Tá tú hevur sent okkum tína fráboðan, sýnir Byggimálsdeildin húsini, soleiðis at ein byggiváttan kann útskrivast. Byggiváttanin er eitt skjal, sum prógvar, at húsini eru bygd sambært ásetingunum í byggiloyvinum.

Bygningurin má ikki takast í nýtslu, fyrr enn ein byggiváttan fyriliggur. Í byggiloyvinum sært tú, um byggiváttan krevst.

Regluverk

Bygningskunngerðin BK17

Í Bygningskunngerðini BK17 finnur tú bæði løgfrøðiliga bindandi ásetingarnar og vegleiðandi leysligar tekningar og viðmerkingar til løgfrøðiliga kravtekstin:

Bygningskunngerðin 2017 (landsverk.fo)


Byggilógin

Byggilógina sært tú her: Byggilógin (logir.fo)

Byggisamtyktir

Tørvar tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu, sært tú tær allar á síðu okkara »Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu«:

Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15