Lurta

Forfundur

Ætlar tú tær at byggja hús, byggja uppí ella byggja um á tínum grundstykki, kanst tú bíleggja ein forfund við Byggimálsdeildina. Tú bíleggur fundin við at senda okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Bílegging av forfundi« í evnisteigin og at viðmerkja tín bústað.

Bílegg forfund

Á einum forfundi kunnu vit veita tær leiðbeining um yvirskipaðu reglurnar og svara spurningum, ið taka seg upp, tá tú vilt byggja. Forfundurin varir ein hálvan tíma. Tað er umráðandi, at tú frammanundan gert tær greitt, hvat tú ætlar tær at spyrja okkum um, soleiðis at vit fáa brúkt tíðina so væl sum gjørligt. Fundurin verður hildin á Byggimálsdeildini í Steinatúni í Tórshavn.

 

Tilfar til forfundin

Tá tú bíleggur forfundin, skalt tú minnast til at leggja neyðuga tilfarið við bíleggingini. Er tilfarið ikki tøkt, tá tú bíleggur fundin, kanst tú senda tilfarið seinni í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja í evnisteiginum, at talan er um tilfar til ein forfund og at upplýsa tín bústað.

Vit skulu hava tilfarið í seinasta lagi fimm arbeiðsdagar áðrenn fundin. Hava vit ikki fingið tilfarið áðrenn ásettu freistina, avlýsa vit fundin.

Fyri at kunna veita tær so góða leiðbeining sum gjørligt, skulu vit hava hesar upplýsingar frá tær:

  1. Hvat vilt tú byggja, og hvat vilt tú spyrja Byggimálsdeildina um?
  2. Roknar tú við at lendisregulera?
  3. Hvussu nógvar bygningar hevur tú á tínum grundstykki, tá tú telur allar bygningar við, og hvussu stórir eru teir?
  4. Tú skalt kunna teg um almennu og serstøku byggisamtyktina. Hevur tú spurningar viðvíkjandi samtyktunum, vilja vit fegin hava spurningarnar áðrenn fundin.
  5. Støðumynd av grundini, har tú teknar inn markið, teknar inn allar standandi bygningar og frámerkir, hvar tú ætlar tær at staðseta nýggju byggingina við mátum á bygningunum og frástøðu til mark.
  6. Eigur tú ikki sjálv grundstykkið, skalt tú viðfesta fulltrú frá eigara. Sama ger seg galdandi, um tú ert ráðgevi ella arkitektur.

Tað kann koma fyri, at vit biðja teg um meira tilfar í sambandi við okkara meting av byggimálinum. 

Tú kanst leita fram almennu og serstøku byggisamtyktina fyri títt grundstykki við at tøppa bústaðin ella matrikkulnummarið inn í leititeigin niðanfyri.

Kommunuætlanin

 

Forfundurin er ein vegleiðing – ikki ein avgerð

Tú mást vera greið yvir, at vit taka onga endaliga avgerð um tína byggiætlan á einum forfundi. Vit vegleiða teg, so tú ert útgjørd til at samanseta eina fullfíggjaða umsókn um byggiloyvi. Aftan á fundin sendir málsviðgerin tær eina fundarváttan.

Hevur tú Samleikan, søkir tú byggiloyvi á Vanganum.

Søg um byggiloyvi á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um byggiloyvi« í evnisteigin.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15