Lurta

Eg vil grava – krevur tað loyvi?

Ætlar tú tær at grava, eru nøkur viðurskifti, tú skalt hava í huga. Annaðhvørt tú grevur á privatum øki ella kemur inn á alment øki, eru ymisk atlit at taka.

Ætlar tú tær til dømis at grava á óbygdari ogn, mást tú søkja um eitt byggiloyvi fyri at grava út og planera.

Søk um graviloyvi



Grevur tú í almennum ella kommunalum øki
Grevur tú í almennum ella kommunalum øki

Tørvar tær at grava í ogn hjá kommununi, eitt nú í gongubreyt ella koyriveg, skalt tú minnast til at søkja um loyvi frá kommununi frammanundan. Tað gert tú við at senda okkum serstaka umsókn um graviloyvi at grava í kommunalum øki.

Í umsóknini skalt tú tilskila, hvar tú ætlar tær at grava og hví. Ætlar tú tær at tyrva tangar, leiðingar ella annað, skalt tú eisini tilskila, hvat tú ætlar tær at tyrva.

Søk um graviloyvi

Mark móti grannaøkjum skulu virðast

Minst til, at markini móti grannaøkjum altíð skulu virðast. Tað er hvørki loyvt at fylla inn á grannastykkið ella at grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Sostatt er bara loyvt at arbeiða út til mark. Fert tú av onkrari orsøk inn á grannastykkið, skalt tú boða eigaranum frá sum skjótast.

Gerst neyðugt hjá tær at koma grannaognini so nær, at hon verður ávirkað, er skilabest, at tú tosar við grannan frammanundan.

Granni at bygging

Aðrar treytir fyri at byrja at grava

Áðrenn tú byrjar at grava, skulu møguligar leiðingar, kaðlar og rørleiðingar í jørðini avmerkjast á staðnum. Hetta gera SEV, NET, Fjarhitafelagið, Tórshavnar kommuna og onnur, sum millum annað varða av sjónvarps- og fjarskiftiskaðlunum.

Søk um graviloyvi

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15