Eg vil taka bygning niður ella umvæla og bjálva
Vilt tú taka bygningar niður ella umvæla tína ogn, eru nøkur viðurskifti, tú mást hava í huga. Tú mást til dømis fylgja reglunum um niðurtøku og um skiljing av byggiburturkasti. Ætlar tú tær at taka niður hús, størri bilhús, bilskýli ella tílíkar bygningar, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi.
Loyvið søkir tú á Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Sum útgangsstøði er loyvt at taka niður bygging, ið er minni enn 50 fermetrar til støddar. Hetta er kortini treytað av, at tú fylgir vegleiðingini hjá Tórshavnar kommunu um niðurtøku av bygningum. Harumframt skalt tú fylgja reglunum fyri skiljing av byggiburturkasti og boðar móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan.
Ætlar tú tær at taka niður hús, størri bilhús, bilskýli ella tílíkar bygningar, skalt tú søkja kommununa um loyvi. Loyvið søkir tú á Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Minst til, at tú skalt fylgja reglunum um skiljing av byggiburturkasti og boða móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn.
Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um loyvi til niðurtøku av bygningi« í evnisteigin.
Tú kanst umvæla og bjálva tín bygning uttan loyvi frá Tórshavnar kommunu. Hetta er kortini treytað av, at arbeiðið fer fram í samsvari við ásetingarnar í bygningskunngerðini, almennu og serstøku byggisamtyktunum, tinglisnu byrðunum og øðrum.
Er talan um ein varðveitingarverdan bygning, eigur tú at venda tær til Byggimálsdeildina fyri at fáa nærri kunning um, hvussu tú skalt bera teg at. Tú kanst kanna, um tín bygningur er friðaður ella varðveitingarverdur við at skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.
Skriva tín bústað ella matrikkul í inputfeltið niðanfyri og fá fylgjandi upplýsingar fyri tín bústað:
- Ognir á matrikklinum skrásettar í Tórshavnar býaratlasi