Lurta

Granni at bygging

Er tín granni farin undir at byggja, kanst tú finna kunning og góð ráð her.



Tá ið granni tín byggir
Hvat byggir granni mín?

Sum granni at bygging er skjótt at gerast forvitin eftir at vita, hvat gongur fyri seg.

Vit viðmæla, at tú sjálv setur teg í samband við tín granna. At taka málið beinleiðis upp við grannan vísir seg ofta at vera besti mátin at fáa greiðu á ivamálum. Persónligt samskifti gevur betri innlit í verkætlanina og kann fyribyrgja misskiljingar og trupulleikar seinni.

Ynskir tú nærri kunning, kanst tú venda tær til kommununa og biðja um innlit í byggimálið. Tú kanst senda eina umbøn um innlit til Snarskivuna umvegis teldupost á torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja bústaðin, sum umbønin snýr seg um, og hvat mál, tú vilt hava innlit í. Í faldaranum niðanfyri kanst tú lesa um, hvussu tú søkir um innlit.

Meðan byggingin fer fram, kann ofta vera trupult at ímynda sær, hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út. Vit viðmæla tí, at tú eisini setur teg í samband við grannan, um tú hevur fingið illgruna um, at byggingin ikki samsvarar við tað, sum viðkomandi hevur fingið loyvi til, ella um tú heldur teg varnast aðrar trupulleikar við verkætlanini. Fært tú ikki samskifti í lag við grannan, kanst tú venda tær til kommununa.

Alment innlit

Eigi eg at verða hoyrd í byggimálinum hjá mínum granna?

Fer byggingin fram í samsvari við galdandi ásetingarnar í Bygningskunngerðini og byggisamtyktunum, verður tú sum granni vanliga ikki hoyrd. Heldur ikki, um byggingin kann ávirka sólargang, sýni og annað tílíkt, ið kann tykjast ørkymlandi.

Kommunan tekur atlit at ásetingunum í Bygningskunngerðini og byggisamtyktunum um vídd, hædd, frástøðu og annað, tá vit viðgera eina umsókn um byggiloyvi. Lýkur byggingin ikki ásetingarnar í Bygningskunngerðini og byggisamtyktunum, til dømis um mest loyvdu hædd og frástøðu, skal kommunan gera eina heildarmeting og taka avgerð í málinum. Í tílíkum føri er talan um frávik og tí er ásett, at áðrenn vit geva fráviksloyvi, skulu vit senda grannunum hoyringsskriv, soleiðis at grannarnir hava møguleika at gera viðmerkingar til frávikið. Fráviksloyvi kann ikki gevast fyrr enn tvær vikur eftir, at grannar hava fingið hoyringsskrivið.

Í summum førum kanst tú verða roknað sum partur í byggimálinum, hóast byggingin samsvarar við galdandi ásetingar. Í tílíkari hoyring biðja vit teg um at gera tínar viðmerkingar til málið.

Møguligar viðmerkingar frá grannum skulu vera skrivligar og eru vegleiðandi. Tað vil siga, at kommunan tekur tínar viðmerkingar við í metingina av málinum, men tað er framvegis kommunali byggimyndugleikin, sum tekur avgerð um møguligt frávik.

Tinglisnar byrður

Á grannagrundini kunnu tinglisnar byrður vera í gildi, sum bera við sær avmarkingar fyri bygging. Tinglisnu byrðurnar kunnu vera strangari enn ásetingarnar í serstøku byggisamtyktini og kortini samsvara endamálinum við serstøku samtyktini.

Tú kanst kanna, um byrður eru tinglisnar á einari ogn við at leita í tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni. Gev gætur, at summar upplýsingar fært tú bara fatur á, um tú ritar inn við Samleikanum.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)

Nær kemur hoyring upp á tal í sambandi við byggimál?
Hoyringsrættindi sambært Bygningskunngerðini

Kommunali byggimyndugleikin kann geva loyvi til frávik frá Bygningskunngerðini, um vit meta, at tað ber illa til at byggja eftir ásetingunum í Bygningskunngerðini.

Áðrenn vit geva fráviksloyvi, skulu vit senda grannunum hoyringsskriv, soleiðis at grannarnir hava møguleika at gera viðmerkingar til frávikið. Fráviksloyvi kann ikki latast fyrr enn tvær vikur eftir, at grannarnir hava fingið hoyringsskrivið.

Hoyringsrættindi sambært byggisamtykt

Um torført er at halda ásetingarnar í eini byggisamtykt, ella snýr tað seg um mál av lítlum týdningi, kann byggivaldið geva lættar viðvíkjandi ásetingunum í byggisamtyktini.

Áðrenn vit geva lættar, skulu vit senda grannunum skrivlig boð, og grannarnir skulu hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi tvær vikur frá tí degi, teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi.

Hoyringsrættindi sambært fyrisitingarlógini

Sambært § 18 í fyrisitingarlógini eigur kommunan at hoyra tey, sum verða mett at vera so mikið ávirkað av byggiverkætlanini, at tey eru at rokna sum partar í málinum. Aloftast skulu grannar til bygging ikki hoyrast, uttan so at frávik verða givin. Sostatt er tað bara í heilt serligum førum, at hoyrt verður eftir fyrisitingarlógini.

Sambært fyrisitingarlógini ert tú partur av einum máli, hevur tú ein persónligan, týðandi og rættarligan áhuga í byggimálinum. Hetta merkir, at partshugtaktið aloftast fevnir um nærmastu grannarnar ella ongan, tá byggingin ikki hevur týðandi ávirkan á nakran.

Tú kanst kunna teg nærri um rættindini í fyrisitingarlógini § 18.

Fyrisitingarlógin (logir.fo)

Kæruvegleiðing
Nær kann eg kæra?

Ynskir tú at kæra eina avgerð, sum kommunan hevur tikið sambært byggilógini ella lógini um býarskipan og byggisamtyktir, eru fortreytirnar, at:

  • Ein avgerð er tikin, sum tú kanst kæra um
  • Tú hevur rætt til at kæra

Kærunevndin í lendismálum tekur støðu til, hvørt fortreytirnar fyri eini kæru eru til staðar, og um tú hevur rætt til at kæra.

Treytin fyri at kæra er, at tú sum kærari hevur persónligan og veruligan áhuga í málinum. Tey, sum kunnu kæra, eru sostatt tey somu, sum vanliga eru at rokna sum partar í byggimálinum. Tað vil siga tey, sum verða ávirkað av avgerðini, til dømis grannar at ognini.

Kunna teg nærri um byggilógina og lógina um býarskipan og byggisamtyktir við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Avgerðir skulu kærast til Kærunevndina í lendismálum. Kæran skal vera skrivlig, og tú skalt grundgeva fyri kæruni so væl sum til ber. Avrit av avgerðini, tú kærir um, skal leggjast við. Eru onnur skjøl, sum hava týdning fyri kæruna, skalt tú eisini leggja hesi við.

Kærufreistin er fýra vikur undir vanligum umstøðum.

Kæran skal sendast við telduposti til fks@fks.fo ella sum bræv til:

KÆRUNEVNDIN Í LENDISMÁLUM

c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

Byggilógin (logir.fo)

Lógin um býarskipan og byggisamtyktir (logir.fo)

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15