Útlutanir og søla av grundstykkjum og húsum
Vilt tú útvega tær raðhús ella grundstykki til at byggja sethús í Tórshavnar kommunu, kanst tú annaðhvørt keypa frá privatum, ella tú kanst tekna teg til lutakast, so hvørt sum kommunan boðar frá, at grundstykkir ella raðhús eru klár at luta út.
Kommunan kunnar alment um, nær útlutanir fara fram, og síðan ber til at tekna seg til lutakast. Er eingin keypari til grundstykkir, ið hava verið boðin út í lutakasti, kann kommunan lýsa stykkini til sølu her á síðuni og í fjølmiðlunum ella selja tey umvegis meklara.
Fyri at vera við í lutakastinum mást tú millum annað vera fylt 18 ár, og tú og hjúnafelagi ella maki tín mugu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, til dømis saman við øðrum ella umvegis partafelag, eiga sethús, tvíhús, raðhús ella grundstykki í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar býráð samtykti 28. januar 2016 at strika skipanina við bíðilistum til grundstykkir. Borgarar kunnu í staðin tekna seg til útlutanir, so hvørt sum stykkir eru klár at luta út. Á hendan hátt fáa øll, ið lúka treytirnar fyri at fáa tillutað ogn frá kommununi, javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum.
Kunna teg nærri um treytirnar í reglugerðunum fyri útlutan av grundstykkjum og raðhúsum.
Nú ber til at melda til lutakast um tvey lyklaklár raðhús, ið verða bygd á Argjum í næstum. Farið verður undir at byggja raðhúsini í januar 2026, og eftir ætlan eru raðhúsini klár í apríl 2027.
Kostnaðurin fyri lyklakláru húsini verður 4.850.000 krónur, og ætlar arbeiðstakarin, at gjaldið skal fella í trimum umførum soleiðis:
- 1/3 tá kjallaraútveggir eru stoyptir á vári 2026
- 1/3 tá húsini eru innilokaði á sumri 2026
- 1/3 tá húsini eru klár at flyta inn í á vári 2027
Húsini verða bygd av Sp/f ráðgeving v/Hanus Olsen. Tú sært nærri lýsing av raðhúsunum í faldaranum niðanfyri.
Tíggju lyklaklár raðhús á Argjahamri_kunningarfaldari

Tú kanst tekna teg til lutakastið niðanfyri. Tá ið lutakastið er av, fær byggiharrin ein lista við úrslitinum av lutakastinum. Listin vísir, í hvørjari raðfylgju fólk kunnu velja sær sítt raðhús.
Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026. Les meira um treytirnar og tekna teg til lutakastið niðanfyri.
Tekna teg til lutakastið á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.
Tekna teg til lutakastið á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026.
Treytirnar fyri at vera við í lutakastinum eru fleiri. Tú og hjúnafelagi ella maki tín skulu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, til dømis saman við øðrum, gjøgnum partafelag ella á annan hátt, eiga fasta ogn í Tórshavnar kommunu, ið kann nýtast til privatan bústað. Hetta er tó ikki galdandi, um tú bara eigur eina íbúð í kommununi.
Harafturat skalt tú hava skrásettan bústað í Tórshavnar kommunu í seinasta lagi dagin áðrenn tilmeldingin verður lýst alment.
Fyri at vera í lutakastinum um raðhúsini, mást tú eisini hava váttan um fígging til eitt raðhús. Tað vil siga fígging til raðhús til 4.850.000 krónur.
Vit mæla staðiliga til, at tú setir teg væl inn í treytirnar í reglugerðini fyri útlutan av raðhúsum, áðrenn tú teknar teg til lutakastið. Reglugerðina sært tú her:
Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda undirskrivaða skjalið til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.
Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Tilmelding til lutakast« í evnisteigin.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum fleiri grundstykkir í Nólsoy til sølu. Talan er um grundstykki, ið eru eftir av útstykkingini Undir Bøbrekku. Stykkini hava sostatt staðið til sølu fyrr.
Vilt tú keypa eitt grundstykki, trýstir tú á grøna knøttin niðanfyri og fyllir kravdu teigarnar út. Í sølulistanum niðast á hesari síðuni sært tú, hvørji stykki eru tøk, bíløgd ella seld.
Bílegg grundstykki í Nólsoy
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar grundstykkini liggja í útstykkingini. Hvørt stykki er umleið 500 fermetrar til støddar. Stykkini eru ikki grivin út, og tey verða seld, soleiðis sum tey liggja. Kostnaðurin er 165.000 krónur umframt tinglýsingarkostnaðin, sum keypari rindar. Vanligar kommunalar ásetingar verða tinglýstar á stykkjunum, undir hesum áseting um bústaðarskyldu.

Sølulisti
Her sært tú, hvørji grundstykkir eru tøk, hvørji eru umbiðin og hvørji eru seld.
Matrikkul | Støða |
| Matr. 159o | Tøkt |
| Matr. 159n | Tøkt |
| Matr. 159i | Tøkt |
| Matr. 159h | Selt |
| Matr. 159g | Selt |
| Matr. 159p | Tøkt |
| Matr. 159q | Tøkt |
| Matr. 159r | Tøkt |
| Matr. 159m | Selt |
| Matr. 159k | Tøkt |
Gev gætur, at grundstykkir á listanum kunnu vera umbiðin kortsíðan og sostatt ikki tikin av sølulistanum enn. Søkja fleiri um at keypa sama grundstykki, goyma vit allar umsóknirnar, soleiðis at vit kunnu bjóða næsta umsøkjara stykkið, um fyrsti keyparin sleppur sínari ætlan. Eisini kemur fyri, at seld stykkir verða latin inn aftur.