Status yvir útlutan av grundstykkjum og bústøðum

Niðanfyri sært tú, hvør støðan er viðvíkjandi útlutan av grundstykkjum í verandi og komandi útstykkingum. Harnæst sæst yvirlit yvir støðuna fyri raðhús, íbúðir og aðrar búeindir. Vit dagføra yvirlitið hvørt mánaðarskifti.



Vert at vita um útlutanir
Vert at vita um útlutan av grundstykkjum

Vit luta grundstykki út sambært reglugerðini fyri útlutan av grundstykkjum. Vit lýsa í tíðindabrøvum í almennum og sosialum miðlum, tá ið fólk kunnu tekna seg til lutakast. Bert tey, ið melda til lutakast áðrenn seinastu tilmeldingarfreist, eru við í lutakastinum. Tá ið stykki verða latin kommununi aftur, verða tey lutað út aftur millum tey, ið teknaðu seg áðrenn freistina, og sum ikki fingu nakað í undanfarna lutakasti.

Vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki um óbygd grundstykki. Hetta er kommunan greið yvir, og vit eru støðugt í samskifti við fólk um hesi stykki. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at fólk ikki koma í gongd við at byggja. Í summum førum eru tað sakligar orsøkir, og í summum førum eru tað aðrar orsøkir. Í øllum førum fer kommunan altíð undir eina tilgongd at fáa ferð á byggingina, ella fáa stykkini inn aftur. Og tað kann onkuntíð gerast ein drúgv tilgongd.  

Tú kanst lesa reglugerðina fyri útlutan av grundstykkjum, og síggja um til ber at melda til lutakast í løtuni á síðu okkara um útlutanir og søla av grundstykkjum.

Útlutan av grundstykkjum og bústøðum

Vert at vita um útlutan av raðhúsum, íbúðum og øðrum búeindum

Tá talan er um útstykkingar til raðhús og íbúðir, er tað altíð ein privatur mennari, ið byggir bústaðareindirnar, meðan kommunan finnur keypararnar. Vit lýsa í tíðindabrøvum í almennum miðlunum og á sosialum miðlum, tá ið fólk kunnu tekna seg til lutakast. Lutakast avgerð í hvørjari raðfylgju áhugaðir keyparar sleppa at velja sítt raðhús ella sína íbúð. Tá lutakastið er avgreitt, er restin eitt mál millum privata mennaran og keypararnar.

Í løtuni eru hvørki raðhús, íbúðir ella aðra eindir at luta út, men nakar verkætlanir eru á veg, sum tú sært á statusyvirlitinum niðanfyri. 

Tú kanst seta teg inn í reglugerðirnar fyri útlutan av raðhúsum og íbúðum, og síggja tá tað ber at melda til lutakast á síðu okkara um útlutanir og søla av grundstykkjum og bústøðum.

Útlutan av grundstykkjum og bústøðum

Status yvir útlutanir av grundstykkjum
Hamrabøur

Eitt grundstykki er nýliga latið kommununi aftur. Áðrenn 1. november 2026 verður skipað fyri lutakasti millum tey, ið meldaðu til seinast.

Nólsoy

Talan er um grundstykki, sum hvørki eru útgrivin ella planeraði. Tú kanst umbiðja tey her:

Bílegg grundstykki í Nólsoy

Velbastað

Steðgur hevur verið í verkætlanini, so tíðarætlanin er óviss. Miðað verður eftir at skipa fyri tilmelding til lutakast á sumri 2027. 

Klingurstjørn

Skipað varð fyri nýggjari tilmelding og lutakasti um tvey innkomin stykki í november 2025 millum 42 luttakarar í bólki 1.

Einki grundstykki er latið kommununi aftur í løtuni, men kommunan samskiftir við fleiri um antin at fara undir bygging ella at lata stykkini inn aftur. Verður nakað stykki latið inn aftur, verður tað at frætta á hesari síðuni.

Argjahamar

Vit skipaðu fyri nýggjari tilmelding og lutakasti um fimm innkomin stykki í november 2025 millum 38 luttakarar í bólki 1. Síðan tá er eitt stykki latið kommununi aftur, og vit samskifta við fleiri um antin at fara undir bygging ella lata stykkini inn aftur.

Í seinasta lagi 1. desember 2026 verður skipað fyri lutakasti um innkomin stykki millum tey í bólki 1.

Status yvir útlutan av raðhúsum, íbúðum og øðrum bústaðareindum
Raðhús á Argjahamri

Vit arbeiða í løtuni við almennum útboði av trimum økjum til raðhúsabygging omanfyri Argjahamar til privatar mennarar. Gongur sum ætlað, verða útboðini kunngjørd um ársskiftið 2026/27, og tilmelding til lutakast verður sostatt í fyrsta lagi hálvt ár seinni.

Ymiskar bústaðareindir við Stórutjørn

Talan er um stóra útstykking við umleið 400 bústaðareindum: Lyklarklárar bústaðir av ymiskum sløgum og umleið 16 vanlig planeraði sethúsastykki. Eftir ætlan fer byggisamtyktin út í almenna hoyring í november 2026, og planeringsarbeiðið verður liðugt í februar 2027.

Tilmelding til lutakast um grundstykkini og hinar búeindirnar verður í fyrsta lagi klárt á sumri 2027.

Sethúsalíknandi bygging á Lygnnesi

Eitt øki á Lygnnesi í Kollafirði varð boðið út tann 21. september 2026 til opna og lága bústaðarbygging. Talan er um sethúsalíknandi bygging, sum kann býtast upp í fleiri eindir. Freistin at lata inn tilboð og skitsuuppskot er tann 12. oktober 2026.

Her er tað sama galdandi sum omanfyri Argjahamar: Ein privatur mennari byggir, og kommunan finnur síðan keyparar til húsini.

Tá støða er tikin til innkomnu tilboðini, vita vit vónandi nærri um tíðarætlanina fyri verkætlanina.

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Vestara Bryggja 15, 2. hædd
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Býarskipanardeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15