Útlutanir og søla av grundstykkjum og bústøðum
Vilt tú útvega tær grundstykki ella lyklakláran bústað í Tórshavnar kommunu, kanst tú annaðhvørt keypa frá privatum, ella tú kanst tekna teg til lutakast, so hvørt sum kommunan boðar frá, at grundstykkir ella bústaðir eru klár at luta út.
Kommunan kunnar alment um, nær útlutanir fara fram, og síðan ber til at tekna seg til lutakast. Er eingin keypari til grundstykkir, ið hava verið boðin út í lutakasti, kann kommunan lýsa stykkini til sølu her á síðuni og í fjølmiðlunum ella selja tey umvegis meklara.
Fyri at vera við í lutakastinum um grundstykkir og raðhús mást tú millum annað vera fylt 18 ár, og tú og hjúnafelagi ella maki tín mugu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, til dømis saman við øðrum ella umvegis partafelag, eiga sethús, tvíhús, raðhús ella grundstykki í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar býráð samtykti 28. januar 2016 at strika skipanina við bíðilistum til grundstykkir. Borgarar kunnu í staðin tekna seg til útlutanir, so hvørt sum stykkir eru klár at luta út. Á hendan hátt fáa øll, ið lúka treytirnar fyri at fáa tillutað ogn frá kommununi, javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum.
Treytirnar fyri at luttaka í lutakastinum um ávikavist grundstykki, raðhús og íbúðir eru ymiskar. Kunna teg nærri um treytirnar í reglugerðunum.
Reglugerð fyri útlutan av grundstykkjum til sethús
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum fleiri grundstykkir í Nólsoy til sølu. Talan er um grundstykki, ið eru eftir av útstykkingini Undir Bøbrekku. Stykkini hava sostatt staðið til sølu fyrr.
Vilt tú keypa eitt grundstykki, trýstir tú á grøna knøttin niðanfyri og fyllir kravdu teigarnar út. Í sølulistanum niðast á hesari síðuni sært tú, hvørji stykki eru tøk, bíløgd ella seld.
Bílegg grundstykki í Nólsoy
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar grundstykkini liggja í útstykkingini. Hvørt stykki er umleið 500 fermetrar til støddar. Stykkini eru ikki grivin út, og tey verða seld, soleiðis sum tey liggja. Kostnaðurin er 165.000 krónur umframt tinglýsingarkostnaðin, sum keypari rindar. Vanligar kommunalar ásetingar verða tinglýstar á stykkjunum, undir hesum áseting um bústaðarskyldu.

Sølulisti
Her sært tú, hvørji grundstykkir eru tøk, hvørji eru umbiðin og hvørji eru seld.
Matrikkul | Støða |
| Matr. 159o | Tøkt |
| Matr. 159n | Tøkt |
| Matr. 159i | Tøkt |
| Matr. 159h | Selt |
| Matr. 159g | Selt |
| Matr. 159p | Tøkt |
| Matr. 159q | Tøkt |
| Matr. 159r | Tøkt |
| Matr. 159m | Selt |
| Matr. 159k | Tøkt |
| Matr. 159l | Tøkt |
Gev gætur, at grundstykkir á listanum kunnu vera umbiðin kortsíðan og sostatt ikki tikin av sølulistanum enn. Søkja fleiri um at keypa sama grundstykki, goyma vit allar umsóknirnar, soleiðis at vit kunnu bjóða næsta umsøkjara stykkið, um fyrsti keyparin sleppur sínari ætlan. Eisini kemur fyri, at seld stykkir verða latin inn aftur.