Lurta
Til lesiveik

Boða frá rottu

Rotta er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki í Føroyum. Tí er umráðandi, at borgarar, kommuna og rottutýnarar samstarva. Vit hava eina felags ábyrgd av at fáa bilbugt við rotturnar.

Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at basa rottutrupulleikanum. Sum borgari hevur tú kortini eisini skyldu til at tryggja tín bústað móti rottum.

Bert tú eyga við rottu ella slóð eftir rottu, skalt tú boða kommununi frá, so vit kunnu seta okkum í samband við rottutýnara.

boða frá rottu



Saman vinna vit á rottunum
Hvussu tryggi eg mín bústað móti rottum?

Sum grundeigari hevur tú ábyrgdina av at tryggja tína ogn móti rottum og at halda ognina reina, soleiðis at lívstreytirnar hjá rottunum verða so avmarkaðar sum gjørligt. Verja móti rottum fevnir eisini um brunnar og síðuleiðingar.

KANNA TÍNA KLOAKK

Tá brot kemur á kloakkina, verður rotta drigin at feitti og øðrum, sum er í kloakkini. Tí skalt tú:

  • Lyfta kloakklokini nakrar ferðir um árið og kanna fyri grús og mold. Er grús ella mold í kloakkini, er hetta tekin um brek á kloakkleiðingini 

  • Hava eitt eyga við lendinum rundan um kloakklokini. Hevur lendið sett seg, kann hetta vera tekin um brek á kloakkini

  • Umvæla tínar kloakkleiðingar og brunnar so skjótt sum til ber, tá brek eru á teimum

AVMARKA ATGONGDINA TIL MAT HJÁ ROTTUNUM

Rottur trívast, har matur er, og har umstøður eru at reiðrast. Tí skalt tú:

  • Syrgja fyri at tryggja høsnarhús, høsnagarðar og kaninbúr móti rottum. Eitt nú skulu búr og hús lyftast í minsta lagi 0,35 cm upp frá jørðildinum og skulu regluliga sópast og haldast rein. Les meira um, hvussu tú skalt bera teg at her: Leiðreglur um flogfenaðhald.
  • Taka avlopsfóður upp, tá tú hevur fóðrað. Ansa eftir at ikki geva kríatúrunum ov nógv fóður. Fuglar skulu fóðrast við fóðurmaskinu ella á fuglabretti, sum er í minsta lagi 1,5 metur yvir jørð. Syrg fyri at hava ein høgan kant fram við fóðurplátuni, so fóður ikki dettur niður við síðuna av

  • Gevast at fóðra beinanvegin, um tú bert eyga við rottu ella tekin um rottu. Rottan fer ikki í okkara rottukassar, tá annað fóður er at finna

  • Seta ruskstativið á fast og slætt undirlag, til dømis á flísar ella betong. Les meira um, hvar og hvussu ruskstativið skal standa her: Burturbeining av húsarhaldsburturkasti
  • Syrgja fyri at goyma matleivdir og húsarhaldsburturkast soleiðis, at rottur ikki sleppa framat

  • Royna sum frægast at rudda og reinhalda fram við bygningunum á ognini

  • Kanna, at útluftingin í fallstokkinum hevur ein vakuumventil og metalnet

  • Tryggja tær, at útluftingarristir og frárenslaristir eru væl festar í tínum bygningi. Kunna teg nærri um krøv til kloakk í faldaranum um sethúsabygging niðanfyri

Tryggja teg móti rottum

Sethúsabygging

Hvør er mannagongdin, tá eg havi boðað frá rottu uttandura?

Tú kanst boða frá rottu við annaðhvørt at nýta talgildu fráboðanarskipan okkara ella við at ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10.

boða frá rottu

Tín fráboðan verður beind víðari til aktingarmann okkara, sum lesur boðini beinleiðis í fráboðanarskipanini.

Aloftast fært tú vitjan sama dag. Hetta veldst kortini um, nær á degnum vit fáa tína fráboðan, og hvørjar uppgávur aktingarmaður okkara annars hevur tann dagin.

Er talan um rottur á einum matvøruvirki, fært tú vitjan av rottutýnaranum sama dag ella dagin eftir fráboðanina. Sama er galdandi fyri serstakar vinnubygningar, har rotta er ein álvarsamur heilsuvandi. Eitt dømi í hesum sambandi eru høli, har vørur verða viðgjørdar ella varðveittar, áðrenn tær verða latnar handlum at selja til matna. Hetta fevnir til dømis um goymslur við eggum og grønmeti.

Tá vit hava fingið tína fráboðan, fært tú ein teldupost frá okkum, sum váttar, at vit hava móttikið tína fráboðan. Tú kanst trýsta á leinkjuna í teldupostinum, um tú vilt fylgja gongdini í málinum.

Hvat gera tit, tá er hevur boðað frá rottu innandura?

Boðar tú frá rottu innandura, á matvøruvirki ella á stovni, fært tú sum oftast vitjan av aktingarmanni okkara sama dag, sum tú boðar frá. Kemur fráboðanin inn seint á degnum, fært tú vitjan dagin eftir.

Ynskir tú ikki at brúka rottutýnaran hjá Tórshavnar kommunu, kanst tú gera avtalu við annan góðkendan rottutýnara. Tú skalt kortini minnast til, at tú sjálv rindar fyri eina tílíka avtalu.

Illgruni um brek á kloakkini

Fær rottutýnarin illgruna um brek á kloakkskipanini í ognini, skulu kloakkviðurskiftini kannast. Hetta merkir, at ein góðkendur kloakkmeistari skal kanna og møguliga umvæla kloakkskipanina.

Rottutýnarin kann heita á sín kloakkmeistara um at kanna, hvar brekið er. Kommunan átekur sær kortini ikki at umvæla kloakkir inni á privatum øki. Tað vil siga, at tú sum húsaeigari sjálv mást heita á ein góðkendan kloakkmeistara um at rætta brekini. Umvælingin skal í seinasta lagi gerast ein mánaða eftir, at rottutýnarin hevur vitjað teg og staðfest trupulleikan.

Tá kloakkin er umvæld, skalt tú boða Teknisku deild frá, at umvælingin er liðug. Tú kanst fáa kloakkmeistaran at lýsa arbeiðið og senda kommununi váttanina tína vegna. Kloakkmeistarin skal skriva undir og dagfesta brævið, sum eisini skal lýsa umvælingina, hann hevur gjørt. 

Send váttanina í telduposti til torshavn@torshavn.fo.

Soleiðis týnir Tórshavnar kommuna rottur

Lógin um umhvørvisvernd áleggur kommununi at skipa fyri virknari týning av rottum.

Kommunan hevur ein aktingarmann í starvi, sum tekur sær av at týna rottur í kommununi. Aktingarmaðurin er góðkendur rottutýnari. Umframt at týna rottur veitir hann eisini vegleiðing og útflýggjar rottueitur.

Hvørt ár eru um 200 fráboðanir um rottu í Tórshavnar kommunu, og talið hevur verið nakað tað sama í nógv ár. Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan.

Fyri at gera okkara stríð móti rottum so munadygt sum gjørligt, er umráðandi, at tú boðar kommununi frá, um tú sær teina rottu. Kommunan hevur eina talgilda fráboðanarskipan, sum tú kanst nýta til at boða frá. Í skipanini kanst tú eisini samskifta beinleiðis við rottutýnaran, soleiðis at hann kann vegleiða tær um, hvussu tú skalt bera teg at.

Tú kanst eisini ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10, sum síðani boðar aktingarmanninum frá.

Vilt tú hava fleiri góð ráð um, hvussu tú verjir tín bústað og avmarkar livikorini hjá rottum, kanst tú lesa meira í faldaranum um rottur niðanfyri.

Kommunan ger javnan átøk móti rottum. Umframt fasta aktingarmannin og faldaran um rottur hevur kommunan gjørt ein stuttfilm, "Bas rottuni", sum liggur á Facebook. Harumframt gera vit týningarátøk, tá tað er neyðugt.

Lógin um umhvørvisvernd (logir.fo)

Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu (logir.fo)

Boða frá rottu

Faldari um rottur 

Bas rottuni