Lurta

Boða frá royki og larmi

Kommunan kann við heimild í umhvørvisverndarlógini leggja seg upp í ávís mál um trupulleikar og ampa av larmi, royki ella lukti.

Vit fáa kortini ikki viðgjørt klagur um larm frá tónleiki og larmandi atferð hjá privatpersónum. Í tílíkum førum skalt tú venda tær til løgregluna, um trupulleikin ikki kann loysast á annan hátt.



Orsøkir til larm og royk
Hvussu klagi eg?

Ynskir tú at klaga, skalt tú senda okkum eina skrivliga klagu, har tú greiðir frá trupulleikanum. Eru tit fleiri, sum hava ampa av sama trupulleika, er gott at gera vart við hetta í klaguni. Vit taka okkara avgerð við støði í klaguni. Hetta kann til dømis bera við sær, at vit geva boð um at rudda upp ella gera forboð móti at brúka køst.

Tú skalt senda klaguna í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Gev gætur, at tú kanst ikki vera dulnevnd, tá tú skalt klaga. Kommunan hevur journaliseringsskyldu, og persónurin, sum klagan snýr seg um, hevur rætt til at fáa innlit í málið og at vita, hvør hevur klagað.

Metir tú, at kommunan ikki loysir ein trupulleika, sum tú hevur klagað til kommuna um, kanst tú senda klaguna til Umhvørvisstovuna.

Umhvørvisstovan viðger kortini bara klagur um kommunal viðurskifti, tá tú kanst vísa á, at tú sjálv hevur hevur roynt at gjørt kommununa varuga við viðurskiftini bæði munnliga og skrivliga.

Klagur til Umhvørvisstovuna skulu vera skrivligar og sendast í telduposti til us@us.fo. Saman við klaguni skalt tú senda avrit av brævasamskiftinum millum teg og kommununa. Tú kanst eisini kunna teg nærri við at ringja til Umhvørvisstovuna á tel. 34 24 00 ella vitja heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan

Nær fær kommunan lagt seg uppí?

Vit fáa lagt okkum upp í eitt mál, tá vit meta, at trupulleikin er til munandi bága fyri umhvørvið. Í hesum føri er avgerandi, um bágin fer út um tað, tú vanliga kanst góðtaka í tínum grannalagi.

Ónáðir, sum vit kunnu viðgerða, eru til dømis:

  • Kloakkvansar, til dømis luktur, rottur, evja, skitnar áir ella smittuvandar
  • Trupulleikar av báli, til dømis ampi av lukti og royki
  • Larmur frá til dømis vinnuligum virksemi og ferðslu
  • Órudd og rusk, til dømis gomul akfør ella burturkast
  • Luktur og larmur frá privatum húsdýrahaldi, til dømis larmur av hønum
  • Larmur frá hitapumpum
  • Roykur ella larmur frá privatum oljufýrum ella brenniovnum
Nær fáa vit ikki hjálpt?

Kommunan hevur ikki eftirlit við virkjum, sum eru umhvørvisgóðkend av Umhvørvisstovuni. Góðkend virkir kunnu til dømis vera alifeløg, brennistøðir og tyrvingarpláss. Í tílíkum førum skalt tú senda klaguna til Umhvørvisstovuna, sum er eftirlitsmyndugleikin.

Vit kunnu ikki viðgera klagur um harðan tónleik og gang, ið kemur frá privatpersónum. Í tílíkum føri skalt tú venda tær til løgregluna, um trupulleikin ikki kann loysast á annan hátt.

Tú kanst ringja til løgregluna í Tórshavn á tel. 114 ella senda ein teldupost til politi@politi.fo.

Hvussu kæri eg eina avgerð?

Ert tú ónøgd við eina avgerð, sum kommunan hevur tikið í einum umhvørvisverndarmáli, kanst tú kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna ella landsstýrismannin í umhvørvismálum. Kæruna skalt tú lata kommununi. Vit greiða tær nærri frá, hvussu tú skalt bera teg at við at kæra avgerðina. Kommunan sendir síðani Umhvørvisstovuni øll viðkomandi skjøl, sum hava týdning fyri kæruviðgerðina.

Bilurin má ikki standa í tómgongd óneyðugt

Tað er umráðandi fyri umhvørvið og fólkaheilsuna, at tín bilur ikki stendur í tómgongd óneyðugt. Bilar eru ikki gjørdir til at standa í tómgongd, og tí er útlátið av gassum stórt, tá bilurin stendur í tómgongd. Akfør, ið standa still á bygdum øki og kunnu steðga motorinum, skulu gera tað. Hetta sambært ferðslulógini.

Ferðslulógin

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15