Lurta

Flogfenaður í garðinum

Ætlar tú at fáa tær flogfenað, eigur tú at boða tínum grannum frá og spyrja teg fyri í kommununi, hevur tú ivamál. Flogfenaðhald merkir í hesum sambandi eitt og hvørt hald av høsnum, gásum, dunnum, kalkunum, dúgvum og øðrum fugli, sum ikki er vinnuligt.

Nakrar reglur eru, sum tú skalt hava í huga, tá tú heldur flogfenað. Flestu reglurnar eru savnaðar her. Tú kanst eisini kunna teg nærri í reglugerðini um flogfenaðhald ella lesa ein samandrátt av reglugerðini í faldaranum niðanfyri.

Heldur tú teg til reglugerðina og vegleiðingina er minni vandi fyri, at flogfenaðhaldið verður til ampa fyri grannalagið.

Flogfenaðhald

Reglugerð fyri húsdjórahald



Nýggj flogfenaðhald
Eg ætli at fáa mær flogfenaðhald – hvussu geri eg?

Ætlar tú tær at halda flogfenað, skalt tú fyrst og fremst syrgja fyri at boða tínum grannum frá frammanundan. Best er, at grannalagið góðtekur tína ætlan, ella at tú í minsta lagi kunnar grannalagið. Fyri at fyribyrgja klagum er serliga umráðandi, at tú tosar við grannarnar um, hvar tín garður skal setast. Hevur tú ivamál, kanst ringja til kommununa á tel. 30 20 10.

Harumframt skalt tú syrgja fyri at skipa títt flogfenaðhald eftir galdandi reglunum, so at tað ikki verður til ampa fyri grannar og onnur. Reglugerðin fyri flogfenaðhald í Tórshavnar kommunu er galdandi í Koltri, Hesti, Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hoyvík og Tórshavn.

Reglugerðin er ikki galdandi í Norðradali, Syðradali, Kirkjubø, á Hvítanesi og Velbastað.

Nýggj og verandi flogfenaðhald – hvørjar eru reglurnar?
Nýggj og verandi flogfenaðhald – hvørjar eru reglurnar?

Óansæð um tú fært tær flogfenað ella longu hevur flogfenaðhald, ert tú fevnd av reglunum um flogfenaðhald. Reglurnar og krøvini eru hesi:

KRØV TIL BÚR, HÚS OG ONNUR TILHALD

  • Búr, hús og tílík bygningskend tilhøld hjá flogfenaði skulu vera í minsta lagi 2,5 metrar frá grannamarkinum
  • Tú skalt syrgja fyri at lyfta búr og hús í minsta lagi 0,35 metrar upp frá jørðildinum fyri at tryggja móti rottu. Gásarhús eru undantikin og kunnu gravast niður í svørðin
  • Tú hevur ikki loyvi til at hava flogfenað gangandi leysan á gøtum ella øðrum økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu ella fólki annars
  • Tú skalt sópa búr og hús regluliga og halda tey rein
  • Hevur tú høsnagarð, skalt tú minnast til, at hanar ikki mugu vera uttandura millum kl. 21 og kl. 8

KRØV TIL GARÐAR OG GIRÐINGAR

  • Girðingin skal annaðhvørt vera púra tøtt ella í minsta lagi 0,5 metrar frá grannamarkinum, tá talan er um hegn, rimagarð ella tílíkt
  • Tú skalt syrgja fyri at gera girðingina forsvarliga, so kríatúrini ikki sleppa út, og so fremmandur fuglur ikki fær flogið inn. Um neyðugt skal net spennast út yvir garðin. Girðingar skulu haldast í góðum standi. Les meiri um girðingarreglurnar her:

Lógin um hegn og markfrið (logir.fo)

KRØV TIL FÓÐUR

  • Fóður skal goymast í rottutryggum íløtum, sum eru tøtt og hava lok
  • Leivdir frá húsarhaldinum kunnu bert gevast sum fóður, um avlop verður tikið burtur beint eftir, at tað er givið, og í seinasta lagi á kvøldi
Vinnuligt virksemi
Vinnuligt virksemi

Vinnuligt virksemi er undantikið kommunalu reglugerðini við heimild í fimta kapitli í umhvørvisverndarlógini.

Lógin um umhvørvisvernd (logir.fo)

Boð, treytir og forboð
Boð, treytir og forboð

Elvir títt húsdýrahald til ampa, til dømis deym, gang, nógva flugu ella nógva rottu, kann kommunan áleggja treytir fyri, at flogfenaðhaldið kann halda fram. Kommunan kann eisini geva ítøkilig boð um ábøtur ella broytingar í flogfenaðhaldinum.

Kommunan hevur eisini heimild til at seta forboð fyri dýrahaldið, um tú ikki heldur boðini frá kommununi. Hetta sambært áttanda kapitli í lógini um umhvørvisreglur.

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Kærur og revsing
Kærur og revsing

Avgerðir hjá Tórshavnar kommunu kunnu innan fýra vikur kærast til Umhvørvisstovuna.

Um forboð, boð ella treytirnar í reglugerðini ikki verða hildin, kann brotið verða revsað.

Reglugerð fyri húsdjórahald

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15