Leysgangandi djór og kríatúr

Bert tú eyga við djór, sum ganga leys, skalt tú boða løgregluni frá. Í summum førum kanst tú eisini heita á Djóraverndarfelagið. Er talan um leysgangandi kettu uttan hálsband, kanst tú boða kommununi frá í okkara fráboðanarskipan.

Boða frá leysari kettu

Kommunan tekur leys djór upp í samstarvi við løgregluna og handfer tey sambært lógunum um leys djór og girðingar. Eigur tú hund, kettu, gæs, seyð ella annað kríatúr, er tí umráðandi, at tú ansar væl eftir, at tey ikki ganga leys ella uttan hálsband.


Løgreglan í Havn

Tel. 35 14 48
politi@politi.fo

Girðingarlógin (logir.fo)



Leysgangandi djór
Kettur

Eigur tú kettu, er tað umráðandi, at kettan er í hálsbandi. Kettur, sum ikki hava hálsband og spjaldur, tatovering ella mikrochip, verða avlívaðar beinavegin, tá tær verða tiknar upp av løgregluni.

Bert tú eyga við leysgangandi kettu við ongum hálsbandi, skalt tú boða kommununi frá.

Boða frá leysari kettu

Hundar

Hevur tú hund, skalt tú syrgja fyri, at hundurin hevur hálsband og spjaldur frá tí, hann er fýra mánaðir gamal. Á spjaldrinum skal standa navn og bústaður hjá eigara.

Fyri at halda býin reinan heita vit á teg um at brúka serligan posa til hundalortar. Posarnir verða útflýggjaðir í Snarskivuni og eru eisini at fáa í serligum stativum í fríøkjum, millum annað í Havnardali, Svartafossi og Sandagerði. Posarnir fáast eisini til keyps í handlunum.

Harafturat mást tú syrgja fyri, at hundurin ikki gongur leysur. Gongur hundurin leysur og verður tikin upp av løgregluni, fært tú álagt eina bót, sum skal rindast, tá ið tú kemur eftir hundinum.

Er hundurin ikki heintaður innan tríggjar dagar eftir upptøku, verður hundurin avlívaður ella avhendur. Tú kanst kunna teg nærri í hundalógini niðanfyri.

Løgtingslóg um hundar (logir.fo)

Seyður, neyt og ross

Upptikin leysgangandi seyður verður seldur á uppboði eftir átta dagar, meðan ross verða seld eftir 14 dagar. Hetta sambært girðingarlógini. Tú kanst kunna teg nærri um lógina her:

Girðingarlógin (logir.fo)

Dunnur, hønur og gæs

Bert tú eyga við leysgangandi dunnur, hønur ella gæs, kanst tú preia okkum. Tú kanst eisini venda tær til Djóraverndarfelagið.

Boða frá leysum hønum, gásum ella dunnum

Dunnur, hønur og gæs mugu ikki ganga leys í tættbygdum øki. Hetta er serliga við atliti at ferðslutrygd og galdandi lógum um girðingar. Verða dunnur, hønur ella gæs tikin upp av løgregluni, verða tey seld á uppboði eftir átta dagar.

Djóraverndarfelagið á Facebook

Deyð djór
Deyð djór

Bert tú eyga við deyðum djóri á almennum øki, eitt nú á vegi, skalt tú boða kommununi frá.

Boða frá deyðum djóri á almennum øki

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Vestara Bryggja 15, 2. hædd
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Umhvørvisdeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15