Lurta

Ert tú húsvill

Ert tú vorðin húsvill, kanst tú annaðhvørt venda tær til Almannaverkið ella møta upp á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn.



Bústaður frá Almannaverkinum
Bústaður frá Almannaverkinum

Hevur tú bráðfeingis tørv á bústaði, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið. Almannaverkið hevur ein bíðilista til borgarar við serligum tørvi ella bráðfeingis tørvi á bústaði.

Talan er um ein serstakan bíðilista til íbúðir frá almenna bústaðarfelagnum Bústaðir. Almannaverkið eigur fimmtu hvørja ávísing til bústað hjá Bústøðum. Tú kanst lesa nærri um treytirnar fyri upptøku á listanum á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Tænastur - Íbúð frá Bústøðum (av.fo)

Umsorganarheimið hjá Bláa Krossi

Blái Krossur rekur eitt umsorganarheim. Endamálið við heiminum er at veita varandi bústað til tey, sum ikki sjálvi megna at halda ein bústað. Fyri at fáa pláss á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi skalt tú annaðhvørt venda tær til Almannastovuna ella til Umsorganarheimið.

Umsorganarheimið hjá Bláa Krossi (verður umsitið av Bláa Krossi)

Bráðfeingis náttartilboð hjá Frelsunarherinum

Hevur tú bráðfeingis tørv á innivist, kanst tú fáa innivist á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn. Tú kanst fáa veitt pláss á Herberginum við persónliga at møta upp á Herberginum kl. 21.

HERBERGIÐ

Dalavegur 1
100 Tórshavn

Tel. 31 73 93

herbergid@frelsunarherurin.fo

Kømur við búvegleiðing hjá Frelsunarherinum

Ert tú yvir 18 ár, ert ella hevur verið bundin av rúsevnum, og stendur tú uttan bústað, bjóðar Frelsunarherurin í Havn kømur við búvegleiðing. Set teg í samband við Herbergið fyri at frætta meira um tænastuna hjá Frelsunarherinum:

HERBERGIÐ

Dalavegur 1
100 Tórshavn

Tel. 31 73 93

herbergid@frelsunarherurin.fo

Búfelagsskapurin hjá Bláa Krossi

Blái Krossur hevur ein búfelagsskap, sum hevur til endamáls vera bústaður hjá fólki, sum hava havt rústrupulleikar ella av øðrum orsøkum ynskja at búgva í einum rúsfríum umhvørvi. Bústaður í búfelagsskapinum er ikki ein varandi loysn, og Blái Krossur vil stuðla fólki í at finna egnan bústað.

Búfelagsskapurin hevur pláss fyri fýra fólkum. Hvørt búfólk hevur egið kamar, meðan køkur, stova og baðirúm eru felags.

Dagtilhald

Frelsunarherurin bjóðar dagtilhald í Havn. Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Frelsunarherinum.

HERBERGIÐ

Dalavegur 1
100 Tórshavn

Tel. 31 73 93

herbergid@frelsunarherurin.fo