Lurta
Til lesiveik

Ósemjur millum leigara og útleigara

Niðanfyri kanst tú lesa um, hvat tú kanst gera, um ósemja tekur seg upp um leiguviðurskifti og tílíkt.

Leigunevndin viðger kæruna, um ósemja tekur seg upp millum leigara og útleigara; bæði tá talan er um privat og almenn leigumál.

Er talan um eina kæru um ein annan leigara í sama býlingi, skal kæran sendast til felagið, sum umsitur leigumálið. Til dømis skulu kærur frá leigarum hjá Bústøðum um aðrar leigarar í sama býlingi sendast Bústøðum.

Leigulógin (verður umsitin av Løgmansskrivstovuni)

Leigunevndin (verður umsitin av Leigunevndini)



Leigunevndin
Hvat er Leigunevndin?

Í privatum bústøðum er tað Leigunevndin, sum tekur støðu til trætumál millum leigara og útleigara. Báðir partar kunnu leggja mál fyri Leigunevndina, um ein træta tekur seg upp.

Í leigulógini kanst tú leita tær meira kunning og lesa um tíni rættindi og tínar skyldur. Tú kanst eisini finna frágreiðingar og viðmerkingar í løgtingslógaruppskotinum um útleigan av bústøðum.

Leigulógin

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (logir.fo)

Hvørjum kann leigunevndin hjálpa við?

Sambært § 26 í leigulógini kann leigunevndin viðgera kærur frá pørtunum, um:


1. Ein møgulig hækking av leiguni er rímilig og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking
2. Leigubústaðurin lýkur ásettu krøvini til brunatrygd, bústaðarbygging og tílíkt og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugar ábøtur
3. Rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar
4. Grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógliga uppsøgn
5. Afturhald av depositum

Hvussu leggi eg eitt mál fyri Leigunevndina?

Leigunevndin tekur í høvuðsheitum avgerðir við støði í skrivligum grundarlagi. Tað vil siga, at tú skalt senda Leigunevndini skrivliga kæru, og tú skalt minnast til at grundgeva fyri kæruni.

Harumframt skalt tú leggja tín leigusáttmála við, tá tú sendir kæruna. Hevur tú onnur viðkomandi skjøl ella fylgiskjøl, sum teldupostar ella brøv, er eisini eitt gott hugskot at viðfesta avrit av hesum. Myndir skulu navngevast, soleiðis at Leigunevndin skilur, hvat tú roynir at vísa við myndunum.

Leigunevndin kann krevja aðrar upplýsingar frá pørtunum og kann í ávísum førum krevja at sýna sjálvt leigumálið, krevst hetta fyri at kunna taka avgerð í málinum.

Hvussu gongur málsviðgerðin fyri seg?

MÁLIÐ VERÐUR LAGT FYRI NEVNDINA

Tá tú skrivar til Leigunevndina, verður málið gjøgnumgingið av nevndini. Mótparturin í málinum fær boð um, at tú hevur lagt eitt mál fyri nevndina.

 

PARTSHOYRING

Leigarin ger viðmerkingar til páhaldið og upplýsingar hjá útleigara. Útleigari ger viðmerkingar til uppáhaldið og upplýsingarnar hjá leigaranum. Síðan verður títt tilfar sent til hoyringar hjá mótpartinum.

Partarnir hava altíð eina hoyringarfreist á tvær vikur. Tú fært frammanundan longt tína freist, um tú hevur tørv á tí ella í sambandi við heilidagar og frítíð.

Um annar av pørtunum ikki svarar, kann Leigunevndin tulka og taka avgerð í málinum á ein hátt, sum er mótpartinum at gagna.

 

AVGERÐIN

Tá títt kærumál hevur verið til partshoyringar, viðger nevndin kærumálið á einum fundi.

Metir nevndin tað vera neyðugt, fer nevndin út at sýna umstøðurnar og viðurskiftini. Nevndin kann eisini velja at lýsa partarnar til fund.

Allar avgerðir í Leigunevndini verða tiknar við vanligum meiriluta av nevndini.

 

HVUSSU LANGA TÍÐ TEKUR VIÐGERÐIN?

Sambært lógini skal Leigunevndin taka avgerð skjótast gjørligt í øllum kærumálum. Formaðurin í Leigunevndini kann einsæris taka støðu til mál, sum ikki kunnu útsetast og kann eisini geva einari kæru steðgandi virknað, til avgerð er tikin í málinum.

YNSKIR TÚ AT GEVA ØÐRUM HEIMILD Í MÁLINUM?

Í málinum tveir partar; leigari og útleigari. Báðir partar kunnu umboðast á ymsar mátar.

Um tveir útleigarar ella tveir leigarar eru á leigusáttmálanum, eru báðir partar bundnir at málsviðgerðini. Hetta merkir, at partarnir noyðast at taka lut, til dømis við einari fulltrú.

Ein eigari ella leigari kann ikki taka lut einsamallur, tá talan er um eitt fíggjarligt mál.

Hvussu endar málið?

Vit senda avgerðina út til báðar partar samstundis, og avgerðin er galdandi frá tí degi, partarnir móttaka avgerðina.

Avgerðir hjá Leigunevndini í kærumálum eru endaligar og kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarmyndugleika. Sostatt kunnu avgerðirnar bert roynast í rættinum.

Fyrisitingarliga avgerðin hjá Leigunevndini er galdandi, hóast málið verður roynt í rættinum.

Hvat kann Leigunevndin gera?

Leigunevndin hevur rættiliga víðar heimildir mótvegis leigara og útleigara. Leigunevndin hevur eitt nú heimildir til at:

GEVA BOÐ UM BROYTINGAR

Leigulógin gevur leigunevndini beinleiðis heimildir til at broyta ávís leiguviðurskifti. Leigunevndin kann til dømis:

  • Ógilda eina ólógliga uppsøgn
  • Áleggja afturgjald av afturhildnum depositum
  • Seta til viks eina greitt órímiliga leigu og samstundis áseta aðra leigu (einans galdandi fyri sáttmálar gjørdar eftir 14. mai)
  • Heilt ella lutvíst strika hækking av leiguupphædd
  • Áleggja útleigara at gera neyðugar ábøtur av ognini
  • Krevja upplýsingar frá pørtunum og sleppa at sýna leigaðu hølini
  • Í førum, har leigari ella útleigari noktar at lata upplýsingar ella loyva sýni, kann leigunevndin taka hetta við í kæruviðgerðina, viðkomandi sjálvum at skaða

 

GEVA BÓT

Leigunevndin kann revsa tann partin, sum ikki lýkur ásetingarnar frá leigunevndini. Dømi um hetta eru:

  • Daglig sekt til tann partin, sum ikki letur leigunevndini upplýsingar, sum leigunevndin krevur ella ikki virðir avgerðir frá nevndini, ella sum ikki ger eftir boðum frá nevndini. Sektin kann kortini ikki vera hægri enn leiguupphæddin
  • Krevja inn sekt við panting saman við innkrevjingarkostnaði
  • Melda viðkomandi til løgregluna, sum við vilja ella við grovum ósketni brýtur ávísar greinar í leigulógini

 

Fyri nærri kunning kanst tú seta teg í samband við Leigunevndina.

LEIGUNEVNDIN

Eirargarður 2
110 Tórshavn

Tel. 73 40 80 (Mánadag og mikudag kl. 10 – 12 og kl. 13 – 15)

leigunevndin@leigunevndin.fo