Lurta

Søk kommunala sosiala íbúð

Kommunan ræður yvir 30 sosialar íbúðir. Íbúðirnar eru í fyrsta lagi ætlaðar borgarum við serligum sosialum tørvi. Dømi um hetta eru stakir uppihaldarar og borgarar, sum annars hava trupult við at útvega sær bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum.

Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja á Vanganum.

Søk um kommunala sosiala íbúð á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at rita inn á Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú søkja heimapart við at fylla út umsóknarskjalið, sum tú finnur niðanfyri.

Fá tær Samleikan

Um at søkja kommunala sosiala íbúð
Soleiðis søkir tú

Hvør viðger mína umsókn?

Sosiala nevnd í Tórshavnar kommunu metir um tørvin hjá umsøkjarunum og tekur avgerð um, hvør fær bjóðað íbúð.

Hevur tú spurningar?

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Sosialu deild í Tórshavnar kommunu.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um kommunala sosiala íbúð« í evnisteigin.

Søk um kommunala sosiala íbúð

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 1, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 60 (kl. 9 - 15)

Tel. 21 60 12 (kl. 15 - 9)

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag9-15