Sosialar íbúðir hjá Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna eigur og umsitur avmarkað tal av sosialum íbúðum, ið eru ætlaðar borgarum í serligari sosialari støðu. Íbúðirnar eru eitt tilboð til ung, ið Barnaverndartænastan varðir av, einstakar uppihaldarar og einstaklingar, ið hava torført við sjálvi at útvega sær bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum vegna sálarligar ella sosialar avbjóðingar.
Niðanfyri sært tú, hvussu tú søkir, og í reglugerðini fyri sosialar íbúðir í Tórshavnar kommunu sært tú, hvørjar ítøkiligu treytirnar eru.
Borgarar í Tórshavnar kommunu kunnu søkja um kommunala sosiala íbúð. Tó hava borgarar, ið hoyra til hesar bólkar, framíhjárætt:
- Ung úr 16 og upp til 23 ár, ið eru í skipanini hjá Barnaverndartænastuni
- Stakir uppihaldarar við børnum undir 18 ár
- Onnur, ið eru sosialt útsett
Les meira um treytirnar fyri tillutan í reglugerðini fyri sosialar íbúðir í Tórshavnar kommunu.
Vilt tú søkja um sosiala íbúð, kanst tú senda Sosialu deild ein teldupost til barnavernd@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Umsókn um kommunala sosiala íbúð« í evnisteiginum.
Í umsóknini skalt tú lýsa tína støðu við atliti at treytunum í § 4 í reglugerðini fyri sosialar íbúðir í Tórshavnar kommunu.
Av tí at støðan hjá umsøkjarum kann broytast munandi yvir tíð, skalt tú endurnýggja umsóknina eftir í mesta lagi tveimum árum. Verður hetta ikki gjørt, fellur tín umsókn burtur.
Ein visitatiónsnevnd tekur støðu til, hvør skal fáa tillutað ein bústað. Limirnir í visitatiónsnevndini eru:
- Trivnaðarstjórin
- Deildarleiðarin á Sosialu deild
- Sosialráðgevi á Sosialu deild
- Fulltrúi á Sosialu deild
- Umboð frá Heilsu- og umsorganartænastuni
Tá ið ein bústaður verður tøkur, og ein nýggjur leigari skal visiterast, verður hetta gjørt í visitatiónsnevndini eftir ítøkiligari meting út frá reglugerðini fyri sosialar íbúðir. Eitt tilmælið verður gjørt og lagt fyri visitatiónsbólkin at taka støðu til.
Húsaleigan verður ásett sum fermetraprísur.
Húsaleigan verður mett um árliga. Tilmælið um ásetan av húsaleiguni verður lagt fyri Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina í Tórshavnar kommunu.
Í tilmælinum skal ein prístalsviðgerð liggja í leigukostnaðinum. Verður leigumálið prístalsviðgjørt, verður árligi kostnaðurin 1. januar á hvørjum ári javnaður samsvarandi prístalinum í 3. ársfjórðingi árið frammanundan. Javningin tekur støði í brúkaraprístalinum í 3. ársfjórðingi 2024, sum var 143,34 krónur. Kostnaðurin verður samsvarandi hesum fyrstu ferð javnaður 1. januar 2026.
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Sosialu deild í Tórshavnar kommunu. Sambandsupplýsingarnar finnur tú niðast á hesari síðuni.