Lurta

Soleiðis fært tú tær hitapumpu

Vilt tú seta luft til luft-hitapumpu ella luft til vatn-hitapumpu upp, noyðist tú ikki at søkja um loyvi frá kommununi.



Reglur um hitapumpur og íbindingarskyldu til fjarhita
Reglur um hitapumpur og íbindingarskyldu til fjarhita

Tað er ikki neyðugt at søkja um loyvi til at seta upp luft til luft-hitapumpur og luft til vatn-hitapumpur. Er talan um nýbygging, er orkuskipanin tó kravdur partur av tínari umsókn um byggiloyvi.

Vilt tú hinvegin seta hitapumpu upp til eina jarðhitaskipan, skalt tú altíð søkja um loyvi frá kommununi. Fleiri øki í Tórshavn eru harafturat fevnd av íbindingarskyldu til fjarhita. Meginreglan er, at tú hevur skyldu til at binda uppí fjarhitaskipanina, tá tú byggir hús í teimum økjum, har fjarhiti er lagdur.

Íbindingarskyldan er lýst í skeytinum og kemur í gildi, tá nýggj hús verða bygd. Um tú ivast í, hvat stendur í skeytinum, kanst tú bíleggja tær eitt avrit av skeytinum frá Tinglýsingini. Send tína umbøn umvegis teldupost til tinglysing@us.fo ella ring á tel. 35 80 20.

Tú kanst eisini skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at síggja, um tín ogn liggur í fjarhitaøki. Minst til, at tað er altíð orðingin í skeytinum, sum er avgerandi.

Ráð um hitapumpur
Søk um hitapumpu til jarðhitaskipan

Ynskir tú at seta eina hitapumpu upp til eina jarðhitaskipan, skalt tú søkja um loyvi. Tú kanst lesa meiri um jarðhita á leinkjuni niðanfyri.

Tú noyðist ikki at søkja um loyvi til at seta luft til luft-hitapumpur og luft til vatn-hitapumpur upp. Hetta merkir kortini, at tú sjálv mást tryggja tær, at uppsetingin og staðsetingin eru í lagi.

Soleiðis fært tú tær jarðhita

Um val av hitapumpu og uppseting

Ynskir tú at seta eina hitapumpu upp, kanst tú spara tíð og pening við at gera nakrar forkanningar. Niðanfyri finnur tú tvær leinkjur til síður við vegleiðingum.

Uppsetingin av skipanini skal samsvara við Bygningskunngerðina. Sum privatpersónur hevur tú ikki loyvi til at seta hitapumpuna upp sjálv. At innrætta og seta skipanina rætt upp krevur tøkniligan serkunnleika.

Sostatt skalt tú syrgja fyri at velja ein skikkaðan installatør. Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni finnur tú yvirlit yvir góðkendar veitarar og installatørar.

Vegleiðing um hitapumpur (us.fo)

Energistyrelsen um val av hitapumpum (verður umsitin av Energistyrelsen)

Góðkendir brunnborarar og installatørar (us.fo)

Hitapumpur geva ljóð frá sær

Tá tú fert undir at seta hitapumpu upp, skalt tú minnast til, at hitapumpur geva ljóð frá sær. Tað vil siga, at tú skalt ansa væl eftir, at hitapumpan ikki verður til ampa fyri teg sjálva og tínar grannar.

Hitapumpur hava tveir ymiskar partar, sum geva ljóð frá sær. Hesir eru viftan og kompressarin. Í summum førum kann gangurin frá kompressaranum vera eitt láfrekvent surr. Lágfrekvent ljóð kunnu serliga gerast ein trupulleiki í stillum løtum, til dømis um náttina. Hetta kann órógva bæði teg sjálva og grannan.

Tí skalt tú hugsa teg væl um, hvørja hitapumpu tú velur, og hvar tú setur hana upp. Serliga um stutt er millum tíni hús og grannahúsini. Tú kanst finna góð ráð til keyp og uppseting av hitapumpum við at fylgja leinkjuni niðanfyri.

Á hitapumpumarknaðinum er stórur munur á, hvussu nógv pumpurnar larma. Tú skalt tí altíð minnast til at spyrja veitaran, hvussu nógvur larmur stendst av uttandurapartinum á hitapumpuni, tað vil siga viftuni og kompressaranum, og um hitapumpan gevur láfrekvent ljóð frá sær. Vit mæla til, at tú velur eina hitapumpu, sum ikki gevur láfrekvent ljóð frá sær.

Býrt tú í tættbygdum øki, er best at seta hitapumpuna upp á einum staði í húsunum ella bilhúsinum, sum ikki er nær við grannamarkið ella sovikømur.

Vegleiðing til uppseting av luft til vatn-hitapumpum (umsitið av Energistyrelsen)

Mørk fyri óljóði – leiðreglur

Markvirðini fyri óljóði frá hitapumpum eru ikki neyvt ásett í lógarverkinum enn. Kortini skulu álvarsamir ljóðampar ikki vera, og kunngerðin um umhvørvisreglur gevur myndugleikunum heimild at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti óljóði. Tú kanst kunna teg nærri um lógirnar við at fylgja leinkjunum niðanfyri.

Sum eigari av eini hitapumpu skalt tú halda hesar lógir, hóast tær ikki áseta markvirðini fyri óljóð frá hitapumpum.

Tú kanst rokna ljóðávirkanina frá tínari hitapumpu við at nýta rokniskipanina niðanfyri. Rokniskipanin er ein tænasta frá danska orkumálaráðnum og tekur hædd fyri slagi av hitapumpu og slagi av uppseting.

Løgtingslóg um umhvørvisvernd (logir.fo)

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Kunngerð um markvirði fyri óljóð á arbeiðsplássum (logir.fo)

Rokna óljóðsstigið (umsitin av Energistyrelsen)


KLAGUR UM LJÓÐDÁLKING

Gev gætur, at fært tú klagur um óljóð, sum stava frá tínari hitapumpu, kunnu vit geva tær boð um at minka um óljóðið.

Tí viðmæla vit, at tú lesur vegleiðingina frá danska orkumálaráðnum um hitapumpur og uppseting, áðrenn tú keypir tína hitapumpu.

Uppseting av luft til vatn-hitapumpum (umsitin av Energistyrelsen)

Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Orku á Umhvørvisstovuni. Orka er ráðgevandi myndugleiki í Føroyum og kann veita tær serkøna vegleiðing um allar orkuloysnir. Vitja heimasíðuna www.us.fo, ring 34 24 00 ella send ein teldupost til us@us.fo.

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15