Tíni hús og títt stykki


Bygging, uppí- og umbygging

Vilt tú byggja nýggj hús, byggja um, byggja uppí ella byggja úthús, bilhús ella annað tílíkt?

Undir Bygging finnur tú alt, tær tørvar: reglugerðir, kunning um hoyringsreglur, forfund og mangt annað.

Bygging

Klippið trø og runnar móti vegi

Nú gróðurin byrjar at taka dik á seg, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað.

Les meira um reglurnar í faldara okkara:

Vegleiðing um runnar, girðingar og trø 

Garðar, hegn og gongubreyt

Gev okkum eitt prei

Vit gera okkara besta fyri at røkja økini í kommununi, so býurin og náttúruøkini standa pen og nosslig. Kommunan er kortini stór, og tískil fáa vit kanska ikki alt við.

Bert tú eyga við okkurt, sum tú heldur, at vit skulu taka okkum av, mást tú fegin preia okkum. Tú kanst til dømis preia okkum um rottur, óynsktan plantuvøkstur á kommunalum øki, rusk í áum ella hol í kommunalum vegi.

Lesa meira á síðu okkara um larm, royk og djór.

Preia kommununa

Larmur, roykur og djór