Lurta

Áir, løkir og vøtn

Í Tórshavnar kommunu eru nógvar áir, løkir, tjørnir og vøtn. Her svimja fiskar og vassa børn. Tað er tí umráðandi, at áirnar eru reinar, og at einki dálkandi verður leitt í áir, løkir, vøtn, strendur ella føroyskt sjóøki.

Varnast tú dálking av á, vatni ella sjógvi, kanst tú ringja til Snartænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði á tel. 31 81 80.

Kommunan kannar regluliga vatnið fyri at staðfesta vatngóðskuna. Staðfesta vit, at ein á ella eitt vatn er dálkað ella óhóskandi at svimja í, kanna vit, hvør orsøkin er. Umleið fimta hvørt ár gera vit evnafrøðiligar og lívfrøðiligar kanningar av Havnarvág og Hoyvíkini. Endamálið við kanningunum er at gera eina støðulýsing og kanna gongdina.

Sum húsaeigari og borgari í kommununi er mangt, sum tú kanst og skalt gera fyri at ansa eftir náttúruni rundan um okkum. Niðanfyri hava vit savnað reglurnar og leiðreglurnar fyri, hvussu tú sum borgari og húsaeigari eigur at bera teg at fyri at ansa eftir náttúruni.



Reglur fyri áir, løkir og vøtn
Soleiðis er ábyrgdin fyri áum og løkum

Um tú eigur ella nýtir økið fram við almennari á ella løki, mást tú góðtaka, at tað er kommunan, sum heldur rørlagdu- og opnu strekkini við líka.

Er talan um privatar veitir, løkir ella tjørnir, annaðhvørt tær eru rørlagdar ella opnar, standa eigararnir sjálvir fyri viðlíkahaldinum. Hyljar, tjørnir, díki, áir og løkir innangarðs skulu tó haldast reinir uttan mun til, um økið er privat ella alment.

Bert tú eyga við rusk ella annað í áum, vøtnum, tjørnum ella øðrum grønum økjum nærindis í kommununi, mást tú fegin boða okkum frá.

Gev gætur, at tá tú verður biðin um at lýsa trupulleikan, skalt tú velja flokkingina "lendisgøta". Í teiginum "evni" skalt tú annaðhvørt velja "rusk" ella "vantandi viðlíkahald". Í teiginum høgrumegin kanst tú greiða nærri frá stað og trupulleika.

Boða frá ruski

Ynskir tú at gera broytingar í áum, løkum, tjørnum ella vøtnum, skalt tú vera greið yvir, at hetta krevur loyvi sambært náttúrufriðingarlógini, og at tílík náttúruøki ofta eisini eru vard av aðrari lóggávu.

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Eg ætli mær at broyta eitt vatn, ein løk, eina á ella eina tjørn

Uttangarðs skalt tú altíð søkja loyvi sambært náttúrufriðingarlógini. Tað vil siga, at tú skalt hava loyvi frá friðingarnevndini, um tú vilt gera broytingar í haga.

Innangarðs er tað aloftast landið ella kommunan, sum varðar av áunum. Ofta eru eisini ásetingar í almennu og serstøku byggisamtyktunum, sum forða fyri inntrivum í áir, løkir og tjørnir. Tú kanst kanna, hvørjar serstakar og almennar byggisamtyktir eru galdandi á tínum stykki við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri.

Ætlar tú tær at byggja eina brúgv tvørtur um eina á, skalt tú fyrst venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Virksemi nærindis vatnveitingarlendi

Arbeiðir ella ferðast tú í økjum, har drekkivatn verður savnað, er umráðandi, at tú fylgir reglunum.

Ætlar tú tær til dømis at taða, skalt tú kunna teg væl um reglurnar fyri taðing. Tú kanst kunna teg nærri við at lesa kunngerðina um taðing niðanfyri. Til dømis er bert loyvt at taða í tíðarskeiðnum 15. mars til 15. oktober.

Undir ongum umstøðum er loyvt at taða soleiðis, at tøðini seta beinleiðis út í áir, løkir, vøtn, tjørnir, á strondina ella á sjógv.

Á vatnveitingarlendum er ikki loyvt at taða minni enn 50 metrar frá vatnbrunnum, áum, løkum og øðrum, sum leiða vatn í vatnbrunnin.

Kunna teg nærri í kunngerðini um taðing og á síðu okkara um taðingarloyvi.

Kunngerð um taðing (logir.fo)

Taðingarloyvi

Soleiðis ansar tú eftir náttúruni – leiðreglur
Goym ikki dálkandi og vandamikil evni nærindis áum og vøtnum

Goym ikki dálkandi og vandamikil evni nærindis áum og vøtnum.

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Leið ikki dálkandi evni út í regnvatnsristir

Alt yvirflatuvatn, millum annað regnvatn og vatn frá bilvaski, rennur út í áirnar. Tí er umráðandi, at tú ikki leiðir nakað út í regnvatnsristir, sum kann dálka áir og vøtn. Vaskar tú tún, grund ella tílíkt, eigur tú til dømis ikki at nýta reingerðarevnir, sum innihalda klor. Vel heldur reingerðarevnir við svanamerkinum, ES-blómuni ella líknandi umhvørvismerkjum.

Nýt vaskipláss á keiini, tá tú vaskar bát

Skalt tú vaska bát, eru sergjørd pláss á kaiini, ið leiða spillivatnið út í eitt reinsiverk.

Leið sápuvatn og spillvatn út í kloakkina og ikki í regnvatnsristina

Sápuvatn, sum til dømis er brúkt til at vaska vindeygu, og spillvatn frá hitapottum skal leiðast út í kloakkina og ikki í regnvatnsristina.

Vaska bilin á vaskiplássum

Um gjørligt, skal bilvask fara fram á vaskiplássum við reinsiverki.

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15