Lurta

Drekkivatnsstøðan í løtuni

Á hesari síðuni sært tú, tá ið drekkivatnið er dálkað ella onnur brek eru er á vatnveitingini í Tórshavnar kommunu.

Dagført 19. apríl 2024


Støðan í løtuni
Eingir trupulleikar

Vit vita ikki um nakrar trupulleikar við vatnveitingini í løtuni.

Loystir trupulleikar og brek

15. februar 2024

Ein vatnleki í Nólsoyar Pálls gøtu hevði við sær, at vatnið var burtur í einum øki frá Bøkjarabrekku til Kopargøtu og millum Jónas Broncks gøtu og Tinghúsvegin. Lekin er umvældur og vatnið komið aftur.

13. januar 2024

Vit skrúvaðu fyri vatninum á Vestaru Bryggju og í Álakeri týskvøldið 13. januar 2024 kl. 18 til á midnátt Í sambandi við umvæling av vatnleiðingum á havnaøkinum. Arbeiðið er liðugt.

29. november 2023

Í sambandi við umvæling av vatnleiðing skrúvaðu vit fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu, við síðugøtum, oman til Bókbindaragøtu, mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12. Arbeiðið er liðugt.

29. november 2023

Í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði á reinsiverkinum í Nólsoy, skrúvaðu vit fyri vatninum í Nólsoy mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12.

13. november 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum kring Villingadalsvegin og Sundsvegin, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sandvíkarhjalla mánakvøldið 13. november 2023 kl. 22 til týsmorgunin 14. november kl. 9. Vatnið varð tikið í sambandi við umlegging av vatnleiðingum. Arbeiðið er nú liðugt.

25. september 2023

Skrúvað varð fyri vatninum á Perskonugøtu 25. september frá kl. 13 til 15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.

6. september 2023

Bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Havn, á Argjum, í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak. Royndir tiknar týsdagin 12. september vístu, at vatnið var reint aftur á øllum plássum.

25. august 2023

Skrúvað varð fyri vatninum í Leitisgøtu á Argjum 25. august 2023 frá kl. 10 til 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.

23. august 2023

Vit tóku vatnið í Mortansstovubrekku og Dalatúni mikudagin 23. august 2023 frá klokkan 15 til 17 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Skrúvað varð eisini fyri vatninum á Dalavegi nr. 3, 14 og 16. Arbeiðið er nú liðugt.

3. august 2023

Bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum, ið kemur úr Havnardali. Mælt varð tí til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali. Vatnið er reint aftur.

14. juli 2023

Vatnleki varð staðfestur á Gripsvegnum, og í hesum sambandi varð vatnið tikið á Gripsvegnum og síðugøtum frá R.C. Effersøes gøtu til (men ikki við) Traðaveg, meðan lekin varð umvældur. Arbeiðið er nú liðugt og latið er upp fyri vatninum.

11. juli 2023

Vit Skrúvaðu fyri vatninum í Kaldbak týsdagin 11. juli kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.

23. juni 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum á Velbastað fríggjadagin 23. juni frá kl. 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.

15. juni 2023

Ein vatnleki varð staðfestur á Hoyvíksvegnum, og tí mátti bráðfeingis vatnleiðingsarbeiði gerast. Vit skrúvaðu í hesum sambandi fyri vatninum á Hoyvíksvegi frá og við Essalág til (men ikki við) Tjaldursveg hósdagin 15. juni kl. 13 til klokkan 18. Arbeiðið er nú liðugt.

26. MAI 2023

Vit skrúva fyri vatninum á Óðinshædd fríggjadagin 26. mai kl. 8-9 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


26. mai 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Stiðjagøtu fríggjadagin 26. mai frá kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er av.


25. mai 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum frá Inni í Firði 55 til og við Frammi í Dal í Kollafirði hósdagin 25. mai frá kl. 9-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.

3. mai 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Reynstúni 1-16 á Argjum mikudagin 3. mai frá kl. 10 til kl. 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


31. mars 2023

Skrúvað varð fyri vatninum á Argjavegnum, frá Traðagøtu og út á Argjaboða, fríggjadagin 31. mars frá kl. 9 til kl. 15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


28. MArs 2023

Skrúvað varð fyri vatninum á Hoydalsvegnum, millum Oman Pisuvarða og Jústsgøtu, týsdagin 28. mars frá kl. 9 til kl. 14. Vatnið varð tikið í sambandi við umvæling av vatnleiðingsbroti. Arbeiðið er liðugt.


21. mars 2023

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði tóku vit vatnið á Velbastað Norðuri á Heyggi, úti á Heyggi og á Stórheyggi týsdagin 21. mars frá kl. 13 til kl. 16. Arbeiðið er nú liðugt.


16. mars 2023

Vatngoymslurnar í Kollafirði, Kaldbak, á Sundi, í Hesti og í Nólsoy vóru ávirkaðar av frosti og kava, soleiðis at tilrenningin av vatni var skerd. Fólk i hesum bygdum vórðu tí biðin um at spara upp á vatnið, meðan kavin lá, og um at tryggja, at vatn ikki rann óneyðugt. Áheitanin um at spara uppá vatnið fall burtur aftur 21. mars 2023.


6. mars 2023

Vit tóku vatnið Norðuri á Heyggi, Úti á Heyggi og Á Stórheyggi á Velbastað mánadagin 6. mars 2023 frá kl. 13 til kl. 15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


1. mars 2023

1. mars umvældi kommunan vatnleiðing, ið var grivin av við Oyggjarvegin. Vit skrúvaðu í tí sambandinum fyri vatninum við Auto Service, Maskinskúlan og Undir Krákugerði 1. mars 2023 frá kl. 12.25 til kl. 16.30. Arbeiðið er nú liðugt.


28. februar 2023

Av tí at hol var komið á eina høvuðsleiðing á Velbastað, varð vatnið tikið í meginpartinum av Velbastað týsdagin 28. februar 2023 frá kl. 14-17, meðan lekin varð umvældur. Arbeiðið er nú liðugt.


22. februar 2023

Ein bráðfeingis umlegging av vatnrørum hevði við sær, at vit tóku vatnið á Hvítanesvegnum frá Mýruni og norðureftir mikudagin 22. februar 2023 frá kl. 10.30-12.30. Arbeiðið er nú liðugt.


16. februar 2023

Vit skrúvaður fyri vatninum í Skúlagøtu hósdagin 16. februar 2023 frá kl. 10 til kl. 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


14. februar 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Tórgarðsgøtu niðan til Eysturskúlan og í Gustugøtu og Sámalsgøtu týsdagin 14. februar frá kl 13 til 15. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


31. januar 2023

Vit tóku vatnið í Reynsgøtu 51-83 á Argjum týsdagin 31. januar 2023 kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


30. januar 2023

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Niels Finsensgøtu, frá Káta Horni til gamla bókhandil, mánadagin 30. januar 2023 frá kl. 20 til 22. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


17. desember 2022

Orsakað av vatnleka skrúvaðu vit fyri vatninum í Smærugøtu 17. desember frá kl. 13. ARbeiðið er nú liðugt.


8. desember 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Mykinesgøtu 8. desember frá kl. 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


5. desember 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Mækjugøtu mánadagin 5. desember frá kl. 10 til 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


1. desember 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Brekkuni, Undir Heygnum og á Heygsmannavegnum 1. desember frá kl. 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


16. november 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Írarók og Hjaltarók mikudagin 16. november frá kl. 13-15. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


16. november 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum á Tinghúsvegnum, ímillum Áarvegin og Bøkjarabrekku, og í Nólsoyar Pálls gøtu mikudagin 16. november frá kl. 10-12. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


8. november 2022

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum á Norðasta Horni týsdagin 8. november frá kl. 10-11. Arbeiðið er nú liðugt.


19. oktober 2022

Skrúvað varð fyri vatninum í Niðaragøtu nr. 2 til 8, 19. oktober 2022 frá kl. 10 til 12. Arbeiðið er liðugt.


5. september 2022

Skrúvað varð fyri vatninum í Niðarugøtu mánadagin 5. september 2022 kl. 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.

1. SEPTEMBER 2022

Skrúvað varð fyri vatninum á Egholmstrøð 1. september 2022 frá kl. 10-13 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.

29. AUGUST 2022

Vit tóku vatnið á Argjaboðagøtu, frá nr. 26 og suður á endan á vegnum, mánadagin 29. august frá kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


21. JULI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Tróndargøtu við síðugøtum, ímillum Sjúrðargøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu, og í Kongagøtu og Tórsgøtu ímillum Tróndargøtu og Niels Finsens gøtu, 21. juli frá kl. 10-12. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


15. JULI 2022

Skrúvað verður fyri vatninum Inni í Firði í Kollafirði, Búnaðarstovuni, á Oyrareingjum og á Signabø, fríggjadagin 15. juli frá kl 10 til 12. Arbeiðið er nú liðugt.


7. JULI 2022

Skrúvað varð fyri vatninum á Velbastað mikudagin og hósdagin 6. og 7. juli millum kl. 10 og 12. Vatnið varð tikið í sambandi við skift av UV-rørum. Arbeiðið er nú liðugt.

Vit Skrúvaðu eisini fyri vatninum í Niðaru gøtu hósdagin 7. juli frá kl. 10 til 12. Arbeiðið er eisini liðugt.


6. JULI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Sleipnisgøtu mikudagin frá kl. 10 til 12. Vatnið varð tikið í sambandi við skift av UV-rørum. Arbeiðið er liðugt.


29. JUNI 2022

Skrúvað varð fyri vatninum í Tróndargøtu og Tvørgøtu millum Sjúrðagøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu, og í Kongagøtu millum Tróndargøtu og Niels Finsens gøtu í dag frá kl. 13-15. Arbeiðið er liðugt.


24. JUNI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Leitisgøtu, Ryggsgøtu og Hagagøtu á Argjum fríggjadagin 24. juni frá kl. 10-12. Vatnið varð tikið í sambandi við skift av UV-rørum. Arbeiðið er liðugt.


20. JUNI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Kirkjubø mánadagin 20. juni frá kl. 10-12 í sambandi við skift av UV-rørum. Arbeiðið er nú liðugt.


17. JUNI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Kaldbak fríggjadagin 17. juni frá kl. 10-12 í sambandi við skift av UV-rørum. Arbeiðið er nú liðugt.


16. juni 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu, frá Strandarvegnum til Bókbindaragøtu við síðugøtum, og í Krossgøtu við síðugøtum hósdagin 16. juni frá kl. 9-12. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


9. juni 2022

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði og skift av UV-rørum skrúvaðu vit fyri drekkivatninum í Nólsoy hósdagin 9. juni frá kl 9-12. Arbeiðið er nú liðugt.


2. juni 2022

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum á Traðagøtu, frá Argjavegnum til Støðlagøtu, við síðugøtunum Heiðagøtu, Rosságøtu, Hagagøtu og Kráargøtu umframt í ovasta parti av Garðsgøtu og Suðurstíggjur hóskvøldið 2. juni frá kl. 20 til 24. Arbeiðið er nú liðugt.


31. MAI 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum á Traðagøtu, frá Støðlagøtu til hús nr. 37, og á Hóvabrekku, Kvíggjartún, Suðurstíggjur og ovasta parti av Garðsgøtu týsdagin 31. mai frá kl. 13 - 16. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er nú liðugt.


6. mai 2022

Fríggjadagin 6. mai 2022 vórðu bakteriur staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy. Drekkivatnskanningar gjørdar 10. mai staðfestu, at drekkivatnið í Nólsoy var reint aftur.


2. mai 2022

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum á Oyggjarvegnum, Hjaltarók, Írarók og Hotel Føroyum mánadagin 2. mai frá kl. 9-12. Arbeiðið er liðugt.


21. apríl 2022 

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum í Rektaragøtu, Reyngøtu og Tinganesi hósdagin 21. apríl 2022 frá kl. 13-14. Arbeiðið er liðugt.


7. apríl 2022

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø hóskvøldið 7. apríl frá kl. 19-24 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


9. mars 2022

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum á Hvítanesvegi, Garðavegi, Hornavegi, Sanatoriivegi, gomlu Hoyvíkini og í Mannbrekku niðan til Gróthúsvegin mikudagin 9. mars frá kl. 10-12. Arbeiðið er liðugt.


23. FEBRUAR 2022

Óreinsað vatn varð staðfest í rørskipanini í Nólsoy 23. februar 2022. Orsøkin var eitt streymslit náttina til 23. februar. Heitt varð tí á nólsoyingar um at kóka vatnið. Vatnroyndir tiknar hósdagin 24. februar vístu, at drekkivatnið var reint aftur í Nólsoy. Trupulleikin er sostatt loystur.


17. februar 2022

Hósdagin 17. februar 2022 skrúvaðu vit fyri vatninum á Íslandsvegi ímillum Landavegin og Orknoyarveg frá kl. 10 til 12. Hetta varð gjørt í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


15. februar 2022

Skrúvað varð fyri vatninum á Íslandsvegi ímillum Landavegin og Orknoyarveg frá kl. 13 til 15. Hetta varð gjørt í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


20. januar 2022

Koliformar bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Kirkjubø 20. januar 2022, og mælt varð tí til at kóka vatnið í økinum. Í hesum sambandi skrúvaðu vit fyri vatninum í Kirkjubø fríggjadagin 21. januar frá kl. 10.30-11.30.

Kókitilmælið stóð við til 28. januar, tá vatnroyndir, tiknar í ymiskum støðum í bygdini 27. januar, vístu, at ongar bakteriur vóru í vatninum. Trupulleikin er sostatt loystur.


27. DESEMBER 2021

Vatnleki var á Villingadalsvegnum millum Ringvegin og Mækjugøtu. Arbeiðið at tetta lekan er nú liðugt.


17. november 2021

Vegna vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø mikudagin 17. november frá kl. 21-24. Arbeiðið er nú liðugt.


10. november 2021

Vit Skrúvaðu fyri vatninum á Heiðavegi við síðugøtum og á Dvørgastígi mikudagin 10. november frá kl 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


9. November 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Skotarók týsdagin 9. november frá kl. 10-13. Vatnið varð tikið í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


2. November 2021

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaði kommunan fyri vatninum í Doktara Dahls gøtu týsdagin 2. november millum kl. 13 og 16. Arbeiðið er nú liðugt.


25. oktober 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Tórgarðsgøtu, ímillum Strandarvegin og Eysturskúlan við síðugøtum og Hamarsgøtu, 25. oktober frá kl. 13 til 16 í sambandi við vatnleiðingsarbeiðið. Arbeiðið er nú liðugt.


18. oktober 2021

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu og síðugøtum, ímillum Eysturskúlan og Bókbindaragøtu, mánadagin 18. oktober frá kl 10-13. Arbeiðið er nú av.


8. oktober 2021

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum á Argjavegi og Doktara Dahls gøtu, í millum rundkoyringina og Argjaveg 55, fríggjadagin 8. oktober frá kl. 10-12. Arbeiðið er liðugt.


28. september 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum á Grønlandsvegnum, frá Íslandsvegnum til Svalbardsvegin og á Mikkjalstrøð og Grønulág 28. september frá kl. 10 - 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


21. september 2021

Koliformar bakteriur vórðu staðfestar í vatninum frá vatnverkinum í Havnardali 14. september 2021. Talan var um stóran part av vesturbýnum og part av Argjum.

Drekkivatnsroyndir tiknar mánadagin 20. september vístu, at vatnið var reint aftur á Argjum og í vesturbýnum. Trupulleikin er sostatt loystur.


27. august 2021

Skrúvað varð fyri vatninum í Kongsgili fríggjadagin 27.august 2021 frá kl. 10 - 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði. Arbeiðið er liðugt.


4. August 2021

Vatnkanningar vórðu tiknar 3. august í 23 ymiskum støðum í kommununi, og bakteriur vórðu staðfestar í Hornabø í Havn. Talan var um lítla dálking: 1 e-coli bakteria pr. 100 ml. av vatni. Kommunan mælti tískil til at kóka vatnið í økinum, áðrenn drukkið varð. 5. august staðfestu vit, at vatnið var reint aftur.


13. juli 2021

Týsdagin 13. juli settu vit upp nýggjan brandpost Undir Kongavarða frá klokkan 10-12. Skrúvað varð fyri vatninum, meðan arbeiðið fór fram. Arbeiðið er nú liðugt.


12. juni 2021

Vegna tekniskt brek á vatnverkinum var vatnið dálkað í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø. Mælt varð tí til at kóka vatnið. Kanningar gjørdar týsdagin 22. juni vístu, at ongar bakteriur vóru í vatninum. Trupulleikin er sostatt loystur.


21. juni 2021

Vit skrúvaðu vit fyri vatninum í Kaldbak frá kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.


16. juni

Skrúvað varð fyri vatninum á Velbastað mikudagin 16. juni 2021 frá kl. 13 - 15. Hetta í sambandi við, at vit skiftu UV-rør.


14. juni

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Kaldbak 14. juni frá kl. 13-15. Hetta í sambandi við, at vit skiftu UV-rør.


10. juni 2021

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði skrúvaðu vit fyri vatninum í Hagagøtu á Argjum hósdagin 10. juni frá kl. 13-15.


8. juni 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Nólsoy týsdagin 8. juni frá kl 9-10. Vatnið varð tikið í sambandi við, at vit skiftu UV-rør á vatnverkinum.


4. juni 2021

Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði á Tjaldursvegnum, skrúvaðu vit fyri vatninum á Vípuvegi 4. juni frá kl. 11 - 13.


18. mai 2021

Týsdagin 18. mai skrúvaðu vit fyri vatninum á Gróthúsvegi frá kl. 13-15 í sambandi við, at vit skiftu vatninnføringsrør. Arbeiðið er nú liðugt og vatnið komið aftur.


10. mai 2021

Mánadagin 10. mai skrúvaðu vit fyri vatninum í Jóannesar Paturssonar gøtu, ímillum Fríðriks Petersens gøtu og Grønlandsvegin, niðast á Torfinsgøtu og á Fugloyarvegi frá kl. 10 - 13. Hetta í sambandi við, at vit skiftu ventilar og opnaðu fyri áboring í økinum. Arbeiðið er nú liðugt.


3. mai 2021

Eitt brot á vatnleiðingini á Argjaboða ávirkaði vatnveitingina í økinum. Trupulleikin varð loystir aftaná ein tíma.


13. apríl 2021

Vit stongdu fyri vatninum í Nólsoy týsdagin 13. apríl 2021 frá kl. 14-14.30. Hetta gjørdu vit í sambandi við at vit kalibreraðu display til UV-sensor. Arbeiðið er nú av og vatnið rennur sum vanligt.


26. mars 2021

Vit umvældu ein leka og stongdu tí fyri vatninum á Írarók og Hjaltarók fríggjadagin 26. mars frá kl. 10-12. Trupulleikin er nú loystur.


22. mars 2021

Vatnleki var í gongubreytini á Gripsvegnum, og tískil noyddust vit at minka um vatntrýstið á Egholmstrøð, Fjósagøtu, Sornhúsgøtu og á Gripsvegnum ímillum R.C. Effersøesgøtu og Traðarveg, mánadagin 22. mars. Lekin er nú funnin og vatntrýstið vanligt aftur.


11. mars 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Birnugøtu, Gæsugøtu og á Sundsvegnum frá Mylnuni oman til rennibreytina 11. mars frá kl 13-15. Trupulleikin er nú loystur.


10. mars 2021

Mikumorgun 10. mars fluttu vit ein brandpost á Argjum og tí skrúvaðu vit fyri vatninum á Reynsgøtu 27-49 og Reynsgøtu 2-14 frá kl. 10-12.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15