Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

Á hesari síðuni hava vit savnað leinkir til ymiska kunning, sum vit vóna, at tú fært nyttu av sum hús- og jarðareigari í Tórshavnar kommunu. Tú kanst millum annað lesa um garðskyldu, kavarudding og reglurnar í sambandi við nýtslu av kommunalum økjum. Tú kanst eisini leita fram ásetingar og upplýsingar um títt grundstykki.

Faldarar

 

Síður á torshavn.fo

 

Hvat er galdandi á mínum stykki?

Her kanst tú leita fram upplýsingar og ásetingar, sum eru galdandi fyri títt stykki. Tú kanst millum annað finna upplýsingar um almennu og serstøku byggisamtyktirnar, kloakkviðurskifti, parkeringsmøguleikar og ruskinnsavning.

Gev gætur, at um serstøk byggisamtykt finst fyri økið, er hon galdandi fram um almennu byggisamtyktina.

Skriva tín bústað ella matrikkul í inputfeltið niðanfyri og fá fylgjandi upplýsingar fyri tín bústað:

  • Serstøk byggisamtykt
  • Almenn byggisamtykt
  • Matrikul
  • Ognir á matrikklinum skrásettar í Tórshavnar býaratlasi
  • Kloakk
  • Vatn
  • Hitaætlan: Fjarhiti
  • Parkering
  • Ruskinnsavning

 

Tinglisnar byrður

Vilt tú vita, hvørjar byrður eru tinglisnar á tínum grundstykki, kanst tú kanna tað í tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni. Her kanst tú eisini sjálv útvega tær avrit av byrðunum ella eina tingbókaváttan.

Á síðuni hjá tinglýsingarskipanini finnur tú eisini eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í skipanina. Í summum førum krevst, at tú ritar inn við Samleikanum. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing« ovast á síðuni, sært tú, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)



Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Vestara Bryggja 15, 2. hædd
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Byggimálsdeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15