Garðar, hegn og gongubreyt
Eigur tú hús framvið almennum vegi, eigur tú ein part av ábyrgdini fyri, at gongubreytin og vegøkið eru rein og hampað. Tað er serliga umráðandi, at tú klippur runnar og trø, har vegamót og gøtunavna- og ferðsluskelti eru, tí vøksturin kann tarna útsýnið hjá bilførarum.
Tú ert vælkomin at senda okkum eina fráboðan, berst tú eyga við runnar ella greinar, sum fjala skelti ella tarna ferðsluni á annan hátt.
Send fráboðan um tarnandi vøkstur
Tú skalt klippa tína runnagirðing heilt inn til markið móti almennum vegi ella gøtu. Sama er galdandi fyri runnar og trø, sum vaksa út yvir gongubreytina ella vegjaðaran, og sum kunnu vera til ampa fyri fólk til gongu ella á súkklu. Størri trø kunnu eisini skugga fyri part av gøtuljósinum, soleiðis at sýnið versnar.
Hevur tú runn ella annan vøkstur, sum veksur út móti almennum vegi, gongubreyt ella gøtu, skalt tú klippa tey heilt inn til mark. Hetta kravið tekur atlit til postboðið og ruskinnsavningina, men eisini til tínar grannar og aðrar borgarar: Tað skal vera frítt at fara hjá ferðsluni á gongubreytum, vegum og rásum, og sýnið skal vera gott frá síðuvegum og privatum ognum.
Tað er serliga umráðandi fyri ferðslutrygdina, at vøksturin ikki tarnar útsýnið við vegamót, og at tú eisini klippir, har ferðsluskeltir eru.
Við fáum ráðum kanst tú virka fyri at gera pláss fyri øllum í kommununi og lætta um gerandisdagin hjá eldri fólki, rørslutarnaðum, barnafamiljum og persónum í tænastustørvum. Samstundis tekur tú lut í at fríðka um grannaløgini og arbeiðir sostatt fyri tí góða grannalagnum.
Góður siður er, at runnagirðingar ikki eru hægri enn 1,8 metrar. Kunnu tú og grannin semjast um tað, kann hæddin vera tveir metrar. Vit mæla eisini til, at girðingin ella runnurin er breiðast í neðra. Hetta er bæði fyri útsjóndina og fyri at tryggja støðufestið, so runnurin ikki koppar ella brotnar.
Tú kanst kunna teg nærri um tínar skyldur í politiviðtøkuni fyri Tórshavn og í løgtingslógarkunngerðini um ferðslu.
Tá ið tú hampar gongubreytina, skalt tú millum annað:
- Taka ókrút burtur
- Feia
- Taka rusk og annað burtur, sum er til ampa fyri ferðsluna
- Halda trappusteinin reinan
- Halda vegjaðaran reinan og reinsa kloakkristirnar
Kommunan hevur ábyrgdina av at reinhalda koyribreytirnar, súkklubreytirnar og almennu parkeringsøkini.
Er kloakkristin í vegjaðaranum tipt, kanst tú boða kommununi frá umvegis okkara talgildu fráboðanarskipan. Gev tó gætur, at ábyrgdin annaðhvørt kann liggja hjá kommununi, Landsverki ella privatum vegeigara. Tað veldst um, hvørt talan er um kommunalan veg, landsveg ella privatan veg. Eru vegristirnar á privatum øki, mást tú venda tær til privatu vinnuna. Ivast tú, kanst tú ringja til kommununa á telefon 30 20 10.
Húseigarar, ið liggja upp at privatum felagsvegi ella rásum, hava somu skyldur at klippa runnar sum øll onnur. Tað vil siga, at eigarar skulu fylgja mannagongdini omanfyri undir teiginum »Hvussu skal eg klippa mína runnagirðing?«.
Húseigarar, sum eiga rættin til privata felagsvegin, hava harumframt skyldu til at reinhalda gongubreytina, vegjaðaran og koyribreytina framman fyri sína ogn heilt út til miðjuna á koyribreytini. Tú kanst kunna teg nærri um tínar reinhaldsskyldur í politiviðtøkuni fyri Tórshavn.
Á kortinum niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir privatu vegirnar í Tórshavnar kommunu. Eigur tú privatan veg í Tórshavnar kommunu, kanst tú søkja um, at kommunan skal yvirtaka vegin og harvið viðlíkahaldið. Les meira um treytirnar her:
Tú kanst lesa nærri um reglurnar fyri runnar, hegn og niðurseting av trøum í faldaranum »Plantið eitt træ í góðum grannalag« niðanfyri. Niðanfyri finnur tú eisini vegleiðingina til uppsetan av seyðahegni. Yvirskipaðu girðingarreglurnar sært tú í Girðingarlógini.
Kortini mást tú eisini minnast til at kanna, um serstaka byggisamtyktin hevur ásetingar um girðingar í tínum øki. Harafturat er hegnskyldan ofta lýst sum byrða á ognum, serliga í sambandi við kommunalar útstykkingar. Tað vil siga, at tú mást kanna, um ásetingar um girðingar eru at finna í skeytinum.
Er einki tilskilað í skeytinum ella í serstøku byggisamtyktini, er talan um vanliga garðskyldu. Vanliga garðskyldan er annaðhvørt full garðskylda ella felags garðskylda:
- Fulla garðskyldu hevur tú fram við almennum ella kommunalum vegi, gøtu ella frílendi
- Felags garðskyldu hevur tú, um tú býrt upp at grannanum. Tað vil siga, at tú saman við tínum granna skalt finna útav, hvussu garðurin tykkara millum skal vera; hvørt garðurin til dømis skal vera træverk, rimaverk, betonggarður, stakitt ella einki
Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú skalt tískil altíð syrgja fyri, at staðseta runnar og aðrar girðingar á tínum egna matrikkli. Tað vil eisini siga, at tú skalt gera tær greitt, hvar markið gongur millum tín matrikkul og vegin ella grannaognina.
Setur tú runnagirðingar niður, skalt tú til dømis hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki. Hetta er av teirri orsøk, at fullvaksnir runnar kunnu enda við at vera 80 cm til víddar.
Hava tú og grannin felags runnagirðing, er týdningarmikið, at tit eru samdar um, nær runnarnir skulu klippast, og hvussu breið og høg runnagirðingin skal vera.
Vanligt er, at trø kunnu plantast allastaðni í einum garði. Tú mást tó minnast til at taka ymisk atlit. Tað er til dømis umráðandi, at tú ikki kemur ov nær grannamarkinum, og tú mást ansa eftir, at trøini ikki skaða nakað á grannaognini ella eru til vanda, tá tey vaksa.
Tá ið tú setur niður, skalt tú eisini minnast til, at trø kunnu koma til at kasta skugga á grannaognina. Serliga eru tvey viðurskifti, sum gera av, hvørt eitt træ skuggar og elvir til øsing. Annað er, hvar træið stendur í mun til markið. Røtur og greinar mugu til dømis ikki vaksa inn um mark. Og træið sjálvt skal standa á tínum egna matrikkli. Hitt er, hvussu høgt træið veksur.
Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum:
Reglur um girðingar eru viðhvørt lýstar í serstøku byggisamtyktini. Tú kanst skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at leita fram serstøku samtyktina og kanna, um serligar ásetingar eru í tínum øki.
Skriva tín bústað ella matrikkul í inputfeltið niðanfyri og fá fylgjandi upplýsingar fyri tín bústað:
- Serstøk byggisamtykt
- Almenn byggisamtykt