Lurta

Kavarudding á tínari gøtu

Sum grundeigari hevur tú skyldu til at tryggja, at fólk kunnu ganga og ferðast á gongubreytini og vegnum framman fyri tínari ogn uttan at fáa skaða.

Tú skalt tískil syrgja fyri at rudda kava burtur og tryggja, at gongubreytin framman fyri ognini ikki er hál. Tú mást somuleiðis tryggja tær, at trappurnar inn til ognina ikki eru hálar.

Sum eigari av stykki ella bygging, ið liggur upp at almennum vegi, hevur tú skyldu til at halda vegin reinan frá tínari ogn og út til miðjuna á vegnum. Eigur tú privatan veg ella part av privatum vegi, hevur tú skyldu til at halda allan vegin reinan.

Vilt tú vita nær og hvussu, Tórshavnar kommuna røkir sínar vetraruppgávur, kanst tú fylgja leinkinum niðanfyri.

Kavarudding



Um vetrarhald
Serligt fyri privatar felagsvegir og gøtur

Grundeigarar fram við privatum felagsvegum og gøtum skulu, afturat gongubreytini og trappusteininum, rudda kava av koyribreytini og salta, soleiðis at bilførarar og súkklarar kunnu ferðast eftir vegnum.

Sum eigari av privatum vegi hevur tú sostatt skyldu til at halda allan vegateinin reinan, meðan eigarar framvið almennum vegi hava skyldu til at reinhalda gongubreytina, vegjaðaran og koyribreytina framman fyri sína ogn út til miðjuna á koyribreytini.

Ivast tú í, um tú býrt fram við privatum felagsvegi ella almennum vegi, kanst tú ringja til Umhvørvisstovuna á tel. 34 24 00 ella senda ein teldupost til us@us.fo.

Ynskir tú, at kommunan skal yvirtaka viðlíkahaldið av vegnum, kanst tú søkja um, at kommunan yvirtekur vegin. Kunna teg nærri her:

Yvirtøka av privatum vegi

Nýt salt, grús ella sand

Tú kanst nýta salt, grús ella sand til at fyribyrgja hálku. Gev tó gætur, at salt kann tæra summi sløg av flísum. Í tílíkum førum mæla vit til at nýta sand.

Kommunan hevur sett kassar við salti í árendum økjum. Tú kanst taka tær salt úr kassunum, tá ið tørvur er á tí.

Her finnur tú saltkassarnar

Kommunan hevur sett saltkassar upp í mest árendu økini í kommununi. Her kanst tú heinta salt, tá tørvur er á tí.

Boða frá tómum saltkassa

Er saltkassin í tínum grannalagi tómur, kanst tú boða okkum frá við at nýta talgildu fráboðanarskipan okkara.

Boða frá tómum saltkassa

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15