Lurta

Søk um trøð ella urtagarðsstykki

Ert tu fylt 18 ár, og ert tú búsitandi í Tórshavnar kommunu, hevur tú møguleika fyri at søkja kommununa um eina trøð ella eitt urtagarðsstykki til at velta ella hava kríatúr á.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks. Gev gætur, at tú kanst ikki søkja um bæði.

Søk um trøð ella urtagarðsstykki á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta Vangan, kanst tú fylla umsóknarskjalið út niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um trøð« ella »Umsókn um urtagarðsstykki« í evnisteigin.

Samleikin.fo

Umsókn um trøð ella urtagarðsstykki 



Hent at vita, skalt tú leiga trøð
Hvat kann eg søkja um?

Tú kanst søkja um eina trøð. Traðirnar, vit útluta, eru umleið 5-6.000 fermetrar stórar og liggja ymsastaðni í kommununi.

Hvør kann søkja?

Borgarar, sum eru yvir 18 ár og fastbúgvandi í Tórshavnar kommunu.

Hvussu søki eg?

Tú søkir um urtagarðsstykki ella trøð á Vanganum. Gev gætur, at tú kanst ikki søkja um bæði.

Søk um trøð ella urtagarðsstykki á Vanganum

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, kanst tú stovna tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at nýta Samleikan og Vangan, tí samskiftið er bæði tryggari og skjótari. Harafturat hevur tú møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta Vangan, kanst tú fylla umsóknarskjalið út niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »umsókn um skúlaskifti« í evnisteigin.

Samleikin.fo

Umsókn um trøð ella urtagarðsstykki 

Hvussu nógv kostar tað at leiga eina trøð?

Tað kostar 1.000 kr. um árið at leiga eina trøð. Vit senda tær eina rokning um ársbyrjan. Tað vil siga, at leigan er eitt undangjald.

Hvussu leingi varir sáttmálin?

Sáttmálin er galdandi í trý ár og kann eftir umsókn endurnýggjast í trý ár afturat, um báðir partar semjast um tað.

Sleppi eg at byggja á trøðni?

Ja. Tú kanst byggja eitt lítið hús, ið er upp til 15 fermetrar stórt við byggiloyvi frá kommununi.

Eru aðrar treytir, sum eg skal kunna meg um?

Ja. Tú hevur millum annað hegnskyldu, og tekniskar leiðingar sum el og kloakk eru ikki loyvdar.

Les meira um høvuðstreytirnar niðanfyri.

Høvuðstreytir í sáttmálanum til traðir og urtagarðsstykkir

Hent at vita, skalt tú leiga urtagarðsstykki
Hvør kann søkja?

Borgarar, sum eru yvir 18 ár og fastbúgvandi í Tórshavnar kommunu.

Hvussu søki eg?

Fyri at søkja, skalt tú fylla umsóknarskjalið omanfyri út og viðfesta tað í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Umsókn um urtagarðsstykki« í evnisteigin.

Hvussu nógv kostar tað at leiga urtagarðsstykki?

Leigugjaldið er 500 kr. um árið. Vit senda tær eina rokning um ársbyrjan. Tað vil siga, at leigan er eitt undangjald.

Hvussu leingi varir sáttmálin?

Sáttmálin varir í trý ár.

Sleppi eg at byggja á urtagarðsstykkinum?

Ja. Tú kanst byggja eitt lítið hús, ið er upp til tíggju fermetrar stórt við byggiloyvi frá kommununi.

Eru aðrar treytir, sum eg skal vita um?

Ja. Millum annað eru tekniskar leiðingar sum el og kloakk eru ikki loyvdar.

Les meira um høvuðstreytirnar niðanfyri.

Høvuðstreytir í sáttmálanum til traðir og urtagarðsstykkir

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Stjórnarskrivstovuna


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-15.00