Drekkivatn og vatnkanningar
Er tín kloakk tipt, stendur vatn í kjallaranum ella hevur tú aðrar trupulleikar við kloakk ella vatni, kanst tú seta teg í samband við Teknisku deild í Tórshavnar kommunu.
Ring á telefon 30 20 10 ella send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja navn, bústað, telefonnummar og hvørji tíni ørindi eru.
Hevur tú tørv á bráðfeingis hjálp viðvíkjandi kloakk og omanávatn uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kanst tú ringja til Snartænastuna hjá Tórshavnar kommunu á telefon 31 81 80. Tórshavnar Sløkkilið umsitur Snartænastuna. Snartænastan svarar alt samdøgrið allar dagar í vikuni.
Í høvuðsstaðnum kemur drekkivatnið úr trimum vatngoymslum. Tær eru í Villingadali, Havnardali og á Argjum.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar vatnleiðingin er løgd inn á tínum grundstykki. Skriva tín bústað í leititeigin fyri at síggja innleggingarnar.
Gev gætur, at kortið bert er vegleiðandi. Ivast tú, kanst tú ringja til Vatnverkið á telefon 25 40 16. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja til vakttelefoninina hjá Vatnverkinum á telefon 28 77 16.
Tað er ymiskt, hvar stoppikranin er. Kranin kann annaðhvørt vera uttandura ella innandura, men í summum førum kann stoppikrani vera bæði innan og uttan.
Á vatnleiðingarkortinum niðanfyri er vegleiðing um, hvar stoppikranin er á tínum matrikkli. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin.
Gev gætur, at kortið er vegleiðandi, og at tað er tín ábyrgd sum húsaeigari at vita, hvar stoppikranin er. Hevur tú framvegis trupult við at finna stoppikranan, kann Vatnverkið sum oftast hjálpa tær at finna hann.
Í vanligari arbeiðstíð kanst tú ringja til Vatnverkið á telefon 30 20 10. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja á telefon 28 77 16.
Vit mæla til, at tú hevur grovfiltur á vatninnføringini eftir stoppikranan. Hetta er fyri at fanga smápartiklar, ið annars kunnu órógva kranar og vesisisternur.
Vatnið í Føroyum er sera bleytt. Herðan er < 1 dH°.
Í Tórshavnar kommunu eru 13 vatnverk. Kunna teg nærri um einstøku vatnverkini niðanfyri.
At vatndygdin er í lagi merkir, at ávís markvirði verða hildin. Tað eru til dømis markvirðini fyri lit, klárleika, pH-virði og bakteriur. Til dømis mugu sjúkuelvandi bakteriur, til dømis E. kolibakteriur, ikki vera í vatninum.
Kanningartíttleikin er í høvuðsheitum tengdur at fólkatalinum í tí økinum, sum fær vatn frá einum ávísum vatnverki. Til dømis kanna vit drekkivatnið úr Villingadali mánaðarliga, meðan vit kanna drekkivatnið úr Nólsoy annan hvønn mánað.
Niðanfyri finnur tú reglugerðina fyri vatnveitingina í Tórshavnar kommunu. Her finnur tú eisini mannagongdina fyri innanhýsis drekkivatnskanningar og eina tulkingarvegleiðing, ið greiðir frá, hvussu tú lesur vatnkanningar.
Reglugerð fyri vatnveiting í Tórshavnar kommunu
Í Tórshavnar kommunu gera kanningarstovur mánaðarligar kanningar av drekkivatninum sambært ymiskum evnafrøðiligum og mikrobiologiskum parametrum.
Tórshavnar kommuna hevur harafturat eitt innaneftirlit. Vit kanna vatnið mánaðarliga, tó tvær vikur forskotið í mun til kanningarnar hjá kanningarstovunum.
Kommunalu drekkivatnskanningarnar fevna bara um kanningar fyri E. koli og koliformar bakteriur. Hesar kunnu oftast elva til trupulleikar. Á henda hátt fær kommunan fleiri kanningarúrslit, og trygdin fyri dygdargóðum vatni økist.
Her sært tú úrslitini av seinastu mánaðarligu vatnkanningunum. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vit skipa fyri, tá drekkivatnið ikki lýkur markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
KANNINGARÚRSLIT 2024
Sýnað | Uttanhýsis | Innanhýsis |
Dato | Leinki | Nýggjastu mðr. kanningarnar |
03.01.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
25.01.2024 | Mikrobiologiskt | |
05.02.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt (víðk.) | |
19.02.2024 | Mikrobiologiskt | |
04.03.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
20.03.2024 | Mikrobiologiskt | |
08.04.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
08.04.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
16.04.2024 | Mikrobiologiskt | |
21.05.2024 | Mikrobiologiskt | |
03.06.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
12.06.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt (ums.) | |
19.06.2024 | Mikrobiologiskt | |
01.07.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
15.07.2024 | Mikrobiologiskt | |
05.08.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
07.08.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt (ums.) | |
21.08.2024 | Mikrobiologiskt | |
02.09.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
04.09.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt (ums.) | |
24.09.2024 | Mikrobiologiskt | |
07.10.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
07.10.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt | |
09.10.2024 | Mikrobiologiskt / kemiskt (ums.) | |
17.10.2024 | Mikrobiologiskt | |
Her sært tú úrslitini av mánaðarligu vatnkanningunum í 2023. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vórðu gjørd, tá ið drekkivatnið ikki lúkaði markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
KANNINGARÚRSLIT 2023
Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir komandi vatnsýnini í 2023.
Her sært tú úrslitini av mánaðarligu vatnkanningunum í 2022. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vórðu gjørd, tá ið drekkivatnið ikki lúkaði markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
KANNINGARÚRSLIT 2022
Her sært tú úrslitini av mánaðarligu vatnkanningunum í 2021. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vórðu gjørd, tá ið drekkivatnið ikki lúkaði markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
KANNINGARÚRSLIT 2021
Her sært tú úrslitini av mánaðarligu vatnkanningunum í 2020. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vórðu gjørd, tá ið drekkivatnið ikki lúkaði markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
KANNINGARÚRSLIT 2020
Her sært tú úrslitini av mánaðarligu vatnkanningunum í 2019. Her sært tú eisini mikrobiologisk umsýn, sum vórðu gjørd, tá ið drekkivatnið ikki lúkaði markvirðini. Aloftast eru bakteriur í drekkivatninum orsøk til, at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
Kanningarúrslit 2019
Hevur tú tørv á úrslitunum frá eldri vatnkanningum, kanst tú venda tær til Torbjørn Bæk á Teknisku deild við at senda ein teldupost til torbjornb@torshavn.fo
Tú skalt kóka vatnið, tá kommunan hevur givið kókitilráðing. Kommunan gevur kókitilráðing, tá vatnið ikki lýkur góðskukrøvini. Hetta kann serliga koma fyri á sumri og tíðliga á heysti, tá tað er áarføri og heitt í veðrinum.
Tá tú verður biðin um at kóka vatnið, merkir hetta, at vatnið skal fáast upp á kók (100⁰C) og síðan spruttkóka í ein minutt. Tú kanst kóka vatnið í í ketli ella grýtu.
Brúkar tú el-ketil, skalt tú kóka vatnið tvær ferðir við einum millumbili á 2-5 minuttir.
Hóast kaffimaskinur ikki koma upp á 100⁰C í ein minutt, er framvegis ráðiligt at nýta tær kaffimaskinur og ídnaðaruppvaskimaskinur, sum í minsta lagi koma upp á 80⁰C. Tá eru flestu smákyknini frá dálkingini annaðhvørt deyð ella óvirkin.
- Tá tú skalt drekka vatnið
- Tá tú skalt skola grønmeti og frukt
- Tá tú skalt busta tenn
- Tá tú skalt vaska hendur í samband við matgerð
- Tá tú skalt vaska upp
- Tá tú skalt vaska køksborð, døgurðaborð og tílíkt
- At kóka epli, pasta og annað
- Vanligt hondvask – undantikið í sambandi við matgerð
- Brúsubað og karbað. Ansa eftir, at børn ikki drekka vatnið
- Klædnavask og reingerð – hetta fevnir ikki um køksborð, døgurðaborð og tílíkt
- Húsdjór kunnu drekka ókókað vatn
Tú skalt halda á við at kóka vatnið, inntil nýtt vatnsýn staðfestir, at vatnið er reint aftur, og kókitilráðingin er tikin úr gildi.