Lurta

Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Her finnur tú eitt yvirlit yvir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu. Almennu byggisamtyktirnar eru býttar eftir øki.

Summar serstakar byggisamtyktir hava feilir í tekstinum. Vit mæla tí til, at tú brúkar kortið niðanfyri, tá tú vilt kanna, hvørjum byggisamtyktum tín matrikkul er fevndur av.

Tú kanst eisini leita sjálva byggisamtyktina fram á kortinum: skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin og trýst á húsanummarið á kortinum. Nýt pílarnar í erva til at velja samtykt og trýst síðani á leinkið »flere oplysninger« í kunningarrútinum, so verður tú beind víðari til samtyktina.

Í sambandi við at almenna byggisamtyktin fyri Tórshavn, Argir, Hoyvík og Kollafjørð er vorðin endurskoðað, skulu fleiri rættingar gerast í byggisamtyktarkortinum niðanfyri. Tá ið kortið verður brúkt, má fyrivarni sostatt takast fyri, at kortið verður dagført í løtuni. Ivast tú, kanst tú seta teg í samband við Býarskipanardeildina. Ring 30 20 10



Almenna byggisamtyktin
Serstakar byggisamtyktir
Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15