Lurta

Heildarætlanir

Allar býarskipanarligar heildarætlanir í Tórshavnar kommunu taka støði í kommunuætlanini, sum er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanin setur framtíðarnýtsluna fyri tey ymsu økini út í kortið, so sum bústaðarøki, vinnuøki, ítróttarøki og miðstaðarøki.

Við støði í kommunuætlanini verða meira ítøkiligar ætlanir gjørdar, til dømis heildarætlanir. Eitt dømi um slíka heildarætlan er Miðbýarætlanin, ið varð gjørd í 2016, og sum snýr seg um skipan av kommunalum útirúmum. Aðrar heildarætlanir eru heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki og heildarætlanin »Urtagarðsbýurin«, ið er eitt skipanaruppskot fyri miðbýarkjarnuna í Havn.

»Urtagarðsbýurin« er at rokna sum eitt framhald undir hesi yvirskipaðu Miðbýarætlan. Tó snýr »Urtagarðsbýurin« seg um eitt avmarkað øki í Miðbýarætlanini, nevniliga miðbýarkjarnuna og um, hvussu innihaldið í teimum ymsu útirúmunum og bygningunum kann umskapast fyri at skapa trivnað og fleiri bústaðir í økinum. Á sama hátt er »Býarlundin« eitt átak undir heildarætlanini »Urtagarðsbýurin«.

Býarskipanarliga raðfylgjan er sostatt hendan:

Aðrar heildarætlanir, ið liggja fyri framman, eru:

  • Ætlan fyri Bacalao og Vestara Havnaøki
  • Ætlan fyri Háls
  • Ætlanir fyri bygdirnar

Tað er bæði eitt politiskt og umsitingarligt ynski í kommununi at fáa gjørt heildarætlanir fyri øll øki í býnum, soleiðis at framtíðarætlanirnar í kommununi gerast meira gjøgnumskygdar og atkomiligar hjá borgaranum, og soleiðis at vit hava eitt skilvíst grundarlag fyri at gera bindandi ásetingar fyri bygging og nýtslu av teimum økjum, sum heildarætlanirnar fevna um.

Ætlanirnar sært tú her:

Kommunuætlanin

Miðbýarætlanin

Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki

Heildarætlanin Urtagarðsbýurin



Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15