Lurta

Bussleiðin

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu er ein týdningarmikil bindiliður millum høvuðsstaðin og bygdirnar í kommununi. Sjey bussleiðir røkja samferðsluna í kommununi. Bussarnir eru bæði lættir og umhvørvisvinaligir, og allar sjey leiðir eru ókeypis at brúka.


Finn tína fráferð á Google Maps

Einfaldasti máti at kanna, nær næsti bussur fer frá einum steðgiplássi er at vitja Google Maps. Her skrivar tú navnið á gøtuni í leititeigin og trýstir á bláa buss-ikonið á kortinum. So sært tú, hvørjar bussleiðir steðga á plássinum. Trýstir tú á eina av bussleiðunum, sært tú, nær næstu fráferðirnar eru.

Google Maps



Bussleiðin
Leið 1: Hamarin, Landssjúkrahúsið, Berjabrekka, inni á Gøtu

Leið 2: Norðasta Horn, Landssjúkrahúsið, Eysturskúlin, Høllin á Hálsi, SMS

Leið 3: AB-vøllur, Glasir, Óðinshædd, Hvítanes, Berjabrekka ella undir Brúnni

Leið 4: Glasir, Gundadalur, undir Brúnni, Landssjúkrahúsið, Skúlin á Fløtum

Leið 5: Kirkjubøur, Velbastaður, Sandvíkahjalli, Kaldbak

Leið 6: Kollafjørður, Hvítanes, Glasir, Landssjúkrahúsið, Farstøðin

Leið 7: Kollafjørður, Kaldbak, Musikkskúlin, Velbastaður, Kirkjubøur

Samlað ferðaætlan

Hvar er bussurin beint nú?
Hvar er bussurin beint nú?

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar bussarnir eru staddir í løtuni.

Trýst á kortið fyri at gera myndina størri og leita eftir ávísari bussleið.

Gev gætur, at talgilda skipanin kann svíkja, soleiðis at ein bussur stendur í stað ella hvørvur av kortinum.

Leiðfinnarin (Journey Planner) á Google Maps
Finn veg við leiðfinnaranum hjá Google Maps

Journey Planner á Google Maps kann hjálpa tær við at finna veg ella seta tína ferð skilvíst saman. Gev gætur, at leiðfinnarin fevnir bara um býarbussarnar í kommununi.

Tú finnur leiðfinnarin her:

Leiðfinnarin hjá Google Maps

Kort av bussleiðini
Kort

Sí kort í fullari stødd

Skilhald
Vegleiðing

Hjálp bussinum at halda ferðaætlanina. Ger vart við teg, tá bussurin nærkast og ver til reiðar at fara í og úr bussinum, tá hann steðgar.

Barnavognar

Bussarnir hava pláss fyri tveimum barnavognum í senn ella fyri einum barnavogn og einum koyristóli.

Súkklur

Tú kanst hava súkklu við í bussin eftir kl. 17, um pláss er fyri henni.

Hundar

Tú hevur loyvi at hava førarahund við í bussin.

Allir aðrir hundar skulu annaðhvørt vera í kurv ella í tasku.

Gloymdir ella burturmistir lutir

Gloymdir og burturmistir lutir verða latnir Kunningarstovuni í Steinatúni. Ring til kunningarstovuna á tel. 30 24 25.

Í summum førum verða lutir latnir kommununi. Tú kanst ringja til okkum á tel. 30 20 10 millum kl. 9 – 16.

Klagur
Klagur

Bussvirksemið í Tórshavnar kommunu er lagt út til privatan veitara, og tað merkir, at bussførararnir starvast ikki hjá Tórshavnar kommunu, men hjá Gundurs Bussum.

Vilt tú klaga um, at bussurin er seinkaður, ella hevur tú spurningar um bussferðsluna, kanst tú ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Vit syrgja fyri at senda klaguna víðari til Gundurs Bussar.

Fyri at okkara veitari kann gera nakað við klaguna, mást tú minnast til at greiða nærri frá tínari klagu. Minst til at viðmerkja:

  • hvørja leið var talan um (til dømis leið 1)
  • hvønn veg koyrdi bussurin (til dømis leið 1 móti Steinatúni)
  • klokkutíðina (til dømis kl. 8:10)
  • dagfesting (til dømis 20.08.2020)
  • hvat snýr klagan seg um (til dømis at bussurin fór ov tíðliga frá steðgiplássinum)

Kommunan skrásetir allar klagur og hevur eftirlit við, at klagurnar verða viðgjørdar.

Ynskir tú at fáa svarið til tína klagu, minst so til at upplýsa títt navn og telefonnummar í teldupostinum.

Klaga um bussleiðina

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15