Klaga um bussleiðina

Vilt tú klaga um bussleiðina, mást tú minnast til at greiða nærri frá tínari klagu, soleiðis at veitari okkara fær gjørt nakað við klaguna. Kommunan skrásetir allar klagur og hevur eftirlit við, at klagurnar verða viðgjørdar.

Tú skalt minnast til at viðmerkja:

  • Hvørja leið, talan var um (til dømis leið 1)
  • Hvønn veg, leiðin koyrdi (til dømis leið 1 móti Steinatúni)
  • Klokkutíðina (til dømis klokkan 8:10)
  • Dagfesting (til dømis 20.08.2020)
  • Hvat klagan snýr seg um (til dømis, at bussurin fór ov tíðliga frá steðgiplássinum)

Vilt tú hava, at veitari okkara svarar tínari klagu, mást tú minnast til at upplýsa títt navn og telefonnummar í fráboðanini.

Persónsupplýsingar
Greið frá hendingini
Váttan