Lurta

Ferðslutrygd

Tórshavnar kommuna leggur nógva orku í at gera ferðsluna trygga. Hetta gera vit í samráð við Løgregluna, Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Økta talið av bilum í ferðsluni er ein avbjóðing fyri ferðslutrygdina, og vit royna tískil framhaldandi at menna ferðsluviðurskiftini og bøta vegir, soleiðis at tað er trygt hjá bilførarum, súkklarum og gongufólki at ferðast í kommununi.

Borgarar heita dagliga á kommununa, sum er vegamyndugleiki, um at betra um ferðslutrygdina á vegum, gongubreytum, súkklubreytum, gonguteigum og við vegamót, har sýnið er vánaligt.

Ferðslutrygdin hevur hægstu raðfesting, tá vit gera nýggjar vegir og dagføra vegir. Niðanfyri sært tú, hvørji átøk fyri størri ferðslutrygd, Tekniska deild raðfestir.



Hevur tú uppskot til, hvussu vit kunnu gera ferðsluna tryggari?
Hevur tú uppskot til, hvussu vit kunnu gera ferðsluna tryggari?

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu gera ferðsluna tryggari, vilja vit fegin hoyra frá tær. Send okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Uppskot til ferðslutrygd« í evnisteigin.

Ferðsluteljingar
Ferðsluteljingar

Kommunan ger javnan ferðsluteljingar, sum hava til endamáls at staðfesta ferðina, støddina og talið á akførum í ferðsluni.

Ynskir tú at fáa meira at vita um ferðsluteljingar, kanst tú senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Lógarverk

Vís til og greið stutt frá lógarverki – yvirskipaðum og regluverki fyri TK e.t.

FERÐSLUÁTØK

Greið frá ymsum átøkum

FERÐSLUÆTLAN

Er ein ferðsluætlan í TK?

Her er landsfevnandi ferðsluætlanin: https://issuu.com/nudlavirkid/docs/00643_ferdslutrygdar_tlan_aktiv_web

SÚKKLUVERKÆTLAN 2019/2020

Greið frá súkkluverkætlanini frá einum trygdarsjónarmiði

LOYVISBRØV/SERTIFISERINGAR

Greið frá sertifiseringum

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15