Lurta

Kavarudding

Kommunan ruddar kava og syrgir fyri, at almennu vegirnir, gøturnar og parkeringsøkini ikki eru hál.

Kommunan noyðist tó altíð at raðfesta arbeiðið, tí vit fáa ikki ruddað og saltað allar vegir í senn. Salting og kavarudding verður altíð skipað soleiðis, at tað kemur flest møguligum borgarum til góðar. Niðanfyri sært tú, hví og hvussu arbeiðið verður raðfest.

Sum grundeigari í Tórshavnar kommunu hevur tú eisini sjálv ymiskar skyldur í sambandi við salting og kavarudding. Les meira um tínar skyldur her:

Kavarudding á tínari gøtu



Raðfesting av kavaruddingar- og saltingararbeiðinum
Soleiðis raðfesta vit kavaruddingar- og saltingararbeiðið

Arbeiðið at rudda kava og at salta fylgir altíð somu raðfesting. Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu vit raðfesta arbeiðið, og hvar saltkassarnir standa í kommununi. Her sært tú eisini, hvørjar vegir og øki Landsverk varar av.

Raðfestingin av vegunum er hendan:

  1. Høvuðsvegir, sum bussleiðin nýtir, og sum sjúkraflutningur nýtir at sleppa fram at Landssjúkrahúsinum
  2. Høvuðsvegir við stovnar og skúlar
  3. Sambindingarvegir
  4. Brattar brekkur
  5. Býlinga- og íbúðarvegir (hesir verða bert ruddaðir, um maskinur eru tøkar)

Kommunan hevur tvær gravimaskinur, tveir traktorar, feiimaskinur og nakrar pickuppar við plógv til taks. Tað vil siga, at hóast vit hava eina fasta raðfesting, so tekur tað tíð at koma runt í ringum veðri. Tað merkir eisini, at vit fáa ikki ruddað og saltað allar gøtur, men taka okkum fyrst og fremst av høvuðsvegum.

Innkoyringar, smærri gøtur og privatar vegir hevur tú sjálv ábyrgdina av at rudda og salta. Tú kanst lesa meira um tínar skyldur á síðu okkara »kavarudding á tínari gøtu«.

Felags fyri raðfestingina av øllum kommunalum vegum er, at kommunan saltar í minsta lagi eina gongubreyt.

Kavarudding á tínari gøtu

Saltkassar
Saltkassar

Í árendum økjum hevur kommunan sett grønar og gular saltkassar, sum tú kanst heinta salt úr, tá tú hevur tørv á tí. Manglar salt í kassanum, kanst tú boða kommununi frá niðanfyri.

Boða frá tómum saltkassa

Tú sært eitt yvirlit yvir saltkassarnar á kortinum niðanfyri. Skriva tín bústað í leititeigin, so sært tú, hvør saltkassi er tættastur tínum bústaði. Saltkassarnar sært tú, tá tú sumar inn á kortinum. Á kortinum sært tú eisini, hvussu vit raðfesta kavaruddingar- og saltingararbeiðið í kommununi.

Sí kort í fullari stødd (foroyakort.fo)

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15