Søk um parkeringsloyvi
Býrt tú innan parkeringsøkið í Tórshavnar miðbýi, og hevur tú hvørki møguleika fyri at parkera ella gera tær egið parkeringspláss á bústaðnum, kanst tú søkja kommununa um eitt parkeringsloyvi.
Minst til at kunna teg nærri um treytirnar, áðrenn tú søkir. Treytirnar sært tú niðanfyri á hesari síðuni.
Tú søkir á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika og minst til at hava møguliga váttan frá eigara av bústaðnum klára. Tú fært eina kvittan sendandi til tína MínBoks, tá ið tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tú kanst søkja um parkeringsloyvi sum privatpersónur, býrt tú innan parkeringsøkini í miðbýnum uttan møguleika fyri at parkera ella gera egið parkeringspláss á bústaðnum.
Parkeringsøkini eru frámerkt við reyðum á kortinum niðanfyri.
Treytir annars:
- Bilurin skal vera skrásettur á tínum bústaði og í tínum navni
- Hvør bústaður kann í mesta lagi fáa eitt parkeringsloyvi
- Eigur tú ikki bústaðin, skalt tú útvega tær eina váttan frá eigaranum av bústaðnum, ið váttar, at tú kanst søkja um loyvið. Minst til at viðfesta váttanina, tá ið tú søkir um loyvi
Kunna teg nærri um reglurnar í reglugerðini fyri parkeringsloyvi.
Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Minst til at hava møguliga váttan frá eigara av bústaðnum og akfarsskrásetingarskjalið klárt.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Eitt parkeringsloyvi kostar 780 krónur um árið ella 65 krónur um mánaðin.
Loyvið er galdandi frá 1. januar til 31. desember.
Gev gætur, at peningurin verður ikki afturrindaður, nýtir tú ikki loyvið, til dømis um tú selur bilin ella flytur til ein bústað uttan fyri parkeringsøkið.
Tú kanst kanna, um tú hevur møguleika fyri at søkja um parkeringsloyvi við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri. Hevur tú møguleika fyri at søkja um parkeringsloyvi, sært tú í PDF-skjølunum, hvørji parkeringspláss tú kanst nýta.
Skriva tín bústað ella matrikkul í inputfeltið niðanfyri og fá fylgjandi upplýsingar fyri tín bústað:
- Parkering
Parkeringsloyvið kann nýtast í tínum nærumhvørvi á flest øllum parkeringsplássum, sum hava parkeringsavmarkingina tveir tímar, átta tímar ella óavmarkaða tíð.
Parkeringspláss, har parkeringsloyvini ikki eru galdandi, eru frámerkt »Parkeringsloyvi ikki galdandi«.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at skriva »Umsókn um parkeringsloyvi« í evnisteigin.