Veg- og grevstrararbeiði í gerð
Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Niðanfyri sært tú verklagsarbeiðini, sum eru í gongd í løtuni. Tú sært eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við tiltøk og hátíðarhald.
Á kortinum niðanfyri sært tú øll grevstrarloyvi, sum eru latin í løtuni. Loyvi frámerkt við reyðum eru arbeiði, ið eru farin í gongd. Gulu loyvini eru arbeiðini, ið ikki eru byrjaði enn. Trýstir tú á einstaka loyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum.
Tinghúsvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá klubbagarðinum niðan til Sverrisgøtu frá mánadegnum 5. oktober klokkan 8 til fríggjadagin 20. november klokkan 16. Teinurin er stongdur í sambandi við umvæling av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.
Ferðslan verður broytt soleiðis í tíðarskeiðinum:
- Koyrandi er eftir Sverrisgøtu niðan á Tinghúsvegin og víðari niðan til Bøkjarabrekku
- Koyrandi er úr Tórsgøtu niðan á Niels Finsens gøtu og oman til parkeringplássið við ráðhúsið ella oman á Vaglið
- Parkeringbásarnir í Sverrisgøtu, millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu, verða tiknir burtur, meðan umvælingin fer fram. Loyvt er ikki at parkera har, meðan arbeiðið fer fram

Frá 14. september til 9. oktober gera vit vegarbeiði í Varðagøtu. Í hesum sambandi flyta vit buss-steðgiplássið við William Heinesens hús. Bussleiðin heldur fram sum vanligt, men ferðafólk verða biðin um at nýta fyribils buss-steðgiplássið, ið er staðsett longur niðri á Varðagøtu.
Skelti verður sett upp, sum vísir á fyribils steðgiplássið.

Parkeringsforboð er nú galdandi báðumegin á Grønlandsvegnum. Forboðið er galdandi frá vegamótinum Grønlandsvegur/Svalbardsvegur/Krosslíð til vegamótið Grønlandsvegur/Jákup Nolsøes gøta.

Hósdagin 18. juli 2024 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássunum á Skálatrøð og á Svínaryggi. Ferðsluteljingarnar eru ikki tíðaravmarkaðar.
Teljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljingar, har myndirnar verða strikaðar aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Kommunan skeltar eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at kommunan ger hagtalsteljingar.
Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.
Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.
Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.
Hósdagin 5. januar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Kommunan heldur eisini fram at gera ferðsluteljingar við rundkoyringina á Hálsi.
Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.
Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.