Lurta

Børn við serligum avbjóðingum

Øll børn eru fevnd av dagstovnatilboðunum hjá Tórshavnar kommunu. Eisini børn við serligum tørvi og avbjóðingum. Hevur títt barn serligar avbjóðingar, skalt tú tískil skriva barnið upp til eitt dagstovnapláss eftir vanligum leisti. Kortini er umráðandi, at tú gert dagstovnin varugan við tær avbjóðingar, barnið hevur.

Hevur títt barn tørv á eyka stimbran, ella hevur barnið aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at fyriskipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, ið taka hædd fyri avbjóðingunum hjá barninum.

Barna- og ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu veitir ráð og vegleiðing og játtar í serstøkum førum eyka starvsfólkatímar til stovuna hjá barninum í eina tíð. Hevur títt barn tørv á einari serstakari fyriskipan, skalt tú venda tær til stovnsleiðaran, sum síðan vendir sær til námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Barna- og ungdómsdeildini.



Serstovur í Tórshavnar kommunu
Serstovur

Er vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki nøktandi fyri títt barn, kanst tú søkja um pláss í kommunalari serstovu. Á serstovunum eru færri børn, og karmarnir eru skipaðir við atliti at serliga tørvinum hjá tínum barni. Starvsfólkini á serstovunum arbeiða miðvíst við millum annað samskifti, sosialisering og mál- og rørslumenning.

Seks serstovur eru í Tórshavnar kommunu:

BÓLIÐ

Bólið er partur av Dagstovninum í Øksnagerði og hevur pláss fyri seks børnum við kontakt- og samskiftistrupulleikum.

Heimasíðan hjá Dagstovninum í Øksnagerði

HORNABØ

Hornabø er ein frítíðarskúli fyri børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í Skúlanum á Trøðni. Hornabø er ein partur av Dagstovninum í Øksnagerði.

Heimasíðan hjá Dagstovninum í Øksnagerði

SÓLJAN

Sóljan er partur av Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus og hevur pláss fyri seks børnum við immunverjusjúkum og tílíkum.

Heimasíðan hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus

Serstovan í Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Frítíðarskúlin í Hoyvík hevur eina sereind til børn, sum ganga í serflokki í 1. og 2. flokki í Hoyvíkar skúla.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík

serstovan í smílibýlinum

Frítíðarskúlin Smílibýlið hevur eina sereind til børn, sum ganga í serflokki í 1. og 2. flokki í Eysturskúlanum.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið

serstovan í badmintonhøllini

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur eina sereind til børn undir skúlaaldri, sum hava sosio-emotionellar avbjóðingar. Pláss er fyri 4-6 børnum.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini

Meta stovnsleiðarin og tú, at vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki er nøktandi fyri títt barn, kanst tú seta teg í samband við Barna- og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Tú finnur sambandsupplýsingarnar hjá Barna- og ungdómsdeildini niðast á hesi síðuni.

Ivast tú í, hvør tørvurin hjá tínum barni er, kanst tú ráðføra teg við starvsfólkini á stovninum. Tú kanst eisini ráðføra teg við kommunulæknan og Sernám.

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving til foreldur og dagstovnar. Sernámsfrøðilig ráðgeving kann vera neyðug, um barnið til dømis hevur trupult við at læra ella skilja mál, ella um barnið hevur trupult við at nýta kroppin.

SERNÁM

Frælsið 32
110 Tórshavn

sernam@sernam.fo
Heimasíðan hjá Sernámi (sernam.fo)


Yvirlit yvir kommunulæknarnar finnur tú her:

Finn kommunulækna

Almannaverkið
Ansingartilboð frá Almannaverkinum

Nøkta kommunalu tilboðini ikki tørvin hjá tínum barni, kanst tú søkja Almannaverkið um eitt ansingartilboð. Almannaverkið veitir eisini hjálp, tá børn vegna aldur ikki eru fevnd av kommunalu tilboðunum longur.

ALMANNAVERKIÐ

Staravegur 18
110 Tórshavn

Tel. 36 00 00
av@av.fo

Heimasíðan hjá Almannaverkinum (av.fo)

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15