Bóka dagstovnapláss
Ynskir tú, at títt barn skal ganga á dagstovni, mást tú sjálv syrgja fyri at bóka tínum barni pláss. Tú kanst skriva barnið upp við at nýta bókingarskipan okkara. Fyri at nýta bókingarskipanina mást tú hava Samleikan.
Vit mæla tær staðiliga til at lesa vegleiðingina niðanfyri, áðrenn tú ritar inn í skipanina. Tá tú hevur ritað inn í skipanina, er somuleiðis umráðandi, at tú lesur vegleiðingartekstin væl og virðiliga, áðrenn tú bókar eitt pláss ella sigur eitt pláss upp.
Í kommununi fáa vit ikki ógildað gerðir, sum borgarar hava framt í talgildu skipanini. Hetta merkir, at kemur tú av misgáum til at góðkenna eitt pláss ella eina uppsøgn, so er tað bara tú sjálv, sum fært rættað villuna við at royna av nýggjum.
Tú kanst skriva títt barn upp til dagstovnapláss umleið 3-7 dagar eftir, at barnið er borið í heim og avvarðandi prestur hevur skrásett barnið og knýtt tað at foreldrunum í fólkayvirlitinum.
Er barnið føtt uttan fyri Føroyar og manglar føroyskt p-tal, noyðist tú at søkja Tórshavnar kommunu um eitt sonevnt TK-tal til barnið fyri at kunna søkja um dagstovnapláss. TK-talið kann virka í staðin fyri p-talið, til barnið er skrásett í føroyska fólkayvirlitinum.
Fyri at søkja um TK-tal til barnið krevst, at annað foreldrið við foreldramyndugleikanum hevur føroyskt p-tal.
Eru bæði foreldrini útlendsk uttan føroyskt p-tal, noyðist í minsta lagi ein tykkara at flyta til Føroyar og útvega sær eitt p-tal fyri at kunna bóka barni tykkara eitt dagstovnapláss.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvussu tú fráboðar flyting, og hvønn tú kanst venda tær til.
Fyri at nýta talgildu bókingarskipanina skalt tú rita inn við Samleikanum. Samleikin er ein trygg innritingarskipan, og um tú ikki longu hevur fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks, sum sendir tær kvittanir og boð um tøk pláss, tá tú skrivar títt barn upp á ynskilista til ein ávísan stovn.
Tá tú fært tær Samleikan, fært tú samstundis atgongd til tína MínBoks á Vanganum.
Tvær ferðir um samdøgrið gjøgnumgongur bókingarskipanin øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ikki hava dagstovnapláss. Við støði í, hvar møgulig systkin eru á stovni og frástøðuni frá heiminum, ger skipanin eitt uppskot um, hvar eitt pláss er tøkt. Tá tú so ritar inn í BARN-skipanina, sigur skipanin frá, hvar pláss var tøkt, seinast skipanin eftirkannaði, og bjóðar tær at kanna um plássið enn er tøkt.
Hevur skipanin einki uppskot um hóskandi pláss, ella hevur uppskotið um pláss ikki áhuga, kanst tú leita eftir tøkum plássi til ta dagfesting, tær tørvar. Tá tú leitar, veitir skipanin tær uppskot til tøk pláss.
Á einum korti í bókingarskipanini sært tú, hvar dagstovnarnir eru staðsettir, og nær plássini verða tøk. Tú kanst eisini nýta kortið niðanfyri til at kanna, hvar dagstovnarnir eru. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin á kortinum fyri at síggja, hvørjir dagstovnar eru næstir tínum bústaði.
Trýstir tú á ein dagstovn á kortinum, finnur tú heimasíðuna hjá stovninum. Har kanst kunna teg nærri um stovnin.
Soleiðis bókar tú pláss:
- Minst til at fáa tær Samleikan, so tú fært ritað inn
- Trýst á knøttin »bóka dagstovnapláss« ovast á hesari síðuni
- Rita inn við Samleikanum
- Trýst á navnið hjá tínum barni ovast á síðuni
- Trýst á knøttin »finn pláss til«
- Trýst á kalendaran og vel tann dagin, títt barn skal byrja á stovninum
- Nú kanst tú annaðhvørt velja at leita eftir plássi á einum ávísum stovni ella at leita eftir plássum á øllum stovnum í kommununi
- Tá tú hevur valt, hvussu tú vilt leita, sært tú á einum korti, hvørjir stovnar hava tøk pláss
- Undir kortinum er listi við hvørjum einstakum stovni. Her kanst tú velja at síggja, hvar stovnurin er
- Minst til at trýsta á »bóka pláss«, tá tú hevur valt tann dagstovnin, sum hóskar best til tykkara tørv
- Minst til at vátta innskrivingina í rútinum, sum kemur fram á skíggjanum
Vit senda eina kvittan fyri innskrivingina til tína MínBoks.
Ivast tú í, hvussu tú skalt bera teg at, kanst tú hyggja eftir einari leiðbeining her:
Er plássið, tú ynskir, ikki tøkt til ta dagfesting, tú hevur tørv á, eru bestu ráðini hesi:
- Bóka fyrsta tøka plássið á tí stovninum, tú ynskir, at títt barn skal ganga á. Eisini um plássið bert er at finna væl longri frammi í tíð enn ætlað
- Bóka síðan pláss á øðrum stovni í tí tíðarskeiðnum, sum vantar í
- Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú skriva barnið á ynskilistan til tann stovnin, tú ynskir og við tí byrjanardagfesting, tær tørvar.
Gev gætur, at hendan mannagongdin er bert eitt ráð, men kann ikki tryggja tær, at tú fært tað plássið, tú ynskir. Fylgir tú hesari mannagongdini, hevur tú hinvegin tryggjað tínum barni eitt pláss til ta dagfesting, tær tørvar. Títt pláss á ynskilistanum verður ikki ávirkað negativt, hóast tú bókar eitt annað pláss.
Her kanst tú síggja eina stutta videoleiðbeining til skráseting á ynskilista:
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og Samleikan, kanst tú prenta og útfylla umsóknarskjalið niðanfyri. Umsóknarblaðið fæst eisini í Snarskivuni. Tá tú hevur fylt skjalið út, skalt tú lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Havn.
Foreldur, sum ikki fáa nýtt talgildu skipanina, mugu vera til staðar í Snarskivuni, meðan bókingarskipanin leitar eftir stovnsplássi fyri tey. Tí um skipanin finnur hóskandi pláss, mugu foreldur taka av og vátta bókingina beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt eina løtu, kann snarliga vera bílagt av foreldrum, sum sjálvi rita inn og leita eftir plássi.
Børn verða skrásett á ynskilistanum eftir uppskrivingardegi, og hvørt tey hava systkin á sama stovni.
Bókingarskipanin hevur sjálvvirkandi atlit at fleiri viðurskiftum, tá foreldur skráseta á ynskilistanum. Atlitini bera við sær, at børn, sum standa longur niðri á ynskilistanum, kunnu fáa bjóðað pláss, áðrenn børn, sum standa meira ovarlaga.
Orsøkin kann til dømis vera, at tøka plássið ikki hevur ta longd, sum barnið ovast á listanum hevur tørv á. Ella at tøka plássið ikki hóskar til aldurin á hesum barninum. Er hetta førið, bjóðar skipanin plássið til fyrsta barnið á listanum, sum hóskar til longdina á tøka stovnsplássinum ella hevur rætta aldurin.
Børn á ynskilista kunnu fáa bjóðað pláss frá einum mánaða áðrenn upp í 12 mánaðar eftir byrjanardagfestingina. Kortini skal barnið vera tíggju mánaðar gamalt, áðrenn tað kann byrja í dagstovni.
Vit senda tilboð um stovnspláss til MínBoks hjá foreldrunum. Tú hevur tá fimm dagar at umráða teg.
- Tekur tú av einum plássi á ynskilistanum, merkir hetta, at títt barn verður strikað av ynskilistanum. Títt barn varðveitir tó sítt pláss á ynskilistanum, um tillutaða plássið er meira enn tveir mánaðar frá ásettu byrjanardagfestingini.
- Takkar tú "nei" til eitt pláss á ynskilistanum, og er plássið innan fyri karmin, tveir mánaðar frá ásettu byrjanardagfestingini, verður barnið strikað av ynskilistanum. Er plássið, sum tú takkar nei til, meira enn tveir mánaðar frá ásettu dagfestingini, verður barnið standandi á listanum. Hetta ber kortini við sær, at skipanin ikki bjóðar tær eitt pláss aftur, sum er líka langt frá byrjanardagfestingini.
Gev gætur, at letur tú sum foreldur vera við at takka "ja" ella "nei" til eitt pláss, sum tú fært bjóðað, verður barnið strikað av listanum.
SYSTKINAFYRIMUNUR Á YNSKILISTANUM
Systkin hjá børnum, sum longu ganga á einum dagstovni, hava framíhjárætt á ynskilistanum til sama stovn í mun til onnur børn á ynskilistanum. Hetta er tó bert galdandi, um plássið hóskar til barnið samsvarandi við, hvussu leingi plássið er tøkt og hvønn aldur, barnið hevur.
FRAMÍHJÁRÆTTUR Í SERLIGUM FØRUM
Í heilt serligum førum kunnu børn fáa framíhjárætt á ynskilistanum. Ein tílíkur framíhjárættur kann til dømis gerast galdandi, letur ein dagstovnur aftur, ella um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi í familjuni.
Nei. BARN-skipanin lutar dagstovnaplássini út sjálvvirkandi.
Í Snarskivuni fáa vit heldur ikki flutt títt barn til ein annan stovn. Tað noyðist tú sjálv at gera í bókingarskipanini.
Hevur títt barn tørv á eyka stimbran, ella hevur tað aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at fyriskipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, sum taka hædd fyri tørvinum hjá tínum barni.
Kunna teg nærri á síðu okkara um børn við serligum avbjóðingum.
Øll børn, eisini børn við serligum tørvi, eru fevnd av dagstovnatilboðunum hjá Tórshavnar kommunu. Tú skalt tískil bóka tínum barni eitt dagstovnapláss eftir vanligum leisti, hóast barnið hevur serligar avbjóðingar.
Ivast tú í, hvat er best fyri títt barn, kanst tú leita tær ráð frá tínum heilsufrøðingi. Ivast tú í, hvør tín heilsufrøðingur er, kanst tú venda tær til Gigni, sum er stovnurin fyri føroysku heilsufrøðingarnar.
GIGNI
Niels Finsens gøta 37
110 Tórshavn
Tel. 61 40 00
Ja. Við talgildu bókingarskipanini er kommunan farin burtur frá føstu dagstovnaøkjunum. Tað vil siga, at tú kanst skriva barnið upp til júst tann stovnin í kommununi, tú ynskir.
Finnur tú onki tøkt pláss á tí stovninum, tú ynskir, kanst tú skriva teg upp á ynskilistan í talgildu skipanini. Kunna teg nærri um ynskilistan omanfyri.
Kommunan miðar eftir at tryggja øllum børnum dagstovnapláss til tíðina, og vit tillaga støðugt plásskapasitetin.
Besta trygdin fyri at tryggja tínum barni pláss er at bóka pláss og skráseta teg á ynskilista í góðari tíð.
Hvussu tú skalt gera, sært tú omanfyri undir punktunum "Hvussu bóki eg pláss?" og "Hvussu geri eg, um eg ikki kann fáa tað plássið, eg ynski mær?".
Tú kanst royna at flyta dagfestingina, leita av nýggjum og síðan bóka tað plássið, sum er tættast dagfestingini, tú hevur tørv á.
Tað kann eisini loysa seg at rita inn á skipanina regluliga og leita eftir plássi, tí broytingar koma fyri, so hvørt sum onnur siga síni pláss upp.
Ja. Hesum syrgir tú sjálv fyri í bókingarskipanini.
Tú kanst annaðhvørt leita eftir tøkum plássum á einum ávísum stovni ella í allari Tórshavnar kommunu. Bara tú søkir eftir tøkum plássi, varðveitir títt barn sítt verandi dagstovnapláss.
Finnur tú eitt tøkt pláss, sum tú ynskir, skalt tú sjálv bóka plássið.
Gev gætur, at so skjótt, sum tú bókar tínum barni eitt nýtt stovnspláss, fært tú ikki angrað uppsøgnina. Tú mást tískil vera púra vís í tíni avgerð, áðrenn tú velur eitt annað pláss. Ávaringar um hetta koma fram á skíggjan, áðrenn tú ritar úr skipanini.
Nei. Tað, sum tú sært í skipanini um tøk pláss, er tað sama, sum kommunan sær. Í kommununi vita vit ikki, nær fólk bóka pláss, flyta ella siga síni pláss upp. Vit síggja ikki tílíkar broytingar í skipanini, fyrr enn tær verða gjørdar. Av tí sama kunnu vit ikki siga nakað um útlitini fyri at fáa pláss.
Tú mást melda barnið til á vanligan hátt. Eydnast tað ikki, kanst tú skriva barnið á ynskilistan.
Systkin hjá børnum, sum longu ganga á einum dagstovni, hava framíhjárætt á ynskilistanum til sama stovn. Hetta er tó bert galdandi, um plássið hóskar til barnið í mun til, hvussu gamalt barnið er, og hvussu leingi plássið er tøkt.
Skipanin er tengd at fólkayvirlitinum. Tað vil siga, at upplýsingarnar um foreldur og børn í bókingarskipanini stava frá fólkayvirlitinum.
Tá eitt barn er føtt, er tað avvarðandi prestur, sum skrásetur og knýtir barnið at foreldrunum í fólkayvirlitinum. Um títt barn ikki er at síggja í skipanini, er orsøkin sannlíkt tann, at tú og barnið ikki eru knýtt saman í fólkayvirlitinum enn.
Um foreldrini at barninum ikki eru gift, og pápin ikki hevur søkt um og fingið felags foreldramyndugleika, sæst barnið bara, tá mamman ritar inn í skipanina.
Ein onnur orsøk kann vera, at títt barn ikki hevur føroyskt p-tal. Um so er, kanst tú søkja um at fáa eitt TK-tal til barnið. TK-talið kann brúkast fyribils, inntil tit fáa barninum eitt p-tal.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um TK-tal á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um TK-tal" í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Nei. Tað ber ikki til at varðveita eitt pláss, hóast tær ikki tørvar plássið í eina tíð. Hevur tú ikki tørv á plássinum, noyðist tú at siga tað upp og bóka eitt nýtt pláss, tá tú fært tørv á tí aftur.
Tað er ómakaleyst at bíleggja og brúka Samleikan. Tú kanst bíleggja tær Samleikan við at trýsta á leinkið niðanfyri.
Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú prenta og útfylla umsóknarskjalið niðanfyri. Skjalið skal latast inn í Snarskivuni á Vaglinum í Havn.
Snarskivan kann leita í skipanini og siga tær, hvørji pláss eru tøk til ásettu byrjunardagfestingina. Tú noyðist kortini at vera til staðar, meðan skipanin leitar fyri teg, tí er nakað tøkt pláss, skalt tú vátta á staðnum, um tú tekur av.
Tú ert vælkomin at nýta teldurnar í forhøllini í Snarskivuni ella á Býarbókasavninum.