Býlingshúsið á Norðasta Horni

Granagøta 5
100 Tórshavn
Tel. 21 09 06

Dagstovnaleiðari Óli Midjord
Tel. 21 09 06
olim@torshavn.fo

Vís á korti

Lurta

Býlingshúsið á Norðasta Horni

Í Býlingshúsinum á Norðasta Horni brúka vit nærumhvørvið og okkara sang- og søgumentan í námsfrøðiliga arbeiðinum. Í nærumhvørvinum hava vit fótbóltsvøll, traðir og haga, og í haganum hava vit gjørt okkum tvey pláss, ið vit kalla Okkara pláss. Tað er umráðandi, at børnini sleppa at fordjúpa seg í tí, sum tey hava áhuga fyri, og tí snýr ein partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði seg um at geva børnunum møguleika fyri at menna síni skapandi evni og forvitni. 



Um býlingshúsið
Upplatingartíðir

Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Hevur tú tørv á, at stovnurin letur upp fyrr, til dømis kl. 6.30, ella at stovnurin hevur longri opið, til dømis til kl. 18, skalt tú boða frá 14 dagar frammanundan, soleiðis at vit fáa lagt arbeiðstíðirnar til rættis.

Samband

Dagstovnaleiðari

Óli Midjord
Tel. 21 09 06
olim@torshavn.fo


Hornastova (Vøggustova)

Tel. 21 05 30


Uppistova (Miðstova)

Tel. 21 05 32


Niðristova (Barnagarðsstova)

Tel. 21 05 31

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini. 


Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Vitja okkum

Vilja tit hava fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at ringja til okkum og avtala eina vitjan, har tit kunnu síggja stovnin og fáa eitt prát við okkum. Ring til Óla Midjord á telefon 21 09 06 ella send ein teldupost til olim@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Hvønn dag skulu børnini hava matpakka við.

Av og á skipa vit fyri onkrum øðrum, til dømis køldum borði. Tá hava børnini ymiskt við til kalda borðið.

Fríggjamorgun frá kl. 7.30 til kl. 9 hava vit felags morgunmat fyri øllum stovninum. Umleið kl. 14.30 bjóða vit millummála við mjólk afturvið.

Vit leggja okkum eftir at bjóða góðan og sunnan millummála. Kortini er eisini pláss fyri, at vit onkuntíð hugna okkum. Hetta kann til dømis vera heitt kakao og breyðbitar ein kaldan dag.

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum. Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Soleiðis húsast vit

Á stovninum eru tríggjar stovur við tilsamans 48 børnum. Ein vøggustova til børn millum 0-2 ár, ein miðlingastova til børn millum 2-4 ár og ein barnagarðsstova til børn millum 4-7 ár. Elstu børnini í barnagarðsstovuni møtast tríggjar dagar um vikuna í »skúlabólkinum«.

Uttan um húsið er ein stórur garður. Her eru reiggjur, danda, spælihús og skip. Ein partur er asfalteraður, meðan restin er graslendi, ið er bæði slætt og bratt, so børnini fáa rørsluligar avbjóðingar.

Finn Býlingshúsið á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Móttøka

Á okkara stovni leggja vit dent á at taka væl ímóti børnunum, so tey fáa eina góða byrjan á dagin. Vit gera okkara besta fyri, at tit foreldur eisini trívast, tí tað er ein fortreyt fyri, at tykkara barn trívist.

Fyri at barnið kann vera við í námsfrøðiliga virkseminum fyrrapartar og á dagligu túrunum uttanfyri stovnin, skal barnið koma áðrenn kl. 9.30. 

Námsfrøðiliga arbeiðið

Í nógv ár hava vit lagt okkum miðvíst eftir at brúka náttúruna og okkara søgu- og sangmentan í námsfrøðiliga arbeiðinum. Okkara royndir eru, at vit á hendan hátt geva barninum bestu møguleikar at menna seg.

  • Náttúran inniheldur allar liðirnar, sum skulu til, fyri at eitt menniskja skal mennast; bæði kropsliga, sálarliga og sosialt
  • Har er pláss fyri okkum øllum, bæði rokaligum og róligum, friðarligum børnum
  • Tað stóra plássið, saman við ljóðum, litum og vakurleikanum annars, verjir bæði smá og stór móti strongd
  • Har eru fáar tvístøður
  • Vit sleppa undan at hava ov nógv eftirlit og biðja børn um at verða friðarlig
  • Vit hava tíð at taka okkum av teimum friðarligu og teimum smáu børnunum, sum annars lættliga kunnu verða "gloymd"
  • Náttúran er eitt gott stað at granska og uppliva í
  • Vit gera børnini tilvitað um at fara væl um náttúruna

Hvønn morgun hava vit samling. Tá syngja vit, tosa um ymisk viðurskifti, hoyra søgu, spæla spøl og annað.

Vit dansa føroyskan dans, læra okkum vísur, hoyra sagnir og ævintýr, og vit gera eisini søgur sjálvi.

Vit hátíðarhalda dagarnar, tá súlan og tjaldrið koma, flaggdagin, føstulávint, og eisini bjóða vit til ommu- og abbadag.

Ein partur av námsfrøðiliga arbeiðinum er, at børnini kunnu menna síni skapandi evni og forvitni. Vit hava lagt okkum eftir sum mest at brúka endurnýtslutilfar. Tað er umráðandi, at børnini sleppa at fordjúpa seg í tí, sum tey hava áhuga fyri. Hetta kann vera at mála, evna til, siga egnar søgur/ævintýr, spæla sjónleik, sirkus, leikur og annað. Okkara hugburður er, at næstan alt, sum vit gera inni, kann eisini gerast úti.
 

Tiltøk

Hálvan mai hava vit ein "garðdag", sum foreldrini eisini taka lut í. Hetta er ein vanligur dagur mitt í viku. Vit byrja kl. 15 við drekkamunni, síðani arbeiða vit við at bøta um, planta, lúka og feia ymiskt í garðinum. Ætlanin við hesum er, at foreldrini møta øðrum foreldrum og børnum, og arbeiða saman um at fríðka um "okkara stovn" í samstarvi við okkum.

Á jólum hava vit jólahald ein leygardag frá kl. 13.30 til kl. 15. Tá koma øll børn, foreldur og starvsfólk í jólastási til eina hugnaløtu við drekkamunni, sangi og sjónleiki, og sjálvandi kemur jólamaðurin at vitja okum.

Foreldrasamstarv

Hvørt ár í november hava vit ein felags foreldrafund. Hesin fundur skiftir millum ein fyrilestur fyri allan stovnin og so fyri stovurnar hvør sær. Harafturat bjóðar hvør stova av og á foreldrakaffi. Her hava foreldur møguleika at seta seg eina løtu at fáa eitt lítið prát. Tað stendur øllum foreldrunum í boði at fáa eina samrøðu við starvsfólkini. Harumframt taka vit av og á skipaðar foreldrasamtalur um, hvussu barnið trívist.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast fýra námsfrøðingar, átta hjálparfólk, eitt reingerðarfólk og ein húsavørður.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Boðtalva og dagbók

Í gongini á hvørjari stovu er talva, har vit skriva boð til foreldrini og greiða frá degnum.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Á Býlingshúsinum á Norðasta Horni er pláss fyri 14 vøggustovubørnum og 33 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss