Býlingshúsið á Norðasta Horni

Granagøta 5
100 Tórshavn
Tel. 21 09 06

Dagstovnaleiðari: Óli Midjord
Tel. 21 09 06
olim@torshavn.fo

Lurta

Býlingshúsið á Norðasta Horni

Í vesturbýnum í Havn liggur býlingurin Norðasta Horn. Í hesum býarparti er Býlingshúsið á Norðasta Horni.

Býlingshúsið er ein stovnur fyri vøggustovu- og barnagarðsbørn. Uttan um húsið er ein stórur garður. Her eru reiggjur, danda, spælihús og skip. Ein partur er asfalteraður, meðan restin er graslendi, ið er bæði slætt og bratt, so børnini fáa rørsluligar avbjóðingar.

Á stovninum eru tríggjar stovur við tilsamans 48 børnum. Ein vøggustova til børn millum 0-2 ár, ein miðlingastova til børn millum 2-4 ár og ein barnagarðsstova til børn millum 4-7 ár. Elstu børnini í barnagarðsstovuni møtast tríggjar dagar um vikuna í "skúlabólkinum".

Vit eru fýra námsfrøðingar og átta hjálparfólk.

Til at arbeiða við ítrivi hava vit nøkur verkstøð. Vit hava millum annað lagt okkum eftir at brúka endurnýtslutilfar. Úti í garðinum hava vit eitt timburverkstað, har børnini kunnu saga og smíða.

Í nærumhvørvinum hava vit fótbóltsvøll, traðir og haga. Í haganum hava vit gjørt okkum tvey pláss, ið vit kalla okkara pláss.

Vit hava lagt okkum eftir at brúka nærumhvørvið og okkara sang- og søgumentan í námsfrøðiliga arbeiðinum.



Um Býlingshúsið á Norðasta Horni
Upplatingartíðir

Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Hevur tú tørv á, at stovnurin letur upp fyrr, til dømis kl. 6.30, ella at stovnurin hevur longri opið, til dømis til kl. 18, skalt tú boða frá 14 dagar frammanundan, soleiðis at vit fáa lagt arbeiðstíðirnar til rættis.

Samband

Dagstovnaleiðari

Óli Midjord
Tel. 21 09 06
olim@torshavn.fo

Hornastova (Vøggustova)

Tel. 21 05 30

Uppistova (Miðstova)

Tel. 21 05 32

Niðristova (Barnagarðsstova)

Tel. 21 05 31

Afturlatingardagar í 2022
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 14. – 18. apríl – stovnurin stongdur
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 26. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur frá kl. 12
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2022 – 1. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Vilja tit hava fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at ringja til okkum og avtala eina vitjan, har tit kunnu síggja stovnin og fáa eitt prát við okkum.

Ring til Óla Midjord á tel. 21 09 06 ella send teldupost til olim@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Hvønn dag skulu børnini hava matpakka við.

Av og á skipa vit fyri onkrum øðrum, til dømis kaldum borði. Tá hava børnini ymiskt við til kalda borðið.

Fríggjamorgun frá kl. 7.30 til kl. 9.00 hava vit felags morgunmat fyri øllum stovninum.

Umleið kl. 14.30 bjóða vit millummála við mjólk afturvið.

Vit leggja okkum eftir at bjóða góðan og sunnan millummáli. Kortini er eisini pláss fyri, at vit onkuntíð hugna okkum. Hetta kann til dømis vera heitt kakao og breyðbitar ein kaldan dag.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til starvsfólk okkara. Seinasta skeiðið var í desember 2018.

Vit skipa eisini fyri brandskeiði. Seinasta skeiðið var í mars 2019.

Eigarafelagið á Norðasta Horni hevur sett ein hjartastartara upp. Hesin hongur á súkkluskúrinum, soleiðis at vit øll kunnu fáa nyttu av honum.

Foreldraráð

Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Á okkara stovni leggja vit dent á at taka væl ímóti børnunum, so tey fáa eina góða byrjan á dagin.

Vit gera okkara besta fyri, at foreldrini eisini trívast. Hetta er neyðugt fyri, at barn tykkara skal trívast.

Fyri at barnið kann vera við í námsfrøðiliga virkseminum fyrrapartar, umframt við til dagligar túrar uttan fyri stovnin, skal barnið koma áðrenn kl. 9.30.

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Í nógv ár hava vit lagt okkum miðvíst eftir at brúka náttúruna og okkara søgu- og sangmentan í námsfrøðiliga arbeiðinum.

Okkara royndir eru, at vit á hendan hátt geva barninum bestu møguleikar at menna seg.

  • Náttúran inniheldur allar liðirnar, sum skulu til, fyri at eitt menniskja skal mennast; bæði kropsliga, sálarliga og sosialt
  • Har er pláss fyri okkum øllum, bæði rokaligum og róligum, friðarligum børnum
  • Tað stóra plássið, saman við ljóðum, litum og vakurleikanum annars, verjir bæði smá og stór móti strongd
  • Har eru fáar tvístøður
  • Vit sleppa undan at hava ov nógv eftirlit og biðja børn um at verða friðarlig
  • Vit hava tíð at taka okkum av teimum friðarligu og teimum smáu børnunum, sum annars lættliga kunnu verða "gloymd"
  • Náttúran er eitt gott stað at granska og uppliva í
  • Vit gera børnini tilvitað um at fara væl um náttúruna

Hvønn morgun hava vit samling. Tá syngja vit, tosa um ymisk viðurskifti, hoyra søgu, spæla spøl og annað.

Vit dansa føroyskan dans, læra okkum vísur, hoyra sagnir og ævintýr, og vit gera eisini søgur sjálvi.

Vit hátíðarhalda dagarnar, tá súlan og tjaldrið koma, flaggdagin, føstulávint, og eisini bjóða vit til ommu- og abbadag.

Ein partur av námsfrøðiliga arbeiðinum er, at børnini kunnu menna síni skapandi evni og forvitni. Vit hava lagt okkum eftir sum mest at brúka endurnýtslutilfar. Tað er umráðandi, at børnini sleppa at fordjúpa seg í tí, sum tey hava áhuga fyri. Hetta kann vera at mála, evna til, siga egnar søgur/ævintýr, spæla sjónleik, sirkus, leikur og annað. Okkara hugburður er, at næstan alt, sum vit gera inni, kann eisini gerast úti.

TILTØK

Hálvan mai hava vit ein "garðdag", sum foreldrini eisini taka lut í. Hetta er ein vanligur dagur mitt í viku. Vit byrja kl. 15 við drekkamunni, síðani arbeiða vit við at bøta um, planta, lúka og feia ymiskt í garðinum. Ætlanin við hesum er, at foreldrini møta øðrum foreldrum og børnum, og arbeiða saman um at fríðka um "okkara stovn" í samstarvi við okkum.

Á jólum hava vit jólahald ein leygardag frá kl. 13.30 til kl. 15. Tá koma øll børn, foreldur og starvsfólk í jólastási til eina hugnaløtu við drekkamunni, sangi og sjónleiki, og sjálvandi kemur jólamaðurin at vitja okum.

FORELDRASAMSTARV

Hvørt ár í november hava vit ein felags foreldrafund. Hesin fundur skiftir millum ein fyrilestur fyri allan stovnin og so fyri stovurnar hvør sær. Harafturat bjóðar hvør stova av og á foreldrakaffi. Her hava foreldur møguleika at seta seg eina løtu at fáa eitt lítið prát. Tað stendur øllum foreldrunum í boði at fáa eina samrøðu við starvsfólkini. Harumframt taka vit av og á skipaðar foreldrasamtalur um, hvussu barnið trívist.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast fýra námsfrøðingar, átta hjálparfólk, eitt reingerðarfólk og ein húsavørður.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá Býlingshúsinum á Norðasta Horni

Har finnur tú fleiri upplýsingar um stovnin og myndir frá ymiskum tiltøkum, sum lýsa dagliga arbeiðið á stovninum.

Boðtalva og dagbók

Í gongini á hvørjari stovu er talva til boð til foreldrini og frágreiðing um dagin.

Hvør stova hevur ein bólk á Facebook. Í hesum bólkunum eru myndir og frágreiðingar frá degnum, og her eru eisini boð til foreldrini.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Á Býlingshúsinum á Norðasta Horni er pláss fyri 14 vøggustovubørnum og 33 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu.

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss