Býlingshúsið undir Brúnni

Smærugøta 9b
100 Tórshavn
Tel. 51 04 90
u-brunni@torshavn.fo

Dagstovnaleiðari Eyð Skúvadal
Tel. 51 04 90
eydsku@torshavn.fo

Vís á korti

Lurta

Býlingshúsið undir Brúnni

Í Býlingshúsinum undir Brúnni skapa vit hvønn dag karmar fyri góðum og mennandi spæli, soleiðis at børnini sleppa at brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspælinum við onnur. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í náttúruna og eiga ein fjølbroyttan garð, sum alt er við til at geva børnunum góðar upplivingar og avbjóðingar. Vit leggja stóran dent á, at børnini eru úti hvønn dag, so tey fáa fríska luft og sleppa at røra seg.



Um býlingshúsið
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Eyð Skúvdal
Tel. 31 91 80 / 51 04 90
eydsku@torshavn.fo


Børkustova (vøggustova 0-3 ár)

Tel. 21 91 94


Brobberstova (vøggustova 0-3 ár)

Tel. 21 91 85


Sóljustova (barnagarður 3-7 ár)

Tel. 21 91 87

Smærustova (barnagarður 3-7 ár)

Tel. 21 91 86

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini. 


Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Eyð Skúvadal á tel. 51 04 90 ella send ein teldupost til eydsku@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Barnið skal hava sunnan og góðan matpakka við hvønn dag. Vit geva børnunum mjólk afturvið matpakkanum og bjóða vatn allan dagin.

Sum stovnur leggja vit okkum eftir at fylgja teimum átta kostráðunum um at eta sunnan og mettandi kost.

Til millummála hava vit ofta bakstur úr grovum mjøli, grønmeti, frukt og ymiskar súpanir. Vit brúka minst møguligt av sukri.


FØÐINGARDAGAR

Tá barnið hevur føðingardag, kann tað bjóða okkurt á stovninum. Vit viðmæla, at tit velja eitt av hesum: 

  • Bollar og kakao
  • Frukt
  • Ís
  • Døgurða
Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Her finnur tú okkum

Býlingshúsið undir Brúnni liggur í Smærugøtu í Tórshavn. Stovnurin hevur útsýni yvir ein stóran part av Havnini og yvir Nólsoyarfjørð. Vit liggja í einum friðarligum øki og hava stutta leið út í náttúruna, har bæði Svartifossur og Hoyvíkshagin eru lætt atkomuligir til gongu.

Soleiðis húsast vit

Stovnurin hevur fýra stovur: tvær vøggustovur uppiá og tvær barnagarðsstovur niðriundir. Allar stovurnar hava atgongd til felagskøkin, sum gevur okkum møguleika at skapa eitt tætt samanhald millum stovurnar.

Uttanfyri hava vit ein stóran garð við vallalendi, eina á, bálpláss, trý spælihús og ein skóg. Fjølbroytti garðurin gevur børnunum nógvar og góðar avbjóðingar, og vit trívast sera væl uttanfyri. Vit brúka garðin nógv og eru úti næstan hvønn dag í árinum.

Námsfrøðiligur leistur
Námsfrøðiliga arbeiðið

TRIVNAÐUR

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag í tøttum og góðum sambondum, har øll børn, foreldur og starvsfólk trívast og huglagið er gott. Vit leggja stóran dent á tryggleika og umsorgan í okkara dagliga arbeiði.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har:

  • Vit eru blíð og møta øllum við einum smíli
  • Vit eru nærverandi
  • Børn og vaksin kenna seg væl í húsinum
  • Vit viðurkenna og stimbra ymisleikarnar
  • Vit geva okkum stundir at síggja hvønn annan og vera saman
  • Vit hava ein góðan og stuttligan dag saman


SPÆL

Spæl er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum. Námsfrøðiliga uppgáva okkara er tí, at vit hvønn dag skapa karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børn, bæði inni og úti.

Á stovunum leggja vit okkum eftir at skapa eitt livandi umhvørvi út frá tørvinum á stovuni og hjá tí einstaka barninum. Við íblástri úr kreativum háttum at skapa spælandi økir, skapa vit fleiri rúm í rúminum, soleiðis at børnini fáa møguleika at brúka sítt hugflog. Soleiðis kunnu tey undrast og mennast í góðum samspæli við onnur.

Fyri okkum merkir hetta, at:

  • Vit gera ymiskar spælikrókar, sum til dømis sjúkrahús, pitsakøk, handil ella bilverkstað
  • Vit byggja og skapa
  • Vit spæla borðspøl
  • Vit klippa og klistra og eru kreativ
  • Vit lesa søgur og syngja

ÚTILÍV OG ÚTISPØL

Vit leggja stóran dent á, at børnini eru úti hvønn dag, so tey fáa fríska luft og sleppa at røra seg. Vit hava ein góðan og stóran garð við vallalendi, einari á, spælihúsum og einum skógi, har børnini hava góðar møguleikar fyri at menna spæl, rørslur og áhuga fyri náttúruvísindi.

Fyri okkum merkja útispøl, at vit:

  • lakka paradís, hoppa band og lastikk
  • spæla spøl, sum til dømis "Blikka", "Her komi eg", "Melda kríggj" og "Kludrimamma"
  • spæla bóltspøl
  • klatra
  • spæla við vatn, sand og mold
  • súkkla

Børnini fara javnan túrar, sum eru ein natúrligur partur av stovnslívinum. Her uppliva tey nógv ymiskt. Til dømis fanga tey kombikk og onnur smákykt, hoyra fuglaljóð og klatra í trøum.

Tá vit skipa fyri túrum, fara vit til dømis:

  • niðan í ánna
  • til Svartafoss
  • út á Skansan
  • í viðarlundina
  • í fjøruna
  • niðan í hagan
  • at vitja aðrar stovnar

Vit hava ymiskt skipað virksemi gjøgnum árið, sum til dømis verkstøð tvørtur um stovurnar, ið eru tengd at árstíðini ella ávísum evnum. Tit kunnu lesa meira í okkara virkisætlan niðanfyri:

Virkisætlanin undir Brúnni

Soleiðis arbeiða vit

YVIRSKIPAÐ

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag, har øll børn, foreldur og starvsfólk trívast og mennast. Vit stremba fyri at skapa eitt gott umhvørvi og leggja dent á tryggleika og umsorgan fyri ymisleikunum hjá einstaka barninum.

Vit leggja okkum eftir at skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspælinum við onnur hvønn dag.

Spæl er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum, og tey mennast nógv í spælinum. Tí skapa vit hvønn dag karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børnini, bæði inni og úti.

Vit leggja stóran dent á, at børnini eru úti hvønn dag.

MÓTTØKA

Tað kann vera ein stór broyting fyri bæði børn og foreldur, tá barnið byrjar á stovni. Tí er umráðandi, at barnið fær eina góða og bleyta byrjan á stovninum. Fyri barnið er alt nýtt og ókunnugt.

Fyrst og fremst er týdningarmikið, at tit sum foreldur hava álit á okkum. Tá barnið merkir, at tit hava álit á okkum, ber betur til hjá barninum at "sleppa" tykkum.

Vit vita av royndum, at tað er lættari hjá barninum at trívast, um tað fær eina bleyta byrjan. Barnið skal tí so líðandi byrja at vitja okkum nakrar ferðir, áðrenn tað byrjar á stovninum. Fyrstu dagarnir hjá barninum skulu vera stuttir. Tað hevur stóran týdning, at starvsfólk og foreldur tosa saman um, hvussu gongur hjá barninum.

Vit vita, at tað er ikki lætt at fara frá einum grátandi barni. Tit eru altíð vælkomin at ringja og hoyra, hvussu barnið hevur tað. Starvsfólkini eru altíð til reiðar at tosa við tykkum um barnið.

Vit bjóða tykkum til eina samrøðu, tá tit byrja, og tit eru altíð vælkomin til eitt prát um tykkara barn.

Tit kunnu lesa meira í vælkomufaldara okkara.

Vælkomin til Býlingshúsið undir Brúnni

TILTØK

Vit hava ymisk tiltøk gjøgnum árið:

  • Á føstulávint sláa vit tunnu, eta døgurða og hava foreldrakaffi seinnapartin
  • Vit tosa um fuglar; nær teir koma og fara og annað
  • Vit halda grækarismessu, flaggdag og aðrar merkisdagar
  • Á páskum hava vit páskaverkstað, gera ymiskt kreativt og rulla páskaregg
  • Í apríl og mai planta vit í køkshavanum og prýða um uttandura
  • Í mai hava vit garðdag saman við foreldrum, har dagurin endar við einum góðum bita
  • Í oktober er heystarverkstaður, har vit gera ymiskt kreativt
  • Í oktober fletta vit, taka upp avroð og eta blóðpylsu
  • Fyrsta vikuskiftið í desember hava vit jólahald, fáa vitjan av jólamanninum og ganga Lusia fyri foreldrunum
  • Miðskeiðis í desember fara vit til barnagudstænastu í Hoyvíkar kirkju, áðrenn vit fara í jólafrí


FORELDRASAMSTARV

Vit leggja dent á at hava eitt gott og opið samstarv og samskifti millum starvsfólk og foreldur.

Trívast foreldrini ikki her á stovninum av onkrari orsøk, kann tað vera trupult hjá barninum at trívast. Barnið verður trygt, tá foreldur benda á, at her er gott at vera. Tað ynskja vit. Tað er tí umráðandi, at vit hava eitt opið og ærligt samskifti, og at vit tosa saman fyri at loysa møguligar trupulleikar.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har:

  • Børn og vaksin kenna seg væl í húsinum, og vit viðurkenna og virða ymisleikar
  • Vit stuðla og menna børn og vaksin og geva okkum stundir
  • Vit síggja hvønn annan og eru saman
  • Vit hava ein deiligan og stuttligan dag saman
Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast 17 starvsfólk. Millum hesi eru bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Boðtalva og dagbók

Stovurnar samskifta dagliga við foreldur og avvarðandi um, hvussu barnið trívist, og hvørjum børnini eru upptikin av í dagliga spælinum. Stovurnar skriva á talvuna uttan fyri stovuna, hvat vit hava upplivað ígjøgnum dagin.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Býlingshúsið undir Brúnni hevur pláss fyri 27 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss