Býlingshúsið undir Fjalli

Fjalsgøta 25
100 Tórshavn
Tel. 31 85 25
buf@torshavn.fo

Dagstovnaleiðari: Anna Dalsgaard
Tel. 72 22 12
annad@torshavn.fo

Lurta

Býlingshúsið undir Fjalli

Býlingshúsið undir Fjalli liggur í Fjalsgøtu oman fyri Glasir og Skúlan á Fløtum í vesturbýnum. Býlingshúsið hevur meira enn 30 ár á baki og er ein hugnaligur stovnur við heimligum dámi.

Uttanfyri er ein góður garður, ið er fjølbroyttur og mennandi fyri børnini. Umhvørvið kring dagstovnin er friðarligt, og stutt er út í náttúruna.

Í garðinum kunnu børnini klatra, reiggja, sparka, spæla við sand og vatn, koyra mánabil og súkkla. Eisini er nakað av náttúrulendi, sum gevur íblástur og rørsluligar avbjóðingar.

Í nærumhvørvinum hava vit Rossagøtuna, hagan, eina viðarlund og eitt øki við einari á, sum vit rópa »Okkara stað«. Djór og djóralív er eisini tætt við hjá okkum. Gøturnar í kommununi brúka vit nógv. Tá vit fara á Býarbókasavnið er til dømis ikki neyðugt at ganga eftir vegnum; vit fara heldur eftir gøtunum heilt oman í Steinatún. Vit hava eisini gott busssamband.

Býlingshúsið undir Fjalli er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi. 

Á stovninum eru tríggjar stovur, tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova. Í løtuni ganga 52 børn á stovninum; 12 børn í vøggustovuni og 20 børn á hvørjari barnagarðsstovu. Hvør stova hevur sína egnu inngongd. Stovnurin er ikki stórur, men plássið, sum vit ikki hava inni, hava vit uttanfyri.

Á stovninum arbeiða 13 starvsfólk, sum tíma og vilja arbeiða við børnum. Vit eru glað, nærverandi, stuttlig, ágrýtin, kreativ, jalig og tolin.



Um Býlingshúsið undir Fjalli
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Anna Dalsgaard
Tel. 72 22 12
annad@torshavn.fo

Fjalsstova (vøggustova)

Tel. 25 08 07

Gráasteinsstova (barnagarðsstova)

Tel. 25 08 05

Vesturstova (barnagarðsstova)

Tel. 25 08 06

Afturlatingardagar í 2022
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 14. – 18. apríl – stovnurin stongdur
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 26. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur frá kl. 12
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2022 – 1. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til Onnu á tel. 31 85 25 ella send ein teldupost til annad@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Børnini hava matpakka við hvønn dag uttan so, at annað er avtalað. Matpakkin skal vera sunnur og mettandi. Góðgæti, saft og tílíkt skulu børnini ikki hava við.

Stovnurin hevur mjólk og bjóðar frukt um morgunin og til millummála.

Vit leggja okkum eftir at geva børnunum heilsugóðan mat, til dømis havrafras- ella grýn, salat, ruglangbreyð, rugtoast og annað.

Trygdarskeið

Vit hava javnan fyrstuhjálparskeið fyri okkara starvsfólki. Seinasta skeiðið var í november 2019.

Foreldraráð

Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Vit leggja dent á at taka væl ímóti, soleiðis at børn og vaksin kenna seg væl at koma í húsið. Tað hevur stóran týdning fyri dagin hjá børnum og foreldrum, at móttøkan er góð. Vit eru inni á stovuni, siga góðan morgun og siga navnið á barninum. Vit síggja tey og vísa, at vit eru glað fyri, at tey eru komin.

Vit siga farvæl eftir ynski hjá barninum. Tað er skjótt at vit síggja, hvussu barn tykkara vil siga farvæl. Vit tosa við barnið aftan á, at tit eru farin og finna okkurt, sum tey tíma, ella vísa teimum, hvar hini børnini eru ella spæla.

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Vit vilja hava ein stovn, har øll trívast. Trivnaður er fyrsta treyt fyri menning. Børnini eru ymisk og hava ymiskan tørv. Tí taka vit støði í tí einstaka barninum.

Okkara mál er at geva børnunum umstøður og pláss at menna seg kropsliga og sálarliga, umframt møguleikar at menna seg umvegis spæl og samanspæl við onnur. Tað kann vera at hava møguleika at vera skapandi og brúka hugflogið bæði inni og úti í náttúruni. Vit vilja, at børnini fáa mentanarligar, skapandi upplivingar í einum gerandisdegi við sjónligum kørmum og nærverandi starvsfólki.

Børnini í Býlingshúsinum undir Fjalli skulu uppliva, at tey vaksnu eru umsorgarfull, rúma barninum og geva hvørjum einstøkum barni pláss. Tí vilja vit skapa ein stovn við umsorgan og tryggleika, har vit virða ymiskleika.

Vit taka støði í møguleikum og evnum hjá børnunum, sum er tað besta fyri menning. Vit stuðla forvitni, hugskotum og evnum at skapa, so børnini fáa hug til lívið og hug at læra. Vit lata børnini taka lut í avgerðum, so tey læra at taka ábyrgd av felagsskapinum og sær sjálvum við sínum fortreytum. 

Tað hevur stóran týdning fyri børnini at fáa nógvar vinir og vera ein partur av bólkinum. At tey eru trygg við bæði vaksin og børn. Vit lurta eftir børnunum, og læra tey at lurta eftir hvørjum øðrum.

Vit leggja dent á at hava ein skipaðan gerandisdag, har vit vaksnu hava ávísar uppgávur hvønn dag, so børn og vaksin vita, hvat hendir. Sjálvandi er pláss fyri tí ófyrireikaða, men sum heild vita vit, hvat hvør ger.

Vit hugsa nógv um málmenning, at seta orð á, rím og ramsur, at syngja og lesa søgur. Vit práta nógv við børnini og spæla spøl. Fyri bæði børn og vaksin er týdningarmikið at hava tað stuttligt. Umsorgan og klemm hava eisini týdning.

BETRI VINIR

Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum "Betri vinir" (Fri for mobberi). Hetta er ikki eitt stutttíðarátak, men eitt námsfrøðiligt amboð og ein mentan, sum vit í longdini fara at arbeiða við fyri at stuðla upp undir trivnað og vinaløg hjá børnunum. Vit vóna, at foreldrini stuðla fyribyrgjandi arbeiðinum, ið skal forða fyri happing, tí "Betri vinir" er treytað av tykkara ágrýtni.

 

Barnagarðsstovurnar: Vit býta okkum í minni bólkar, so tað verður meira friðarligt, og pláss er fyri øllum. Somuleiðis er nærvera millum starvsfólk og børn, og tað er júst í hesum bólkum og í hesi nærveru, at vit veruliga kunnu arbeiða við trivnaði og viðurkenning. Summi eru á stovninum, meðan onnur fara túr.

Vit leggja dent á at hava spælistøð inni, har børnini stimbrast, fáa íblástur frá hvørjum øðrum og eru góð hvørt við annað.

Vit eru nógv úti í náttúruni. Her menna børnini rørslur og sansir. Pláss er fyri øllum, og børnini kunnu spæla og práta saman. Vit skipa fyri nógvum túrum. Børnini fáa upplivingar saman, sum tey taka við sær aftur í barnagarðin og brúka í spæli.

 

Vøggustovan:  Børnini eru smá, tá tey byrja í vøggustovuni, og tí er umráðandi, at tey gerast trygg við starvsfólk, børn, stovuna og gerandisdagin. Tí leggja vit dent á fastar karmar, so børnini kenna dagin aftur.

Vit hava samling, har málið verður stimbrað. Vit syngja og tosa um, hvør er í vøggustovu, og hvør ikki er, so børnini síggja hvønn annan og kenna seg sædd. Umframt samling, hava vit umleið eina tíma fyrrapart við skipaðum ella fríum spæli.

Vit eru nógv úti og býta okkum sundur, so summi fara á túr. Annars brúka vit góða garðin, har børnini skreiða, renna, koyra skutara, spæla í sandkassanum og ymiskt annað.

Tá vit eru inni, lesa vit bøkur, byggja Lego, dansa, hoppa á madrassu, tekna og nógv annað.

Vit eru á gólvinum saman við børnunum ella sita við borðið saman við teimum. Vit leggja stóran dent á at vera saman við børnunum í eygnahædd.

ÍTRIV

Vit geva børnunum møguleika til ymisk ítriv, til at vera skapandi og at gera egin verk. Vit læra tey, hvussu ymiskt tilfar
verður brúkt, og hvørjir møguleikar eru. Eisini brúka og tilevna vit tilfar, sum vit finna á túrum.

Vit spæla tónleik, sjónleik og dansa. Tey vaksnu stuðla og geva íblástur. Vit hava ein verkstað, so møguleiki er at fara burturfrá.

TILTØK

Á stovninum eru ymisk afturvendandi tiltøk. Vit hava millum annað jólahald, føstuhald, ruddingardag, útferð til "Okkara stað", garðdag, summardag, felagssangløtu og sjálvtøkuborð.

Til høgtíðir pynta vit stovnin við ymsum, ið børnini hava gjørt, og sum tey seinni fáa heim við.

FORELDRASAMSTARV

Samstarv millum stovn og heim verður raðfest høgt. Vit vilja fegin hava reiðiligt og opið samskifti við foreldur, tí hetta hevur týdning fyri trivnaðin hjá barninum.

Vit bjóða foreldrum til samrøðu eina ferð um árið. Tá tosa vit um, hvussu gongur hjá barninum. Er tørvur á eyka viðtalum, siga vit tykkum frá, ella tit okkum. 

Vanliga halda vit felags foreldrafundur eina ferð um árið.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast 13 starvsfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Teldupostur og boðtalva

Tað týdningarmesta fyri okkum er dagliga samskiftið við foreldrini um barnið. Vit geva javnan foreldrum kunnandi skriv um, hvat hendir á stovnunum. Tað er sum oftast við telduposti.

Vit hava boðtalvur, ið vit skriva ymiskt á. Vit skriva millum annað um, hvussu dagurin hevur verið, túrar, føðingardagar og kalt borð. Vit heingja eisini kunningarskriv upp á talvurnar.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Býlingshúsið undir Fjalli hevur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss