Traðagøta 55
160 Argir
Tel. 21 90 19
beintaso@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari: Beinta Sørensen
Tel. 21 90 19
beintaso@torshavn.fo
Traðagøta 55
160 Argir
Tel. 21 90 19
beintaso@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari: Beinta Sørensen
Tel. 21 90 19
beintaso@torshavn.fo
Dagstovnurin á Argjum varð tikin í nýtslu tann 17. oktober í 1988 og var tá sjálvsognarstovnur. Í 2011 gjørdist stovnurin kommunalur.
Á stovninum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Umleið 80 børn rúmast á stovninum tilsamans.
Vøggustovurnar eita Smæran og Summardáin. Barnagarðsstovurnar eita Sóljan, Blákollan, Børkuvísan og Akkuleyan.
Umleið 19 fólk starvast á stovninum, umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar. Flestu teirra starvast niðursetta tíð. Á stovninum eru í løtuni seks námsfrøðingar.
Til stovnin hoyra tveir garðar. Ovari garðurin er rundan um stovnin. Har er pláss fyri mánabilum, súkklum og líknandi. Eisini er stórt øki við sandi, har borg, skreiðibreyt, hús, reiggjur, spannir, spakar og aðrar útileikur eru at spæla við. Í niðara garði er ein partur náttúruøki við hagalendi, grasi, runnum og gøtum. Hin parturin av garðinum er parkeringspláss, sum er væl egnað til ymiskt slag av virksemi, sum krevur nógv pláss. Portur er millum báðar garðarnar, og eitt stórt portur er á parkeringsplássinum, sum kann latast upp, tá tørvur er á fleiri parkeringsplássum.
Stovnurin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Dagstovnaleiðari
Beinta Sørensen
Tel. 21 90 19
beintaso@torshavn.fo
Børkuvísan
Tel. 26 66 16
Smæran
Tel. 26 66 17
Summardáin
Tel. 26 66 18
Blákollan
Tel. 26 66 19
Sóljan
Tel. 26 66 20
Akkuleyan
Tel. 26 66 21
SAMANLAGT VIRKSEMI
Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.
Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.
FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:
Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Irenu Tróndheim, leiðara, á tel. 21 90 19 ella send ein teldupost til beintaso@torshavn.fo fyri at avtala eina tíð.
Tá eitt barn hevur fingið pláss hjá okkum, fáa foreldrini bræv frá stovninum við ymiskari kunning. Somuleiðis bjóða vit tykkum eisini at vitja stovnin, áðrenn barnið byrjar.
Síðan 2003 hevur Dagstovnurin á Argjum havt matarskipan. Hetta merkir, at umframt millummála og mjólk, fáa børnini á stovninum eisini breyð og viðskera á middegi. Matarskipanin er partur av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum, sum bæði børn, foreldur og starvsfólk eru sera glað fyri. So leingi, sum ber til fíggjarliga, vilja vit fegin varðveita matarskipanina. Vit leggja dent á, at maturin er heilsugóður og føðsluríkur, tí hetta hevur týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnunum.
Matarskipanin tekur vanliga frí, tá skúlarnir hava frítíð, og tá skulu børnini hava matpakka við. Vit kunna foreldur um hetta í góðari tíð.
Tá børnini hava føðingardag, eru tey vælkomin at bjóða okkurt av teimum trimum uppskotunum, sum standa niðanfyri:
Barnagarðurin kemur ikki heim við í føðingardag hjá børnum.
Vit halda tilmælini, sum siga, at starvsfólk skulu á fyrstuhjálparskeið og brandskeið annað hvørt ár. Tí skipa vit javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum og brandskeiðum, so bæði nýggj og gomul starvsfólk hava dagførd prógv.
Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Sambært stevnumiðunum fyri dagstovnar eiga vit at síggja børn sum sjálvstøðug menniskju við rætti til at ávirka sítt egna lív. Endamálið við námsfrøðini hjá okkum er at tryggja børnunum hesi rættindi og loyva teimum, saman við teimum vaksnu, at verða virkin í egnari læru og menning.
Námsfrøðin eigur at taka støði í veruleikanum og áhuganum hjá barninum. Øll børn hava somu møguleikar fyri at taka lut og vera partur av einum barnafelagsskapi.
Í stevnumiðunum er førleikamenningin hjá barninum býtt sundur í sjey menningarøki. Eingi av hesum økjunum kunnu standa einsamøll, men eru tilsamans við til at menna barnið í síni heild sum menniskja. Menningarøkini eru hesi:
Við atliti at øllum hesum er endamálið hjá Dagstovninum á Argjum, at barnið lærir og mennist á ymsu økjunum umvegis spæl og skipað virksemi. Soleiðis gerast børnini sjálvstøðug, varðveita forvitnið og hugin at læra, og tey kunnu fara víðari av stovninum við lívsgleði og dirvi.
MÓTTØKA
Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti børnum, foreldrum og øðrum, sum koma á stovnin.
Tað hevur týdning, at litblýantar, pappír, spøl, leikur ella líknandi standa frammi, tá børnini koma um morgunin, so tað er innbjóðandi og vekir hugin til spæl og annað virksemi. Vit leggja okkum eftir at fylgja væl við so hvørt, sum børnini og foreldrini koma, fyri at tryggja okkum, at tey fá eina góða móttøku.
Fyri at hava yvirlit tosa starvsfólkini saman um, hvør ger hvat, so at onki barn dettur niður ímillum.
Tá børnini siga foreldrunum farvæl, hevur tað týdning fyri tryggleikan hjá børnunum og foreldrunum, at starvsfólkini kunnu ugga børnini, um tey verða kedd.
Foreldur kunnu altíð ringja fyri at vita, hvussu gongur, og starvsfólk kunnu eisini senda eini SMS-boð, tá barnið er tagnað.
MØTITÍÐ
Á Dagstovninum á Argjum eru vit av tí áskoðan, at børn skulu hava møguleika fyri at vera saman við foreldrum sínum so nógv sum gjørligt. Tí er ikki neyðugt hjá foreldrum at koma á stovnin við børnunum áðrenn nakra ávísa tíð um morgunin. Á hendan hátt meta vit tað bera til hjá foreldrum, sum t.d. arbeiða “skeivar” arbeiðstíðir, at vera meira saman við børnum sínum.
Er tað so, at t.d. okkurt tiltak er á stovninum, ella at stovan, har barnið gongur, fer túr, fáa foreldrini boð um hetta, so at tey kunnu koma við barninum, um tey kundu hugsað sær at barnið er uppií.
FORELDRASAMSTARV
Høvuðsábyrgdin av barnauppalingini liggur hjá foreldrunum, og tí er gott foreldrasamstarv av alstórum týdningi. Vit royna tí eisini at stuðla foreldrum í tí ábyrgd, tey hava, og ansa eftir at ikki taka ábyrgdina frá teimum.
Leiðari og starvsfólk skulu altíð vera opin fyri áhuga og spurningum frá foreldrum. Umvegis gott foreldrasamstarv læra vit barn og foreldur at kenna, og við hesum er møguleikin størstur fyri at skapa tann tryggleika, sum er grundinlagið undir allari menning.
Umleið tríggjar mánaðir eftir at eitt barn er byrjað á stovninum, bjóða vit foreldrunum til eina viðtalu. Her tosa vit um, hvussu innkoyringin hevur gingið, og hvussu foreldrini hava upplivað ta fyrstu tíðina á stovninum.
Somuleiðis hava vit eisini foreldraviðtalur eina ferð um árið. Vanligt er, at viðtalan liggur um tað mundið, tá barnið hevur føðingardag.
Tað er ynskiligt, at bæði foreldrini eru við til foreldraviðtalurnar.
HVAT KUNNU FORELDUR VÆNTA AV STOVNINUM
Sum foreldur kanst tú vænta, at:
Somuleiðis kanst tú vænta, at starvsfólkini:
TILTØK
Nakrar ferðir um árið skipa vit fyri foreldrakaffi. Hetta er ein løta, har tit fáa høvi til at fáa tykkum ein drekkamunn, tá tit koma eftir børnunum. Tit kunnu møta hinum foreldrunum og hoyra eitt sindur um, hvat stovan, ið barnið gongur á, arbeiðir við.
Hvørt ár skipar stovnurin eisini fyri ymiskum afturvendandi tiltøkum, sum til dømis sólarkakao, grilldegi, djúsdegi, føstulávintshaldi og jólahaldi.
Av tí, at fleiri av hesum tiltøkunum eru uttandura, veldst ofta um veðrið. Tí verða tiltøkini ofta kunngjørd við stuttum skotbrái.
Foreldraráðið skipar fyri foreldrafundi hvørt ár á heysti í samráð við dagstovnaleiðaran. Tá er foreldraráðsval eisini á skránni. Somuleiðis skipa vit fyri einum felags uttanduratiltaki á vári, har børn, foreldur, systkin og starvsfólk taka lut.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Tey vaksnu, sum eru um børnini, skulu vera:
Børnini hava brúk fyri,:
Fyri at tryggja okkum, at vit arbeiða við øllum teimum sjey menningarøkjunum í námsætlanini hvørt ár, hava vit valt at skipa árið soleiðis, at vit altíð leggja dent á menningarøkini "persónligir førleikar", "sosialir førleikar" og "kroppur og heilsa".
Hini fýra menningarøkini "Skapandi evnir", "Siður og mentan", "Náttúra, umhvørvi og tøkni" og "Mál og samskifti" leggja vit dent á ein ársfjórðing hvørt. Tí sær árshjól okkara soleiðis út:
Ymiskt er frá stovu til stovu, hvussu vit arbeiða við teimum ymisku menningarøkjunum. Kortini hugsa vit um, at børnini eru við í tilgongdini, og at virksemið verður tillagað soleiðis, at tað samsvarar við menningarstigið hjá børnunum.
Í dagligdegnum hava børnini møguleika fyri at arbeiða við ymiskum handaligum ítrivi. Eisini hoyra tey søgur, práta, syngja og eru kropsliga virkin bæði inni og serliga úti.
Viðhvørt arbeiða stovurnar við smáum verkætlanum við evnum úr til dømis náttúruni, ella við øðrum, sum hugtekur børnini.
Stovurnar fara ofta á túrar í nærumhvørvinum. Túrarnir stimbra bæði kropsligu og málsligu menningina, og børnini læra at fara væl við náttúruni.
Umframt hetta, hevur stovnurin eisini møguleika fyri at brúka ítróttarhøllina á Argjahamri og fimleikahøllina FIMI.
Á stovninum starvast 15 hjálparfólk og fimm námsfrøðingar, umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um stovnin á heimasíðu okkara.
Heimasíðan hjá Dagstovninum á Argjum
Á heimasíðuni liggur námsætlanin hjá stovninum, og her leggja vit eisini ymiska felagskunning frá leiðsluni út. Harumframt hava stovurnar møguleika fyri at leggja smáar tíðindastubbar út á heimasíðuna, sum við myndum og stuttum teksti lýsa arbeiðið, sum tey gera.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Irenu Tróndheim, dagstovnaleiðara, á tel. 21 90 19 ella senda ein teldupost til beintaso@torshavn.fo
Hvør stova hevur eina boðtalvu, sum er ætlað til at greiða frá okkara dagliga virksemi. Vit nýta eisini boðtalvuna til kunning av ymiskum slagi, og tí hevur tað sera stóran týdning, at foreldur dagliga lesa talvuna.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin á Argjum hevur pláss fyri umleið 80 børnum; 24 vøggustovubørnum og 56 barnagarðsbørnum.
Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.
Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: