Hoyvíksvegur 41
100 Tórshavn
Tel. 26 57 53
Dagstovnaleiðari Katrin Christophersen
Tel. 26 57 53
katrinch@torshavn.fo
Hoyvíksvegur 41
100 Tórshavn
Tel. 26 57 53
Dagstovnaleiðari Katrin Christophersen
Tel. 26 57 53
katrinch@torshavn.fo
Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi í Eysturbýnum beint við Hoyvíkstjørn. Vit eru dagliga úti á túrum við børnunum í eitt nú Viðarlundini, Boðanesi, Grasagarði og Hoydølum, har børnini hava góðar umstøður at royna seg í avbjóðandi lendi, eins og tey kunnu uppliva frísku náttúruna og djóralívið rundanum okkum.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tú ert vælkomin at vitja okkum í barnagarðinum. Ring til Katrin Christophersen á telefon 26 57 53 ella skriva til katrinch@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini hava matpakka við hvønn dag undantikið annanhvønn mikudag, tá vit gera døgurða. Døgurðin kostar 20 krónur, sum verða goldnar á stovuni, har barnið gongur. Millummála, frukt og mjólk bjóða vit á stovninum.
Døgurðin er aloftast okkurt slag av fiski, og til millummála fáa børnini bollar, breyðflís við viðskera, ovnbakað epli, suppu ella okkurt lætt so sum skorpur og frukt.
Tá ið barnið hevur føðingardag, kann tað bjóða døgurða ella køku til stovuna. Tó ynskja vit, at tit hugsa um sukurinnihaldið í matinum, tit hava við.
Á stovninum drekka vit mjólk og vatn og vilja eggja foreldrum til ikki at geva børnum sukurdrykkir við.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi í Eysturbýnum beint við Hoyvíkstjørn. Stovnurin liggur tætt við miðbýin, og tí er skjótt at fara bæði í bý og náttúru.
Í Birkilund eru 3 vøggustovur, 4 barnagarðsstovur og ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, sum ganga seinasta árið í barnagarði.
Øll børn hava rætt til at blíva sædd og hoyrd og at teirra upplivingar verða tiknar í álvara. Børn hava rættindi sum vit vaksnu, og tey skulu hava møguleika at hava ávirkan á egið lív. Harafturat eiga øll børn at hava eitt meiningsfult og gott barnalív, har tey kunnu mennast og spæla og fáa góðar upplivingar saman við øðrum børnum og vaksnum. Hetta er grundleggjandi hugburðurin vit arbeiða við í Birkilund.
Í Birkilund arbeiða vit við námsfrøðiliga leistinum Betri Vinir. Hetta gera vit í samráð við Barnabata, sum hevur hildið skeið fyri øllum starvsfólkum á stovninum. Betri Vinir tekur støði í námsfrøðiligum amboðum, ið uppbyggja ein góðan barnafelagsskap, ið hjálpir øllum børnum at trívast. Í góða barnafelagsskapinum er tolsemi og virðing fyri hvør øðrum grundleggjandi, og tað er hetta, sum skapar rúm fyri ymisleika í barnabólkinum. Vit meta, at foreldur hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa Betri Vinir at rigga til fulnar.
Starvsfólkini í Birkilund arbeiða eftir leistinum ICDP, sum leggur dent á sambandið millum menniskju, har førleikin hjá tí vaksna er í fokus. Á henda hátt tryggja vit okkum, at ábyrgdin fyri sambandinum millum barnið og tann vaksna altíð liggur hjá tí vaksna.
Vit hava fleiri hjálparfólk á stovninum, og tað hevur stóran týdning, at okkara hjálparfólk eru væl rustað til at vera um børnini í gerandisdegnum. Tí raðfesta vit hjálparfólkafundir, har fokus millum annað er á menningina og trivnaðinum hjá barninum, týdningin av góðum foreldrasamstarvi og ta góðu komuna og móttøkuna um morgunin.
Spælið fyllir nógv í gerandisdegnum á Birkilund, tí børn mennast gjøgnum spæl. Ein part av degnum er frítt spæl í hásæti, har børnini hava møguleika at spíla seg út í ymiskum áhugamálum, tey eru hugtikin av. Harumframt leggja starvsfólkini virksemi til rættis, ið tekur støði í menningini og áhugamálum hjá barnabólkinum á stovuni.
Vit taka ímóti børnum millum kl. 7.30-9.30. Eftir hetta byrjar ávikavist ætlaða og minni ætlaða virksemið.
Tit eru vælkomin at koma við børnunum eftir kl. 9.30, men tá er umráðandi, at tit boða stovuni frá frammanundan.
Vit ynskja at taka væl ímóti barninum um morgunin, og vit leggja okkum eftir, at bæði barn og foreldur fáa eina góða byrjan uppá dagin. Tað er umráðandi, at tit kenna tykkum trygg, og vit tosa fegin við tykkum um komuna, soleiðis at tit fáa sagt, hvussu tit ynskja at móttøkan skal verða. Eisini er umráðandi fyri bæði barnið og tykkum, at tit fáa stundir at siga barninum farvæl.
Børnini í Birkilund fara í Fimi hvønn týsdag kl. 8.30. Í Fimi eru sera góðar umstøður hjá børnunum at vera kropsliga virkin og brúka eina rúgvu av orku. Børnini skiftast um at fara í Fimi. Áleið 4 børn fara við frá hvørjari stovu hvørja ferð.
Í Birkilund hava vit nøkur árlig tiltøk so sum føstulávint, sól- og summardag, fletta seyð um heystið og jólahald. Vit syrgja altíð fyri at kunna foreldur, áðrenn eitthvørt spennandi tiltak fer fram.
Vit hava millum annað hesi afturvendandi tiltøkini:
Føstulávintshald. Børnini kunnu koma grýluklødd, um tey hava hug til tað. Vit sláa tunnu og hugna okkum saman.
Sól- og summardagur. Børn, foreldur og starvsfólk eru saman í garðinum til ymiskt virksemi, sum er lagt til rættis frammanundan. Til sól- og summardag hava vit eitt tema fyri dagin, og tað er bara hugflogið, ið setur markið fyri, hvat temaið kann verða.
Fletting. Ein uttanífrá kemur á stovnin at vísa børnunum, hvussu vit fletta ein seyð. Børnini fáa eina rúgvu at vita um, hvussu alt á og innan í seyðinum eitur. Eisini fáa børnini høvi at kanna seyðin nærri og halda í seyðabeininum, um tey hava hug til tað. Vit hagreiða kjøt og annars alt tað vit kunnu, eitt nú gera vit blóðpannukøkur og fletta bein.
Jólahald. Foreldur verða boðin til eina hugnaløtu á stovninum saman við børnum og starvsfólkum. Børnini ganga Lusia og syngja jólasangir. Eisini bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt hendan dagin.
Gott foreldrasamstarv hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá einstaka barninum. Í Birkilund leggja vit dent á at hava eitt erligt, virðiligt og opið samskifti við foreldur. Tað er umráðandi, at tit sum foreldur kenna tykkum væl at tosa við okkum, tá tit hava tørv á tí.
Fyri at tryggja eitt gott grundarlag fyri einum góðum foreldrasamstarvi, leggja vit dent á at samskifta dagliga við tykkum um dagin hjá tykkara barni. Barnið og foreldrini hava betri møguleika fyri at tosa um gerandisstøður heima við hús, tá foreldur hava eina vitan um, hvat barnið upplivir gjøgnum dagin.
Vit hava foreldrasamrøður tvær ferðir árliga, tó hava tit altíð møguleika at fáa eina samrøðu við okkum, um tørvur á tí.
Á stovninum starvast í løtuni 28 starvsfólk. Námsfrøðingur er á hvørjari stovu, og vit miðja eftir at hava í minsta lagi tveir námsfrøðingar á hvørjari stovu, soleiðis at vit kunnu tryggja eitt gott og mennandi tilboð til børn okkara.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Ein boðtalva hongur í hvørjari gongd, har foreldur fáa dagliga kunning frá stovuni. Hendan kunning snýr seg í stórum um tað, sum gongur fyri seg í gerandisdegnum: hvat børnini hava gjørt ávísa dagin, um túrar og hvat annars fer at henda komandi dagarnar.
Vit leggja dent á, at tit sum foreldur javnan hyggja at talvuni, soleiðis at tit fáa røttu kunning. Tað er tó somuleiðis umráðandi, at foreldur og starvsfólk tosa væl saman, og hava tit spurningar ella eru ivamál, so eru tit altíð vælkomin inn at tosa við starvsfólk ella leiðara. Okkara ynski er at hava eitt opið og álitisfult samskifti við øll foreldur.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Á Dagstovninum Birkilund hava vit pláss fyri áleið 120 børnum. Vit hava tríggjar vøggustovur, sum rúma um 36 børnum, og fýra barnagarðsstovur, sum rúma um 75 børnum. Harafturat er ein stova til tey 6 ára gomlu, skúlabólkurin, har barnatalið skiftir alt eftir hvussu stórur árgangurin er.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: