Hans Andriasar gøta 5
100 Tórshavn
Tel. 30 23 80
dag-land@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Steinbjørn V. Olsen
Tel. 22 30 26
steinbjorno@torshavn.fo
Hans Andriasar gøta 5
100 Tórshavn
Tel. 30 23 80
dag-land@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Steinbjørn V. Olsen
Tel. 22 30 26
steinbjorno@torshavn.fo
Stovnurin liggur í Hans Andriasar gøtu við Landavegin millum Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Tað er ómakaleyst at koma til stovnin allastaðni úr býnum.
Vit hava stóran garð og spæliøki, sjey reiggjur, tvær skreiðibreytir, góðan vøll, fýra sandkassar og sjórænaraskip. Og so alt tað, sum børnini hava hugflog til.
Dagstovnurin hevur tveir barnagarðar, tvær vøggustovur og eina serstovu til børn við veikum mótstøðuføri. Inni hava vit eitt stórt miðrúm, har vit hava møguleika at hava reiggjur, kúlubað og klintrivegg.
Í løtuni starvast seks námsfrøðingar og tíggju hjálparfólk á stovninum. Stovnurin hevur pláss fyri 70 børnum.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Dagstovnaleiðari
Steinbjørn V. Olsen
Tel. 30 23 80 / 22 30 26
dag-land@torshavn.fo
Onnustova (vøggustova)
Tel. 25 08 19
Elsustova (vøggustova)
Tel. 25 07 79
Klæmintsstova (barnagarður)
Tel. 25 07 98
Marinarstova (barnagarður)
Tel. 25 07 04
Glæman (immunverjustova)
Tel. 22 07 86
SAMANLAGT VIRKSEMI
Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í feriuni. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.
FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI
Summarfrítíð 2023: 26. juni 2023
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.
Tit kunnu ringja til Steinbjørn á telefon 22 30 26 ella senda ein teldupost til steinbjorno@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, og vit bjóða mjólk og millummála.
Vit halda, at foreldrini duga best at geva børnunum ein góðan matpakka og hava tí ongar reglur hesum viðvíkjandi.
Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Seinasta skeiðið var í oktober 2019.
Vit skipa eisini fyri brandskeiði. Seinasta skeiðið var í juni 2019.
Vit hava sjúkrarøktarfrøðing í starvi og fólk við MEDIC-útbúgving.
Vit hava AED (hjartastartara) á stovninum.
Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
OKKARA VIRÐISGRUNDARLAG OG ENDAMÁLSORÐING
Á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus vilja vit, í samstarvi við foreldrini, at barnið við viðurkenning skal mennast og styrkja sínar førleikar á einum tryggum støði, sum byggir á menningarsúlurnar í okkara námsætlan.
Menningarsúlurnar í menningarætlanini eru:
Í okkara námsfrøðiliga arbeiða leggja vit dent á, at vit altíð hava sosialar førleikar og persónligar førleikar við í tí arbeiði, sum vit gera. Týdningarmest hjá okkara børnum er, at tey kunnu menna sínar sosialu og persónligu førleikar. Hetta merkir, at tá vit arbeiða við eini verkætlan, sum til dømis eitur »náttúra«, hyggja vit eftir, hvussu sosialu og persónligu førleikarnir eru, tá vit gera barnabólkar og arbeiða við ymsu verkætlanunum.
OKKARA MÁL
Okkara mál er at hava ein stovn, har:
TILVENJING
Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá barnið byrjar á stovninum.
Tað er umráðandi, at bæði foreldur og børn kenna seg trygg, tá børnini koma til okkara at vera. Tað er týdningarmikið, at til sum foreldur siga farvæl og vinka, so barnið veit, at tit fara. Hetta ger barnið trygt. Saman finna vit ein máta at siga farvæl, sum hóskar til tykkara barn.
Tá tit koma og fara við barninum, skulu tit siga einum vaksnum á stovuni frá. Kemur onkur annar enn tit sjálvi, skulu tit siga okkum frá. Vit hava ikki loyvi at lata barnið fara avstað við onkrum, sum vit ikki kenna.
Foreldur og avvarðandi eru altíð vælkomin at steðga á og práta við okkum.
SIÐVENJUR
Jól
Vit hátíðarhalda jólini við jólahugna á stovninum. Jólahugnin er altíð í fyrstu viku í desember.
Føstulávint
Vit sláa tunnu og hugna okkum. Børnini koma grýluklødd.
Ommu- og abbadagur
Vit hava ommu- og abbadag annað hvørt ár.
Føðingardagar
Stovnurin fyllir 8. oktober. Tá tykkara barn hevur føðingardag, kunnu tit bjóða eitthvørt á stovninum.
Garðdagur
Ein árligur hugnadagur er í august. Foreldur, børn og starvsfólk hava ein dag við skemti og hugna.
FORELDRASAMSTARV
Vit hava tveir foreldrafundir um árið; ein í mars og ein í september.
Í september bjóða vit til felags foreldrafund. Her taka vit ymisk evni upp, sum hava við barna-, foreldra- og stovnslívið at gera. Tit hoyra eisini um, hvat fer fram á stovuni hjá tykkara barni.
Á felags foreldrafundum skipa vit eisini foreldraráðið. Uppgávan hjá foreldraráðnum er at styrkja samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa.
Vit skipa eisini fyri árligum foreldraviðtalum. Tær eru í februar. Tá verða tit boðin til persónliga viðtalu við starvsfólkið á stovuni, har barnið gongur. Á hesum fundinum tosa vit saman um, hvussu gongst hjá barninum sum heild.
Hava tit tørv á eyka viðtalu, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Vit loyva okkum eisini at heita á foreldur, um vit halda, at tørvur er á tí.
SJÚKA
Tá eitt barn er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri, kann tað ikki koma á stovnin. Barnið skal kunna vera við í vanliga gerandisdegnum á stovuni og kunna fara út.
Vinarliga boða frá, um barnið ikki kemur á stovn orsakað av sjúku, umframt hvat bagir, so vit kunnu verja hini børnini ímóti smittu. Um vit meta, at tykkara barn er illa fyri og hevur fepur, ringja vit eftir tykkum.
Vit geva ikki heilivág, undantikið heilivág fyri astma og CTD.
Á stovninum starvast 17 starvsfólk.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.
Heimasíðan hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus
Á heimasíðuni finnur tú alla kunning um stovnin.
Í gongini hava vit talvu, sum vit skriva boð til foreldur á hvønn dag.
Vit skriva eisini dagbók hvønn dag, sum foreldur kunnu lesa í. Dagbøkurnar liggja inni á hvørjari stovu.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus hevur pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 46 barnagarðsbørnum.
Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.
Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg.
Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: