Dagstovnurin Kura

Botnavegur 9
410 Kollafjørður
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo  

Dagstovnaleiðari Connie Lassen
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo

Vís á korti

Lurta

Dagstovnurin Kura

Á Dagstovninum Kura leggja vit dent á, at børnini sleppa at spæla og menna ymisk vinaløg. At tey fáa kensluna av at hoyra til í tryggum umhvørvi, tora at gera mistøk og kunnu læra av teimum. Barnið sleppur at vera seg sjálvt saman við vaksnum, sum stuðla og vegleiða. Dagstovnurin liggur í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi við Botnánna í Kollafirði. Vit brúka frálíku náttúruna dagliga, og so svimja vit, eru í fimleikahøll, ítróttarhøll, á bókasavni og mangt annað, sum lærir børnini at taka ábyrgd fyri sær og sínum.



Um okkum
Upplatingartíðir

Vøggustovurnar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.15-17.

Barnagarðurin: Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30-17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Connie Lassen
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo


Grøna stova (barnagarðsstova)

Tel. 22 47 11


Gula stova (barnagarðsstova)

Tel. 22 58 11


Bláa stova (barnagarðsstova)

Tel. 22 69 11


Reyða stova (vøggustova)

Tel. 28 59 11


Lilla stova (vøggustova)

Tel. 22 52 11


Millum bóla (vøggustova)

Tel. 22 53 11

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.


Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Starvsfólk

Connie Lassen | leiðari

Sára Óladóttir Henriksen | námsfrøðingur - varaleiðari

Birna Gunnarsson | námsfrøðingur og motorikkvegleiðari

Heidi Borum Davidsen | námsfrøðingur og motorikkvegleiðari

Ásla Andreasen | námsfrøðingur

Eyðgunn Bjarnason | námsfrøðingur

Kristian Erling | námsfrøðingur

Birna Mikkelsen | námsfrøðingur

Lina Egholm | námsfrøðingur

Durita Bláberg Funding | námsfrøðingur                                                      

Jonna Charliesdóttir | námsfrøðingur                                                

Karin Klakk | námsfrøðingur                                                            

Jógvan Poulsen | námsfrøðingur

Emly Djurhuus | námsfrøðingur og motorikkvegleiðari                              

Alma Á Lava | námsfrøðingur                                                        

Eyðfríð Ísaksdóttir | námsfrøðingur

Elsa Nielsen | námsfrøðingur                                                    

Randi Poulsen | námsfrøðingur

Unn Andreasen | námsfrøðilesandi  

Unnur Joensen | námsfrøðilesandi                                                              

Heidi Skorá | sjúkrarøktarfrøðingur

Katrin Lamhauge | námsfrøðilesandi

Gudny Magnussen | námsfrøðilesandi

Lillian Marie Olsen | hjálparfólk                                                          

Ellfríð Dam | hjálparfólk

Urmila Khanal | hjálparfólk                                                                

Maria Bruce Hansen | hjálparfólk                                                      

Ronja Rodmundsdóttir | hjálparfólk

Fríðbjørg Joensen | hjálparfólk | avloysari

Diana Johansen | hjálparfólk | avloysari

Anita Fagraklett | hjálparfólk |  avloysari

Elin Gunnarstein | hjálparfólk | avloysari

Anja Skýlindal Hammar | køksfólk

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Vit vísa fegin stovnin fram, og tit hava møguleika at vera saman við okkum á eini stovu ein vanligan gerandisdag.

Ring til Connie Lassen á telefon 22 13 23 ella send ein teldupost til conniel@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, um vit ikki hava avtalað annað.

Eru børnini svong á morgni, bjóðar stovan hjá barninum morgunmat. Vit bjóða havragreyt, frukt ella tílíkt, og børnini fáa gularøtur hvønn morgun.

Vit bjóða millummála hvønn dag. Millummálin kann vera bollar ella breyð, spjót við kjøti og onkrum grønum, terta, frukt, bananbreyð og annað.

Viðhvørt bjóðar stovnurin døgurða. Um so er, kunna vit foreldrini frammanundan.

Vit leggja dent á góðan borðsið, so vit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman við nærveru og práti. Vit skapa góðar karmar rundan um máltíðirnar, og eitt starvsfólk situr við hvørt borðið. Børnini rudda upp eftir sær, tá tey eru liðug at eta.

Tá børnini hava føðingardag, eru tey vælkomin at hava okkurt við at bjóða. Um barnið gongur í barnagarði og til dømis hevur køku við, fáa børnini á stovuni ein køkubita í part. Í vøggustovuni fáa børnini ikki køku ella annað søtmeti, so um børnini bjóða okkurt, kann tað verða frukt og grønt ella annað sukurfrítt.

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Her finnur tú okkum

Dagstovnur okkara liggur í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi við Botnánna í Kollafirði.

Soleiðis húsast vit

Stovnurin varð tikin í nýtslu í november mánaði 2016 og er í tveimum bygningum. Á dagstovninum Kura eru tríggjar barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Her eru børnini ávikavist 0-3 ár og 3-7 ár.

Ein vøggustova húsast fyri seg millum Bóla, og har eru børnini í aldrinum 0-3 ár. Børnini fara víðari í dagstovnin Kura, tá tey hava aldur at fara í barnagarð.

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Tað kann vera ein stór broyting fyri børn og foreldur, tá barnið byrjar á stovni. Tað hevur týdning, at foreldrini geva sær stundir, tá tey koma við barninum, so barnið fær eina góða byrjan á stovninum.

Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti børnunum hvønn dag. Tað er umráðandi, at bæði foreldur og børn kenna seg trygg, tá barnið verður latið okkum. Eisini er týdningarmikið at siga farvæl og veittra, so barnið veit, at foreldrini fara avstað. Hetta ger barnið trygt. Saman við starvsfólkunum á stovuni finna foreldrini tann mátan, ið best hóskar barni teirra at siga farvæl.

Somuleiðis er týdningarmikið, at tann, ið kemur við ella eftir barninum, sigur einum vaksnum á stovuni frá, at tey eru komin, ella at tey fara. Kemur onkur annar enn foreldrini eftir barninum, skulu foreldrini siga okkum frá.


NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Vit skipa dagliga fyri túrum í hagan, fram við ánni, oman í fjøruna, oman í bátahylin og í viðarlundina. Hetta gera vit, fyri at børnini skulu koma tætt at náttúruni. Tey fáa áhuga fyri tí, tey síggja, sleppa at kanna, smakka, spyrja og brúka hugflogið. Soleiðis gerast tey tilvitað um náttúruna, um, hvussu ymisk støð eita, hvat tey kunnu kropsliga, hvussu tað kennist at vera úti, tá sólin sær, og tað er stilt, tá stormur og regn er, og tá tað kavar. Tey hoyra og síggja, hvussu árstíðirnar skifta, og hvussu náttúran broytist. Tey varnast, at tað er gott at vera úti, eisini tá nógvur vindur og regn er, hóast klæðini skulu hóska til veðrið.

Børnini læra at taka ábyrgd, læra um nærumhvørvið, og tey læra at ganga í haganum. Tá vit lata portrið upp, skal tað eisini latast aftur. Tá tað regnar, eru steinarnir hálir at ganga á. Tá áin er grøn av vøkstri, er hon hál. Tá tað er fjøra, riggar betur at fanga krabbar og annað, og tá tað fløðir, sær øðrvísi út. Børnini læra, hvørjum vit skulu ansa eftir, tá vit ganga í fjøruni, haganum, ánni, bátahylinum, viðarlundini og eftir vegnum.

Kroppurin skal mýkjast hvønn dag, og børn skulu sleppa at brúka allar sansir fyri at læra. Tey læra gjøgnum spæl og við at kanna tað, tey hava áhuga fyri og síggja, hvørjum hini børnini hava áhuga í. Soleiðis fáa tey eisini áhuga fyri nýggjum tingum.

Umframt at brúka náttúruna dagliga, so svimja vit, eru í fimleikahøll, ítróttarhøll og á bókasavni. Hetta lærir børnini at taka ábyrgd fyri sær og sínum. Tey uppliva kropsliga, hvat hendir í eini ítróttarhøll, svimjihøll og á bókasavni. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at børnini sleppa at spæla og menna ymisk vinaløg. At tey fáa kensluna av at hoyra til, kenna seg trygg í tryggum umhvørvi, tora at gera mistøk og læra av teimum. Barnið sleppur at vera seg sjálvt saman við vaksnum, sum stuðla og vegleiða.

Hvønn dag bjóða vit børnunum at vera við til at gera mat. Tey sleppa at skera grønmeti, frukt, kjøt og annað. Tey gera eina máltíð til hini á stovninum og leggja gaflar, knívar, gløs og serviettar á borðið. Tey fáa høvi at royna ymiskan mat, ið altíð er sunnur matur. Tað er í lagi at ikki dáma okkurt, men sum oftast fara børnini at dáma matin. Tey síggja sínar vinir eta og gera tað sama. Av tí, at vit vaksin og børn sita saman og eta, læra børnini eisini at sita til borðs og at duga góðan borðsið.

Børn eru forvitin og vilja hava svar. Tað fáa tey við at uppliva og at hava vaksin rundan um seg, sum tíma at uppliva saman við teimum.

Hvørt vár síggja vit, at tey børnini, sum skulu í skúla eftir summarfrítíðina, hava stóran áhuga fyri bókstavum, at lesa nøvn hjá hvørjum øðrum, at hoyra gátur, og at hoyra um ymiskt, sum hendi fyrr í tíðini. Teimum dámar at sita í rundingi og spæla borðspøl til størri børn, tey megna perlumynstur, at klistra og skriva. At hoyra søgur dámar børnum ógvuliga væl, og vit lesa dagliga fyri teimum. Teimum størru børnunum dámar ógvuliga væl at hoyra søgur uttan tekst. Tey eru við í søgunum og liva seg inn í tær.

Vilt tú lesa meira um námsætlan okkara, finnur tú hana her:

Dagstovnurin Kura – námsætlan


TILTØK

Á stovninum hava vit ymiskar siðir og tiltøk. Hvørt ár í februar mánaði bjóða vit foreldrunum til sólarkaffi, tá sólin kemur um tað hægsta á Kambi. Tá er høvi at hitta hini foreldrini hjá børnunum á stovuni og tosa við starvsfólkini. Eisini er stuttligt hjá børnunum at foreldrini hava stundir, og kanska er okkurt, sum barnið hevur hug at vísa foreldrunum.

Føstulávintsmánadag kunnu børnini koma grýluklædd. Børnini sláa tunnu og hugna sær saman á stovuni. Stovnurin bjóðar børnunum døgurða tann dagin.

Vit hátíðarhalda jólini í desember mánaði við hugna, ítrivi, jóladøgurða og jólamanni. Vit hava framførslu fyri foreldrum, og vit fara á túrar í náttúruni, har vit leita eftir jólamanninum.

Føðingardagurin hjá stovninum er 26. november, og tá hátíðarhalda vit dagin við foreldrakaffi.


FORELDRASAMSTARV

Fyri foreldrini skal stovnurin vera eitt trygt, innihaldsríkt, læruríkt og mennandi stað hjá børnunum, har vit taka ímóti teimum í einum umhvørvi merkt av virðing, áliti, opinleika og góðum samskifti.

Vit leggja dent á at hava eitt gott dagligt samskifti við foreldrini, bæði tá barnið kemur og fer. Er okkurt, sum foreldrini vilja vita ella práta um, kunnu tit altíð seta tykkum í samband við starvsfólkini á stovuni ella við leiðaran.

Hvørt ár hava vit ein ella tveir felags foreldrafundir. Harafturat eru foreldraviðtalur tvær ferðir um árið ella eftir tørvi, og vit bjóða foreldrunum til foreldrakaffi og jólahugna.


BØRN OG SVØVNUR

Vilt tú lesa um sovipolitikkin á Kuru, finnur tú hann her:

Sovipolitikkur fyri Dagstovnin Kuru


Spíratilboð - ein vikuætlan til tey 6 ára gomlu

Tað er nakað heilt serligt at vera 6 ár í barnagarðinum, millum annað tí hetta er seinasta árið í barnagarðinum. Til hesi børnini hava vit eitt spíratilboð, sum er ein vikuætlan, har børnini tó hava møguleikan at kunna velja løturnar til og frá. Børn mennast í spæli og børn styrkjast og mennast í at taka egin val.

Spírar kunnu viðhvørt bjóða einum vini við, tá ið til dømis svimjing er á skrá. Tað kalla vit at hava gestir við. Børnini verða í heila tikið tikin við uppá ráð. Á tann hátt ríka vit um tað fría barnalívið.

Spíratilboðið sært tú her:

Spíratilboð - ein vikuætlan til tey 6 ára gomlu

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast tilsamans 24 starvsfólk.

Vit draga øll somu línu, tá tað snýr seg um námsfrøði, bæði  innan umsorgan, motorikk, útilív og gleði. Neyðugt er at hava námsfrøði á høgum støði, og at hon mennist.

Orðing fyri stovnin

Í arbeiði okkara leggja vit dent á, at:

  • Barnið mennist, bæði sálarliga og likamliga
  • Pláss er fyri at síggja og menna einstaka barnið
  • Vit í arbeiðnum brúka okkum sjálvi og okkara søgu- og sangmentan
  • Náttúran er eitt av bestu amboðunum til at røkka hesum málum


Námsfrøðiligt mál

Okkara námsfrøðiliga mál er, at:

  • Síggja barnið
  • Lurta eftir barninum
  • Geva barninum avbjóðingar, ið hóska til menningarstigið
  • Virða barnið javnbjóðis
  • Menna sjálvvirði og sjálvsálit, so at barnið gerst sjálvstøðugt
  • Læra barnið at vera millum onnur og í størri bólkum
  • Møta og vera saman við fremmandum
  • Arbeiða við og uttan rós
  • Gera eina uppgávu lidna
  • Læra barnið at siga, hvat tað meinar, ætlar og vil
  • Læra barnið at "eg kann"
  • Kenna og brúka náttúruna
  • Kenna samfelagið
  • Kenna søgu okkara


Fyri at røkka hesum málum er neyðugt, at:

  • Børn, foreldur og starvsfólk trívast
  • Børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, ið vit laga til einstaka barnið
  • Gott samstarv er millum stovn og foreldur. Vit skipa fyri foreldrahugna og foreldrakaffi, foreldrafundum og hava foreldraráð
  • Karmarnir á stovninum, bæði garður, hús, innbúgv og tilfar eru í lagi
  • Starvsfólkini fáa møguleikar at menna seg á skeiðum og øðrum
  • Leiðslan hevur ábyrgdina av, at omanfyrinevnda er í lagi
ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Dagstovnurin Kura hevur pláss fyri umleið 80 børnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss